hósdagur 21. februar 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 36 - 21. februar 2002
Um vikuskiftið
skipar Skála Ítrótt-
arfelag fyri árligu
innandura fótbólts-
kappingini fyri
yngru deildirnar í
Ítróttarhøllini á
Skála. Kappingin,
sum ber heitið Nósa
Cup 2002, er stuðl-
að av Føroya Banka
TÍÐINDASKRIV
Ungdómsnevndin hjá
Skála Ítróttarfelag
Aftur í ár skipar Skála
Ítróttarfelag fyri stórari
innandura fótbóltskapp-
ing fyri yngru deildirnar
- hjá bæði gentum og
dreingjum - í ítróttar-
høllini á Skála.
Kappingin, sum ber
heitið Nósa Cup 2002,
verður hildin nú um
vikuskiftið - 23. og 24.
februar - og í løtuni
streyma tilmeldingarnar
inn.
Kappingin
verður
skipað soleiðis, at loyvt
er at hava seks leikarar á
hvørjum
liði.
Fimm
leikarar eru á vøllinum í
senn, 4 útileikarar og ein
málmaður. Sætti maðurin
er skiftileikari.
Tey, sum enn ikki hava
boðað frá luttøku, hava
framvegis møguleika at
gera hetta til miku-
kvøldið 20. februar. Til
ber at boðað frá luttøku á
telefonnummar 441126,
217126, 441040 ella
216170. Luttøkugjaldið
fyri kappingina er 200
krónur fyri hvørt liðið.
Kappast verður sum
sagt í øllum deildum hjá
teimum yngru - til og við
unglingar - og heiðurs-
merki verða latin trimum
teimum fremstu liðunum
í hvørjum bólki.
Eddie Gustafosson
vardi málið, tá Molde
spældi fyrsta dystin á
venjingarleguni í La
Manga
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Enn er einki avgjørt, men
venjingardystirnir boða frá,
at Jákup Mikkelsen av
álvara verður noyddur at
stríðast fyri at vinna plássið
millum stólparnar á besta
liðnum hjá Molde.
Kappingin er sera stór
við nýggja Molde málverj-
an, Eddie Gustafsson úr
Svøríki. At tað fór at verða
soleiðis, visti Jákup Mikk-
elsen longu, áðrenn hann í
heyst skrivaði undir nýggj-
an sáttmála við Molde. At
tað skal nógv til fyri at
verða besti málverjin í fe-
lagnum, var orsøkin til, at
Jákup ikki metti tað vera
ráðiligt at fara við landslið-
num niður á Kypros. Með-
an landsliðið var á Kypros,
var Jákup saman við Molde
í Spania, og nú eru teir
aftur í Spania.
Molde ferðalagið kom
leygardagin suður til La
Manga, og har skulu teir
vera í tvær vikur. Molde
luttekur í vetrarkapping.
Tað verður kappast í tveim-
um bólkum. Fýra lið eru í
hvørjum
bólkinum,
og
Molde er í bólki saman við
norska
meistaraliðnum
Rosenborg,
Örgryte
úr
Svøríki og russiska Anzhi.
Fyrsti dysturin hjá Molde
var mánadagin ímóti russ-
iska liðnum. Dysturin end-
aði málleysur. Umstøður-
nar eru góðar í La Manga,
men mánakvøldið var nak-
að av síðuvindi.
Kappingin
Stóri
spurningurin
er,
hvussu tað fer at hilnast hjá
Jákupi, sum kappast við
evnaríka svian. Higartil
hevur einki verið avgjørt. Í
dystunum,
sum
vórðu
spældir síðst í januar og
fyrst í februar, skiftust teir
báðir um at verja málið. Í
fyrsta dystinum á hesi
venjingarleguni var Eddie
Gustafosson í málinum.
Spurningurin er so, um
svenski venjarin, Gunde
Bengtsson, á ferðini til
Spania fer at spæla við
sama málverjanum alla
tíðina, ella um hann enn
eina ferð ætlar at geva
teimum báðum málverjun-
um møguleikan í øðrum
hvørjum dysti. Tað fara vit
at frætta meiri um seinni.
Men tað tykist vera greitt,
at um tað skal eydnast
føroyska landsliðsmálverj-
anum at spæla í Tippu-
liguni, so skal Jákup vísa
alt tað, sum fyri tveimum
árum síðani bar við sær, at
hann varð mettur at vera
ein tann stinnasti málverjin
í Danmark.
Nú tað endiliga eydn-
aðist at fáa eina av
stóru fótbóltstjóðun
um í bólk við Føroy-
um, stóð millum-
rokningin við UFA á
trimum milliónum
krónum
FSF ROKNSKAPUR
Jóannes Hansen
Kassin hjá Fótbóltssam-
bandinum er einki gullnám.
Tað sæst á roknskapinum
fyri 2001, sum verður lagd
ur fram á aðalfundinum
leygardagin. Í 2001 var
ársúrslitið eitt hall uppá
1,549 milliónir krónur. Í
pengum, fíggjarligari áogn
og materiellari støðisogn
eigur FSF 9,664 milliónir
krónur.
Stuttfreistaða
skuldin er 3,928 millliónir
krónur, og langfreistaða
skuldin er 4,969 milliónir
krónur. Eginpeningurin er
seinasta árið næstan mink
aður niður í helvt – úr
1,247 milliónum krónum
og niður í 0,767 milliónir
krónur.
Av stuttfreistaðu skuldini
er størsti parturin ein kassa-
kredittur upp á knappar
tríggjar milliónir í Føroya
Sparikassa, og av lang
freistaðu
skuldini
eru
knappar tríggjar milliónir
millumrokning við UFA.
