Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 21. februar 2002 25 Í vikuskiftinum 15. og 16. februar var svimji- stevna í Havn. Stevnan var úttøkukapping til DKM (Dansk Kortbane Mesterskab), sum verður í Nærum, Danmark í døgunum 21. til 24. mars. Tríggir svimjarar hava nú klárað kravtíðir til hesa kapping: Jóannes á Fløtti í 50 m ryggsvimjing Andrass Thomsen í 800 m frísvimjing Elisabeth Rasmussen í 50 m bringusvimjing Úrslit menn Árg. Felag Tíð 50 m frí Kristoffur Hentze 82 HS 00.25.67 Aksal Norðfoss 87 HS 00.27.76 Bárður Klein 86 HS 00.28.69 100 m frí Kristoffur Hentze 82 HS 00.56.45 Mourits Danberg 83 HS 00.59.38 Jón Absalonsen 87 HS 00.59.90 200 m frí Mourits Danberg 83 HS 02.09.80 Janus Olsen 86 HS 02.13.40 Jón Absalonsen 87 HS 02.13.86 400 m frí Andrass Thomsen 82 HS 04.20.90 Jóannes á Fløtti 84 HS 04.31.04 Bárður Klein 86 HS 05.03.50 800 m frí Andrass Thomsen 82 HS 09.02.56 Jóannes á Fløtti 84 HS 09.26.23 Jákup Mohr 89 FS 11.05.50 50 m rygg Andrass Thomsen 82 HS 00.30.42 Bogi Lenvig 81 HS 00.30.65 Janus Olsen 86 HS 00.31.60 100 m rygg Andrass Thomsen 82 HS 01.04.37 Jóannes á Fløtti 84 HS 01.04.75 Ari av Rana 87 HS 01.16.22 200 m rygg Andrass Thomsen 82 HS 02.18.61 Jóannes á Fløtti 84 HS 02.18.68 Ari av Rana 87 HS 02.44.68 50 m firvald Bogi Lenvig 81 HS 00.29.07 Jón Absalonsen 87 HS 00.30.29 Mourits Danberg 83 HS 00.30.34 100 m firvald Bogi Lenvig 81 HS 01.06.89 Jón Absalonsen 87 HS 01.07.17 Beinir Danielsen 88 FLOT 01.23.81 50 m bringu Kristoffur Hentze 82 HS 00.33.69 Niclas Olsen 82 HS 00.35.62 Aksal Norðfoss 87 HS 00.38.06 100 m bringu Niclas Olsen 82 HS 01.19.54 Aksal Norðfoss 87 HS 01.22.10 Per Hansen 88 FLOT 01.24.13 200 m bringu Aksal Norðfoss 87 HS 03.02.00 Per Hansen 88 FLOT 03.06.61 100 m blandað Kristoffur Hentze 82 HS 01.04.37 Bogi Lenvig 81 HS 01.07.29 Mourits Danberg 83 HS 01.08.23 200 m blandað Mourits Danberg 83 HS 02.36.64 Beinir Danielsen 88 FLOT 02.48.12 Jákup Mohr 89 FS 02.54.12 400 m blandað Andrass Thomsen 82 HS 04.55.54 Jóannes á Fløtti 84 HS 05.09.40 Úrslit kvinnur 50 m frí Elisabeth Rasmussen 86 HS 00.29.74 Karina Petersen 80 FS 00.32.11 Randi Jacobsen 89 HS 00.33.23 100 m frí Lisbeth Joensen 87 HS 01.08.01 Randi Jacobsen 89 HS 01.14.47 Sonya á Argjagarði 89 HS 01.14.47 200 m frí Helga Djurhuus 89 HS 02.23.86 Lisbeth Joensen 87 HS 02.24.75 Karina Petersen 80 FS 02.30.74 400 m frí Helga Djurhuus 89 HS 05.10.74 50 m rygg Katrin Sørensen 82 HS 00.34.42 Rannvá Jacobsen 82 HS 00.34.60 Karina Petersen 80 FS 00.35.28 100 m rygg Rannvá Jacobsen 82 HS 01.14.05 Katrin Sørensen 82 HS 01.15.40 Karina Petersen 80 FS 01.15.79 200 m rygg Karina Petersen 80 FS 02.45.53 Halla Reinert 86 HS 03.07.91 Henny Abrahamsen 87 FS 03.09.44 50 m firvald Helga Djurhuus 89 HS 00.33.71 Lisbeth Joensen 87 HS 00.33.88 Karina Petersen 80 FS 00.35.92 100 m firvald Helga Djurhuus 89 HS 01.16.27 50 m bringu Elisabeth Rasmussen 86 HS 00.36.47 Karina Petersen 80 FS 00.38.54 Silja Strøm 87 HS 00.41.62 100 m bringu Elisabeth Rasmussen 86 HS 01.22.15 Karina Petersen 80 FS 01.26.86 Silja Strøm 87 HS 01.29.54 200 m bringu Karina Petersen 80 FS 02.59.25 Elisabeth Rasmussen 86 HS 02.59.88 Silja Strøm 87 HS 03.14.33 100 m blandað Karina Petersen 80 FS 01.16.28 Helga Djurhuus 89 HS 01.18.72 Guðrun Magnussen 88 HS 01.23.92 200 m blandað Karina Petersen 80 FS 02.44.46 400 m blandað Karina Petersen 80 FS 05.48.36 VÍF hevði lætt spæl móti Sóljuni í høll- ini í Vestmanna. Munurin var heili 22 mál tá avtornaði HONDBÓLTUR