Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 Sosialurin at arbeiða saman við so dugna ligum fólki. Vakri pallurin hevur fylgt vid teimum allan vegin, og hevur sæd líka út - líkamikið hvar tey hava verið. Triðja árið Tær tríggjar Shirley Clamp, San na Nielsen og Sonja Alden - ella "3S", sum tær eisini verða nevndar - hava gjørt hesa konsertferðina tvær ferðir áður. Í fjør høvdu tær ein manligan sangara vid, Måns Zelmerlöf, og í ár hev ur hann fingið kenda sjón leik aran Björn Kjellman og Brandur Enni afturat sär. - Eg plagi at kalla teir fyri Bjørn og Brenny, segdi Måns Zelmerlöf skemtandi á palli- num. Sjálvandi hugsaði hann um víðagitnu ABBA limirnar Björn og Benny! Tey seks skiftast um at vera á pallinum, men syngja eisini nógv saman. Eitt tað stutt ligasta var "Disney-med- ley" við kendum sangum úr teknifilmum hjá Disney. Ein stór trilla var rulla inn á pall- in og nál og tráður var í somu stødd. Brandur setti seg á trilluna og sang millum ann- að "músa-sangin" úr Askepot. Hvørju ferð Brandur kom inn á pallin var okkurt um Før oyar og hansara samband til heimlandið nevnt. Brand- ur sjálvur gjørdi eisini eitt sind ur av gjøldur burtur úr, at í Føroyum er ikki so nógv at gera enn at fiska og skriva tón leik, og at fiska hevur hann ongantíð dugað, so tí fór hann undir at skriva tón- leik. Sangurin "Góða sig mær", sum Brandur byrjaði sína fram f ørslu við, var ikki einas- ti føroyski sangur, áhoyr- ar arnir sluppu at hoyra. Sjón leikarin Björn Kjellman byrj aði brádliga at syngja gamla "Aldan" hjá Anniku Hoydal - Brandur tók undir við honum, og áskoðarirnir klapp aðu við. - Og vilja tit vita, hví eg dugi hendan sangin? Jú, hann bleiv nr 4 í tí danska grand prixinum 1979, við Anniku Hoydal, greiður Björn Kjellman frá. Björn Kjellman vísur síðani síni kynstur innan Grand Prix vitan - hann dug- ir hvønn einasta sang, ið er sung in í Grand Prix síðan 1956. Áskoðarirnir rópa land og árstal og hann syngur. Í eini boblu Brandur hevur bara rós at bera hinum sangarunum og teimum, ið fáast við alt rund- an um konsertirnar. - Tað kennist, sum eg havi verið inni í eini boblu, með an vit hava gjørt hesa konser t- ferð ina. Alt hevur fungera so væl, og vit eru borin á lógv- um, har vit eru komin, sigur hann. Hóast konsertirnar hava verið nógvar og tættar hev- ur ikki bilað vid røddini hjá nøkrum av sangarunum. Brand ur syngur tríggjar sang ir sjálvur. Beatles lagið "Merry Christ mas" og hansara egna yndlings lag "O helga natt" end ar hann við. Hann náddi eisini at vísa eitt nýtt talent á pallinum - sum trompetspælari. Tað var vakurt og jólaligt! Nú er henda konsertferðin liðug, og Brandur á veg heim til Föroya. Á jólum hevur hann ikki tær stóru ætlaninar. - Eg og beiggi mín Tróndur ætla at syngja í kirkjuni á Tvøroyri fyrsta jóladag, sig- ur hann. Tá hann kemur aftur til Svøríkis í januar byrjar ar- beið ið við eini nýggjari stak- fløgu.