mikudagur 22. desember 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Jólablaðið
Í barnagarðinum hava vit fýra
vættrar, ið eita Julius, Julianna, Ró
og Bina. Hesar fara heim at vitja
børnini hvønn dag í desembur
mánaði, og sum oftast fylgir ein
fitt søga við, tá ið tey koma aftur í
barnagarð dagin eftir.
Henda mánaðin hava vit gjørt
mangt og hvat, sum hevur við
jólini at gera: Vit hava fyrireikað
okkum væl til jólahaldið, ið varð
hildið fríggjadagin 10. desember,
har vit luttóku við sangi, sjónleiki
og sølu av tí, ið vit hava virkað til í
barnagarðinum. Eisini var kaffisøla
og okkurt gott afturvið, eins og
jólamenn og sjórænarar vitjaðu.
Annars hava vit gjørt ymiskt,
ið hoyrir jólunum til. Vit syngja
og læra okkum jólasangir og
hugna okkum saman. Tey størstu
børnini hava verið í gongd við at
læra seg Lucia, og skuldu tey ganga
Lucia á røktarheiminum Mørkin í
Streymnesi og í barnagarðinum í
Hvalvík.
17/12 fóru vit til barnaguðs tæn
astu í Hvalvíkar kirkju, og eftir
hetta ótu børn og starvsfólk jóla
døgurða í barnagarðinum. Eisini
fingu vit vitjan av NissuPoulinu, ið
segði okkum eina jólasøgu hendan
dagin.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól
og eitt gott nýttár.
Jólaligur
barna
garður í
Hvalvík
- Vit í barnagarðinum gleða okkum nógv
til jóla. Allan desembur mánað hava
vit jólaverkstøð, har vit gera jólapynt,
baka og mangt annað, siga børn og
starvsfólk í barnagarðinum við Kráir í
Hvalvík og frítíðarskúlanum við Margáir.
JÓLASØGA
Ikki bara tey vaksnu, men eisini børnini í Hvalvík eru sera kreativ. Eitt av børnunum
– Sarita – skrivaði hesa søguna og teknað eisini myndirnar til hana
JÓLAPRÝÐI
Børnunum dáma væl at
gera jólaprýði, eins og
henda myndin vísir