Stefan í Skorini VÍF hevur vunnið meist- araheitið. Kvinnurnar úr Vestmanna liggja nú so langt frammanfyri hini liðini, at eingin tekur tær. Týskvøldið var kvinnuliðið úr Vágunum á vitjan, og VÍF vísti teimum, hvussu hond- bóltur skal spælast. Longu við steðgin førdi heimaliðið við tólv málum, og hesin munur in bara vaks. VÍF hevur verið í einum flokki fyri seg í ár, og tað vístu tær aftur hesuferð. Dysturin í tølum: VÍF: Ioana Rapa 11(2), Sóleyð Mikkelsen 6(2), Nikolina Eyðbjørns- dóttir 6, Jacklin Durhuus 6, Nicoleta Radu 5, Randi Kúrberg 2, Alis Høghamar 1 Sóljan: Asta Petrau- skiene 9, Hertha Simonsen 3, Jana Jacobsen 2, Petra Thomassen 1 Brotskøst: VÍF 6, Sóljan 1 Útvísingar: Sóljan 3 Dómarar: Rúni Mohr og Eyðun Samuelsen Hondboltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 6 - 0 - 0 536 312 224 24 2 Stjørnan 7 4 - 1 - 2 474 393 81 18 3 Neistin 7 4 - 1 - 2 421 371 50 17 4 VB 6 4 - 1 - 1 417 416 1 15 5 StÍF 6 2 - 0 - 4 339 422 -83 5 6 Kyndil 7 0 - 1 - 6 426 508 -82 4 7 Sóljan 7 1 - 0 - 6 345 536 -191 4 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 6 - 0 - 0 532 442 90 23 2 Neistin 6 4 - 0 - 2 559 473 86 18 3 StÍF 6 4 - 0 - 2 494 482 12 14 4 Kyndil 7 3 - 1 - 3 448 492 -44 9 5 H71 6 0 - 2 - 4 497 534 -37 8 6 Tjaldur 6 2 - 0 - 4 455 511 -56 8 7 KÍF 7 1 - 1 - 5 497 548 -51 7 VÍF – Sóljan 37-15 (18-6) Lættur sigur HS-kapping Savnsmynd 25 C M Y K 24 Nr. 36 • hósdagur • 21. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Kollfirðingar fingu fyrsta sigurin í enda- spælinum, tá botn- liðið vann heldur óvæntað á steypa- vinnarunum av Strondum HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Eingin ivi var um, hvat av liðunum var meira uppsett at vinna dystin. Kollfirð- ingar stríddust betri allatíð- ina og høvdu eisini sigurin uppibornan. Hetta var tann fyrsti sig- urin í endaspælinum, og tað er kanska løgið, at hann skuldi koma júst á Skála móti einum at frægaru lið- unum í deildini. KÍF førdi við trimum málum við steðgin, og úti- liðið megnaði at halda tørn í seinna hálvleiki, hóasta strandingar allatíðina vóru nær við at fáa kollfirðingar aftur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki tók málverjin hjá KÍF tvey brotskøst innan- fyri tveir minuttir, og hetta var við til at geva KÍF sjálvsálit og dirvi at koyra sigurin heim. Sigurin er ógvuliga av- gerandi fyri KÍF, sum stríð- ist í botninum. Við sigrin- um hava teir givið sær sjálvum ein góðan møgu- leika at sleppa av aftasta plássinum. StÍF hinvegin hevug vunnið steypakappingina og hevur at kalla tryggjað sær bronsuna. Tí er ikki so nógv at spæla fyri hjá strandingum meira. Dysturin í tølum: Málskjúttar: StÍF: Sveinur Justinussen 7(2,) Andre F. Danielsen 7, Costin Dumitrescu 5(3), Artur Johansen 3, Marius Joensen 2 KÍF: Iljan Topic 7, Durica Tomic 6(2), Eddie Joensen 4, Jákup Dam 4, Petur M. Poulsen 2, Vagnur Johanne- sen, Regin Petersen 2, Finn Heri Johannesen 1 Brotskøst: StÍF 7, KÍF 5 Útvísingar: StÍF 3, KÍF 2 Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum Eftir javnleikin um vikuskiftið móti Kyndli reistist Stjørnan aftur týskvøldið, tá tað eydnaðist at vinna ein tepran sigur á botn- liðnum StÍF. Serliga útlendingarnir settu dám á dystin HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Stjørnan greiddi sína skyldu, tá klaksvíkskvinnur møttu StÍF á Skála. Favo- rittarnir úr Klaksvík vunnu 20-18, eftir at tær høvdu verið frammanfyri 8-6 við steðgin. Við sigrinum fer Stjørn- an framvið Neistanum