Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 175 · jólini 2010 27 blaðið lamannin! Prei Tað skal ikki serliga nógv til at peppa vanligu pakkarnar upp. eitt glansibílæt, sum verður límað á, nakrar perlur , eitt sindur av glimmuri ella ein lítil eykagáva undir sloyfuna gera, at pakkin verður munandi meiri vakur á at líta. Skjúrtan Ger soleiðis: Met pappírið so, at tað er nokk rundan um allan pakkan. Tak 4 cm eyka. Lat eina av teimum smølu síðunum vera dupult so langa sum sjálvur pakkin. 1. Boygg ein 10 cm breiðan kant á tí pappírinum, sum verður lagt útyvir og boygg síðan 2 cm aftur og klistra. 2. Legg slipsbandið oman á og fest tað við at boyggja kantin tvær ferðir - umleið 3 cm í senn. 3. Klipp einar 3-4 cm inn. 4. Boygg so at tað gerst til flippu, og knýt ein vanligan slipsaknút. Klistra tað opnað á økslunum. Ger ein lítan lumma av pappíri. Viftan Ger soleiðis: Pakka ein vanligan pakka inn og klipp síðani ein rektangul. 1. Boygg pappírið aftur og fram á longdini, og bend tað síðani í helvt. 2. Fest við einum bandi mitt á og klistra, har tað er neyðugt fyri at halda viftuni uppá pláss.