Í hesum seinna liggur, at
UFA í sáttmálanum við
FSF um sjónvarpsrættind-
ini hevur tryggjað Fótbólts-
sambandinum árligt útgjald
til fígging av rakstrinum.
Tað vil siga, at sjálvt um
tað ikki eydnast UFA at fáa
stórar inntøkur fyri sølu av
sjónvarpsrættindunum til
heimadystirnar hjá Føroy-
um, so veita teir kortini
støðugar upphæddir til FSF.
Hesar upphæddirnar verða
settar á millumrokningina,
og so verður bíðað og vón-
að, at luturin í næsta luta-
kastinum verður so mikið
góður, at tað fer at renna
hinvegin.
Tað er hetta síðsta, sum
nú er komið fyri. At Føroy-
ar eru komnar í bólk saman
við Týskalandi vil siga, at
UFA fær nógvar pengar fyri
rættindini
at
sjónvarpa
dystin, sum 11. juni kom-
andi ár fer at verða spældur
í Føroyum ímóti Týska
landi. Tað kemur FSF til
góða, og harvið fer millum-
rokningin at minka heilt
nógv og ivaleyst at hvørva.
Eftir lutakastið segði Tor-
leif Sigurðsson, sum inntil
eftir aðalfundin leygardag-
in verður FSF formaður, at
lutakastið bar átta millónir í
meirinntøku við sær til
Fótbóltssambandið. Mill-
umrokningin er tríggjar
milliónir.
Hepna lutakastið, heima-
dysturin ímóti Skotlandi 7.
september og bara ein
uttanlandsferð við lands-
liðnum í ár – til Litava og
Týskaland miðskeiðis í
oktober – fer ivaleyst at
síggjast aftur í fíggjarætl
anini fyri 2002. Fíggjarætl
anin plagar at verða løgd
fram á aðalfundinum.
Dryppar á feløgini
Altjóða virksemið hjá før-
oyskum fótbólti kastar eis-
ini nógv av sær til fót-
bóltsfeløgini.
Sambært
roknskapinum hava feløg-
ini tilsaman í 2001 fingið
1,796 milliónir krónur úr
Menningargrunninum hjá
UEFA.
Hetta er ivaleyst tann
upphæddin, sum tey feløg
ini hava fingið, sum ikki
luttóku í Europa Cup
kappingunum.
Samlaða
upphæddin, sum feløgini í
Europa Cup fingu, sæst
ikki í FSF roknskapinum.
Tann upphæddin eigur at
liggja eitt sindur omanfyri
tvær milliónir krónur. Tað
vil við øðrum orðum siga,
at altjóða fótbóltsvirksemi
hevur givið føroysku fót-
bóltfeløgunum umleið fýra
milliónir krónur. Og tað er
ikki so lítið, sjálvt um eitt
sindur skal dragast frá, tí
feløgini í Europa Cup hava
havt útreiðslur av luttøkuni.
Landsliðini kosta
nógv
Fótbóltssambandið hevur
tvær høvuðs inntøkukeldur.
Onnur er studningur, og hin
er kappingarnevndin. Í fjør
var yvirskotið av kapping-
unum heima á landi eitt
yvirskot upp á 0,322 milli-
ónir krónur. Studningarnir
vóru uppá 6,642 milliónir
krónur. Nógvu tær størstu
upphæddirnar komu úr
útlandinum. UEFA rindaði
1,525 milliónir frá síðstu
EM kappingini, FIFA stuð-
ulin var 1,507 milliónir
krónur, og stuðulin til FSF
frá UEFA í sambandi við
Europa Cup kappingarnar
var 1,666 milliónir krónur.
Studningurin frá landskass-
anum var 0,993 milliónir
krónur.
Altjóða arbeiðið hjá FSF
kostar
nógvar
pengar.
A–landsliðið kostaði netto
2,576 milliónir krónur.
Størstu inntøkurnar vóru
frá áskoðarunum, frá sjón-
varpsrættindunum og frá
sponsorunum. Hesar upp-
hæddirnar vóru ávikavíst
1,083, 0,817 og 0,648
milliónir krónur.
Tríggjar tær størstu út-
reiðslurnar vóru ferðing,
endurgjald/samsýning til
spælararnar og innivist og
kostur. Tað vil siga ferða-
útreiðslur í sambandi við
venjingarlegu og dystir,
dagpengar og bonuspengar
til spælararnar og hotel og
matur. Hesar upphæddirnar
vóru ávikavíst 1,448, 1,120
og 0,856 milliónir krónur.
Venjarasamsýningarnar
vóru 0,529 milliónir krón-
ur. Nógv tann størsti part-
urin av hesum var løn hjá
Allan Simonsen.
Í miðal kostaðu hini
landsliðini FSF umleið eina
hálva millión í part. U–17
landsliðið kostaði 0,593
milliónir,
U–19
0,568
milliónir krónur, U–15
0,274
milliónir,
U–19
kvinnulandsliðið
0,329
milliónir
krónur,
og
kvinnulandsliðið,
sum
luttók í Oyggjaleikunum,
kostaði 0,339 milliónir
krónur.
At umsita Fótbóltssam-
bandið kostar ikki so lítið.
Samlaðu útreiðslurnar til
umsiting vóru í fjør 3,408
milliónir krónur. Størsti
einstaki posturin var lønar-
útreiðslurnar, sum vóru
0,981 milliónir krónur.
Nógv tær flestu inntøkurnar
stava uttanlands frá
Nósakapping
á Skála
Jákup aftur á beinkinum
C
M
Y
K
26
Nr. 36 - 21. februar 2002
27
27