á stigatalvuni. Tær hava sostatt endurvunnið annað pláss, sum tær mistu til Neistan eftir javnleikin um vikuskiftið. Stjørnan liggur nú til at endurvinna silvurið frá í fjør. Javnur dystur Tað leikti javnt á allan dystin, og StÍF gav Stjørn- uni harða mótstøðu allan vegin. Stjørnan hevði ann- ars munin fyri steðgin í einum sera málfátækum fyrra hálvleiki. Stjørnan fekk eina vána- liga byrjan, har tær bara megna at skora eitt mál tað fyrsta korterið, men síðani vendi liðið gongdini. Andrijana Milodanovic var sera væl uppløgd týs- kvøldið. Hon skeyt helm- ingin av málunum hjá Stjørnuni fyri steðgin, tá kvinnurnar úr Klaksvík førdu við tveimum. Eftir steðgin royndi heimaliðið at bíta frá sær, men hóast dysturin var javnur, megnaðu tær ong- antíð at koma framum gestirnar. Tað vóru serliga útlend- ingarnir, ið gjørdu nógv um seg í dystinum. Hjá Stjørn- uni vóru Andrijana Milo- danovic og Simona Dziu- gyte toppskjúttar, og hjá StÍF vóru tað Alina Olaru og Ileana Manolescu, ið skutu flest mál. Annars verður sagt um dystin, at hann var illa spældur við nógvum mis- tøkum. Hevði StÍF verið neyvari í sínum royndum á málið, kundi úrslitið verið eitt annað, tí heimaliðið brendi fleiri møguleikar enn Stjørnan, hvørs mál- maður stóð ein góðan dyst. Beinleiðis av flogvøllinum Joan M. Joensen var ikki við í seinasta dystinum móti Kyndli, tí hon var í Danmark. Hon kom aftur til Føroyar týsdagin, og hon legði leiðina beinleiðis inn á Skála, har hon spældi seinastu fimtan minuttir- nar. Og tað kann sigast, at hon var við til at avgera dystin. Hesar fáu minutt- irnar skeyt hon trý mál og hevði eisini nakrar fríspæl- ingar. Venjarin Geir Wardum sigur, at liðið bara hevur tveir veruligar skjúttar, og teir eru Simona og Joan. Tí liggur eitt størri trýst á Simonu, tá Joan ikki er við. Hann hevur annars góðar vónir um, at Stjørnan kann halda fast um silvurmerk- ini. Liðið úr Klaksvík hevur annars heilt nógvar skaðar at dragast við í løtuni. Andrijana hevur trupulleik- ar við knænum, og Simona Dziugyte skal leggjast undir skurð, tá kappingin er liðug. Hon hevur oyðilagt sær eitt liðband í tumlinum. Fleiri aðrar hava eisini skaðar. Stjørnan liggur nú aftur á øðrum plássi, men Neistin er bara eitt stig aftanfyri, og tí verður dysturin um silvurið sera spennandi. Dysturin í tølum: StÍF – Kyndil 18-20 (6-8) Málskjúttar: StÍF: Alina Olaru 7, Ileana Manolescu 6(2), Sunfríð B. Jacobsen 2(1), Poula D. Olsen 1, Guðrun Ólavsdótt- ir 1, Anna Maria Bertelsen 1 Stjørnan: Andrijana Milo- danovic 7, Simona Dziu- gyte 5(2), Anna Kristina Samson 3, Joan M. Joensen 3, Ragna Andreasen 1, Una Olsen 1 Brotskøst: StÍF 3, Stjørnan 2 Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 5 Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum StÍF–Stjørnan 18-20 (6-8) Stjørnan reistist Skeivt nummar Í samband við uppvísingardystin, sum Neistin skipar fyri í kvøld, hóskvøldið, skulu vit siga frá, at í grein- ini um hendan í týsdagsblaðnum, var konto- nummarið í peningastovunum komið skeivt fyri. Tey, sum vilja stuðla tiltakinum við eini peningagávu, skulu seta peningin á hesa konto. 9181-134.457.0. - jm StÍF – KÍF 24-28 (10-13) KÍF fekk fyrsta sigurin Stjørnan reistist aftur eftir javnleikin seinasta vikuskiftið. Tær vunnu ein tepran sigur á StÍF Mynd: Álvur Haraldsen Andre F. Danielsen var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum, men KÍF vann kortini dystin. Hetta var fyrsti sigurin hjá kollfirðingum í endaspælinum Mynd: Álvur Haraldsen