Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 175 · jólini 2010 26 blaðið Imponera jó Gloym teir fýrakantaðu, keðiliGu pakkarnar! Í eini handavendinG kanst tú skapa stuttligar og vakrar jólapakkar, ið heilt vÍst Gleða bæði móttakaran og aðrar jólaGestir. lagt til rættis inna tørnroos og eydna skaale myndir og hugskot: amelia Álvur haraldsen Tipp Goym tær tómu wc- og køks-rullurnar og ger stuttligar pakkar við teimum! Taskan Ger soleiðis: 1. Her skal nógv pappír til. Pappírið skal vera tvær ferðir so breitt, sum gávan er breið, plus einar 3 cm. Pappírið skal vera 2,5 x so langt, sum gávan er lang. 2. Legg gávuna mitt á pappírið, boygg so at pappírið fjalir helvtina av gávuni, og boygg síðani pappírið inn undir, so at tú fær ein vinkul á 45 gradir. 3. Pakka gávuna inn og klistra fast. Boygg endan til ein spíss (sum eitt flogfar) og klistra. 4. Legg eitt band yvirum og boygg spíssin yvir. Boygg so tað sær vakurt út og klistra spíssin fastan. Bind bandið í eina sloyfu og pynta sum tær líkar. Hetta skal tú eiga inni: • Pappírsknív • Saks • Klistur, ið heftir á báðum síðum • Pappír • Toy • Band