Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 175 · jólini 2010 25 blaðið heimstaðurin hjá jólamanninum er Grø n land, hevur nógv at siga fyri at markn aðarføra landið. Theresa heldur, at tað at tengja jólamannin og Grøn­ land saman kann gera, at Grønland hevur fingið eitt týðandi pláss í huga­ heiminum hjá mongum, sum so vilja vitja landið einaferð í framtíðini. Allan desembur mánað vitjar jóla ­ maðurin kontórið í Nuuk og les ur eina søgu fyri børnum á grøn lendsk um og donskum. Um summ arið, tá ferða­ mannaskipini vitja, kem ur jóla maðurin eisini inn á gátt. Post kon tórið hjá jólamanninum liggur í gomlu koloni­ havnini, eitt umráði, har tað gamla enn livir. Kontórið er soleiðis innrættað, at tað hevur ein dám av jólum alt árið. Ein café er gjørd í sama anda, og postnummarið her er 2412 Nuuk. Stóri postkassin, sum einaferð varð heimsins størsti (bara tann í Skopun er størri) stendur uttanfyri. Tú kanst ikki sjálvur leggja post í hann, men tá tey hava svarað øllum brøvum frá børnum verður posturin lagdur út í tann stóra postkassan. Men tað koma nógv brøv, so hann fyllist skjótt upp, og so verður hann tømdur sohvørt. Har eru so bara brøv til jólamannin greiðir Theresa livandi frá. Ferðavinnustjóri Hon hevur staðið á odda fyri ferða­ manna kontórinum í Nuuk tvey tey seinastu árini, men hon er eisini ferðamannastjóri fyri alla kommuna, sum er vorðin ein stórkommuna. – Hetta er eitt gott og spennandi arbeiði, og tað at man kann arbeiða við jólamanninum gevur eisini arbeiðinum eina rættiliga hugnaliga tilgongd. Mær dámar arbeiðið serstakliga væl, og tað minnir nógv um Føroyar at vera her við undantaki av veðrinum. Nú hava vit óvanliga lýtt veður, so tað er ikki serliga jólaligt. Eingin skilur, hvat tað er, sum hendir. Vit hava ikki havt kava í ár og herfyri vórðu 15 hitastig í desember mánaði, hvat er óhoyrt. Um somu tíð er kavi og kalt í bæði Danmark og í Føroyum. Eingin ivi er um, at her eru broytingar í veðurlagnum. Stórt tal av ferðafólki vitjar í Grønlandi á hvørjum ári, serstakliga í Norðurgrønlandi. Theresa kundi hugsað sær, at hetta var betri býtt, so fleiri ferðafólk vitjaðu í Miðgrønlandi og Suðurgrønlandi eisini, sum eru vøkur støð. Eins og føroyingar hava roynt at menna ferðamannvinnuna til at blíva eitt nýtt búskaparligt bein at standa á, hava eisini grønlendingar gjørt nógv fyri at menna hesa vinnu. Men eisini har hevur hetta verið ein torfør tilgongd. Tað er dýrt at ferðast til Grønlands í mun til Føroya. – Her verður tó gjørt nógv fyri at menna hesa vinnu. Turistráðið í Grønlandi ger rættuliga nógv fyri at hjálpa teimum, sum arbeiða við ferða vinnuni, bæði í og uttanfyri Grønland. Stórabæra náttúran – Hvat er tað, sum dregur fremm­ andafólk til Grønlands? – Tað er tann stórbæra náttúran. Grøn land er eisini so fjølbroytt, tí tað kann vera so grønt og vakurt um summ arið og síðani tann ótrúligi kavin um veturin, sum ger landið so nógv øðrvísi enn onnur lond. Eisini hetta at Grønland liggur so langt burturi ger tað enn meira forvitnisligt. Vitjið Grønland! Theresa sær fram til, at fleiri føroyingar fara at vitja grannalandið fyri norðan. Ein orsøkin til, at ov fáir føroyingar velja sær Grønland sum ferðamál er helst ferðaprísurin, men hetta er nakað, sum tað nú fer at verða bøtt um. Arbeitt verður við at gera ein faldara á føroyskum um Grønland, sum fer í hvørt hús í Føroyum í januar. Hetta verður gjørt í samarbeiði við Greengate í Føroyum. Har verður greitt frá, hvat Grønland hevur at bjóða sum ferðamannaland, og at tað ikki er so torført og dýrt at koma til Grønlands. Tú kanst flúgva til Íslands í hálvan annan tíma og tveir og ein hálvan tíma til Grønlands fyri undir 6000 kr., um alt passar væl saman. Rættiliga nógvir føroyingar eru komnir til Grønlands at arbeiða í seinastuni, soleiðis at tað í dag eru umleið 200 føroyingar bara í Nuuk. Tað sær út til, at áhugin fyri at royna nakað annað er rættiliga stórur millum føroyingar í løtuni. Í løtuni verður eisini nógv bygt í Nukk. Eitt stórur handilsmiðdepil verður bygdur í býnum umframt nógv annað. Ráðini frá Theresu til føroyingar eru stutt og greið: komið til Grønlands og fáið eina heilt aðra uppliving enn aðrastaðnis. Grønland er stórt, og tað veldst um, hvat man velur, men í Miðgrønlandi fær tú eitt sindur av hvørjum. Sjálv støðist og trívist Theresa væl í Grønlandi. – Tað er “praktfult” at búgva her, og tað er nógv, sum man kann vera við til at broyta og menna. Hon heldur eisini, at man í Grønlandi er meira opin fyri at gera broytingar enn í Føroyum. Theresa er gift í Grønlandi men hevur eisini familju í Føroyum. Hon gleðist um, at tað ber til at fara heim til Føroya at vitja nakrar ferðir um árið. Theresa Kreutzmann er ferðavinnustjóri fyri Nuuk stórkommunu Mynd: Jan Müller Kolvetni og bjartskygni Hóast Theresa hevur nokk at síggja til í sínum dagliga arbeiði fyri at fáa fleiri ferðafólk til Nuuk, so fylgir hon tó væl við í seinastu tíðindunum um oljuleiting. ­ Tað er ótrúliga spennandi fyri Grønland, um man finnur olju og gass. Fyri mong er hetta helst enn óveruligt, tí man má síggja onkur ítøkilig úrslit fyrst. Hetta er tó kanska við til at gera fólk meira bjartskygd. At fólk kenna tað so, at tað er ljós fyri endan av tunnilinum. Eg haldi vit skulu síggja positivt uppá henda útviklingin. Hinvegin mugu vit eisini hava bæði bein á jørðini og síggja, hvat hetta blívur til.