mikudagur 22. desember 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
26
Sosialurin
Jólablaðið
Ein av størstu elektronikhandlunum
í landinum er Expert í SMS, sum
hevur alt frá smáum oyra mikro
fonum til 55” ´flatskermssjónvarp.
Expert er ein handil við so at siga
øllum, sum hevur við elektronik at
gera. Handilin hevur eina umfatandi
vøruskrá við elektroniskum vør
um í øllum prísklassum sum t.d.
eru flatskermssjónvarp í flestu
støddum á goymslu frá 55” niður í
32”. Eisini ber til at bíleggja aðrar
støddir, sigur Høgni Zachariasen,
handilsleiðari í Expert.
Expert hevur eisini alt frá Bose
– heilt frá smáum oyramikrofonum
til tey stóru Lifestyle surround
anleggini eins og Panasonic anlegg,
DVDspælarar og ghettoblastarar.
Eisini DVDfilmar og øll telduspøl
sum t.d. Playstation 3 og Nintendo
WII, teknifilmar, fótbóltsspøl og
ikki minst fløgur, sum handilin
kanska er best kendur fyri – bæði
føroyskar og útlendskar..
Farteldur fáast í nógvum ym
isk um prísklassum, eins og útgerð
til teldur. Eisini Canon og Nikon
myndatól og Panasonic og Canon
videokamera. Fartelefonir fáast
í ymiskum príslegum eins og t.d.
iPhone 4, Apple iPad, iPod Nano og
iPod Touch.
Høgni Zachariassen sigur, at sum
liður í at kunna bjóða kundunum
bestu tænastu og vøruúrval online,
eisini aftaná vanliga upplatingartíð,
hevur Expert eina ehandilsloysn
til sínar kundar, har tað ber til at
bíleggja sær vørur umvegis inter
netið.
Vit hava fult hús av jóla gávu
hugskotum, sigur Høgni Zacha
riasen, handilsleiðari í Expert, sum
bjóðar øllum vælkomnum inn í
Expert í SMS.
Ekspertar í jólagávum
Snorri Brend
Tað plagar annars at vera Kina, sum
fer avstað við bróðurpartinum av
søluni.
Men í ár er leikluturin broyttur,
og eftirspurningurin júst úr Kina
merkir nú, at fleiri av størstu fram
leiðarunum í Týsklandi hava verið
noyddir at økja um arbeiðstíðina.
Bilframleiðararnir siga, sambært
Financiel Times, at teir fara at
leggja stilt eitt stutt bil á jólum, ella
snøgt sagt arbeiða seg ígjøgnum
jólafrítíðina, fyri at kunna nøkta
tann økta eftirspurningin.
Størsti framleiðarin av luksus
bilum, BMW sigur, at ein fer at
lata verksmiðjurnar í Dingolfing
og í Leipzig aftur jóladag, og taka
arbeiðið uppaftur einaferð millum
26. desember og nýggjársaftan.
Eisini týsktframleiddi bilurin,
Opel, hjá General Motors, er so
væl umtóktur, at jólaferian hjá
starvsfólkunum er stytt við eini
viku á øllum verksmiðjunum. Hetta
sama ger seg eisini galdandi hjá
Mercedes og Volkswagen.
BMW væntar at fáa eina met
sølu av bilum í ár 1,4 mió bilar.
Økti eftirspurningurin er ein stór
broyting frá 2008, har kreppan
fekk eftirspurningin at hvørva frá
einum degi til hin.
Bilmarknaðurin í Vestureuropa
er, hóast økta eftirspurningin, ikki
rokkin sínum hægsta máli enn.
Samlaða sølan í ár verður helst eini
5,6 prosent lægri enn í 2009 í øki
num.
BMW styttir jólaferiuna
hjá starvsfólkunum
EFTIRSPURNINGUR Til tess at nøkta eftirspurningin hava fleiri týskir bilframleiðarar
sæð seg noyddar at stytta um jólaferiuna hjá starvsfólkum sínum.