hósdagur 21. februar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 36 - 21. februar 2002
Nr. 36 - 21. februar 2002
23
Millum tey uppstillaðu til
løgtingsvalið er eisini Kári
Petersen. Hann hevur áður
verið mest kendur fyri at
vera búskaparfrøðingur, og
hann hevur eisini javnan
verið frammi við sínum
hugsanum um búskaparlig
viðurskifti. Hann hevur
eisini áður kunnað kallað
seg tingmann, tí hann sat á
tingi í góðar tríggjar vikur í
1984. Tá var hann eyka-
maður fyri Thomas Arabo í
Norðstreymoy. Nú bjóðar
hann seg aftur fram sum
valevni til løgtingsvalið fyri
Javnaðarflokkin, tí – sum
hann sigur – eg havi altíð
verið javnaðarmaður.
Hann er útbúgvin bú-
skaparfrøðingur, cand. polit.,
og hann hevur starvast við
føroyska búskapinum burt-
urav í mong ár. Hann hevur
eisini tikið ein MBA í
London innan virkisbú-
skap. Í dag er hann 43 ár og
starvast hjá Landsbanka-
num.
Bygging
Sum nevnt hevur Kári roynt
seg sum løgtingsmaður. So-
leiðis sæð er tað kanska
einki at undrast yvir, at
hann velur at stilla uppaftur
hesaferð, men tað er nakað
síðani, at hann gjørdi vart
við seg á politiska palli-
num.
– Eg kundi hugsað mær
at viðvirka við nøkrum
hugskotum, sum kanska
ikki eru í føroyskum poli-
tikki. Eg havi mínar mein-
ingar og hugsjónir – eisini á
øðrum økjum enn bert tí
búskaparfrøðiliga. Eg havi
nøkur ávís øki, ið eg havi
áhuga fyri. Eitt er viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark, har eg sera fegin
vil gera Føroyar búskapar-
liga sjálvbjargnar, sigur
Kári Petersen, tá vit spyrja
eftir, hví hann hevur valt at
trína aftur á politiska leik-
pallin.
Í hugnaliga umhvørvi-
num hjá Landsbankanum
er tað skjótt, at prátið fer at
snúgva seg um búskap, og
hetta er eisini ætlanin.
Tað er tó torført at defin-
era, hvat búskapur snýr seg
um. Í øllum førum er Kári
skjótur at nevna sethúsa-
trupulleikararnar.
Eftir
hansara tykki koma tær
dýru
leiguútreiðslurnar,
sum nógv mugu gjalda,
ikki til nakra nyttu, aðra
enn at gjalda leigu, tí leigan
gevur onga uppsparing.
Hesi eru tey, ið ikki hava
ráð at fylgja við á sethúsa-
marknaðinum.
– Skapaðu vit heldur
karmar fyri størri íbúðar-
bygging – serliga í Havn –
har tær einkultu eindirnar
vóru um 70-80 m2 og prís-
urin lá um 800.000, so fóru
pengarnir heldur til eina
uppsparing, heldur enn út
gjøgnum vindeyga. Hetta
hevði serliga komið væl við
hjá barnafamiljum, sum
eisini seinni kundi selt hetta
aftur og keypt sær okkurt
annað. Hetta hevði verið
møguligt, tí tey í veruleika-
num hava spart upp um
400.000 kr., sigur Kári
Petersen.
Eftir hvat hann sjálvur
hevur kannað, so kann
henda verkætlanin gerast
veruleiki. Byggilendi er til
staðar í Havnini, og bygg-
ingin kann gerast á ein so
góðan hátt, at hetta fer at
rigga saman við føroyska
landslagnum. Kári veit at
siga, at útreiðslurnar høvdu
ligið um 5.000
kr. netto um
mánaðin, og
eftir 10 ár
vóru
fólk
komin
væl
u p p u n d a n ,
soleiðis at tey
hava
eina
uppsparing, og
slept verður undan tí órætti,
ið verður gjørdur móti
teimum ungu familjunum.
– Fíggjarlógin er økt 950
mió. síðani hetta landsstýr-
ið kom til, og tað fær stóra
ávirkan, tá útreiðslurnar
verða hækkaðar upp á so
stutta tíð; sethúsapríshækk-
ingar hava verið nógv størri
enn
lønarhækkingarnar
hesi seinastu fýra árini, og
hetta ger tað serliga trupult
hjá teimum ungu barna-
familjunum, sum ikki fáa
nóg nógv burturúr Sam-
stundis er talið av húsum
ikki voksið nakað serligt
tey seinastu fýra árini, og
hetta økir bert um trupul-
leikan, sigur Kári Petersen.
Tað krevur ein breiðan
rygg til at bera eina sovorð-
na verkætlan, men hetta
hevur Kári eisini eina loysn
upp á. Fíggingin til hetta
átakið kundi Kára væl
hugsað sær kom úr Húsa-
lánsgrunninum. Grunnurin
hevur, sambært Kára, onga
uppgávu eftir í dag, tí pen-
ingastovnarnir røkja tað, ið
Húsalánsgrunnurin setti út í
kortið at gera.
– Tað er ógvuliga gleði-
ligt, at samgongan hevur
gjørt nakað fyri pensjónist-
arnar, men tað manglar í
stóran mun nakað til barna-
familjurnar. Sum støðan er
nú hevur ein familja, tvey
vaksin og tvey børn, minni
eftir enn tveir pensjónistar,
ljóðar tað frá Kára.
Blokkur
Tað er einki yvir at dylja, at
kjakið um føroyska bú-
skapin seinastu fýra árini
einamest hevur snúð seg
um blokkstuðulin úr Dan-
mark. Nógv hava fólkini
verið, sum annaðhvørt hava
talað at og talað fyri hesum
góða blokki, sum kemur
siglandi úr Danmark á
hvørjum ári.
– Eg eri ikki fyri full-
veldi. Eg haldi, at tað hevur
sera stóran týdning, at vit
gera føroyska búskapin
meira sjálvbjargnan, men
fullveldismaður eri eg ikki,
sigur
Kári
Petersen.
Hann
tekur
undir við sjálvs-
stýrisuppskoti-
num hjá Javn-
aðarflokkinum,
og har tað ser-
liga tillagingin
av blokkinum, ið
hann heldur vera eitt stórt
stig tann rætta vegin.
– Vit skulu fastfrysta
blokkin á einari ávísari
upphædd, soleiðis at blokk-
urin við tíðini minkar tvey
prosent í virði á hvørjum
ári, metir Kári.
Orsøkin til, at virðið á
blokkinum minkar, um
hann verður fastfrystur, er,
at búskaparvøksturin og in-
flatiónin í Føroyum hevur
hetta árini á hann. Vøkstur-
in í føroyska búskapinum
er um fimm prosent, men
tað stóð eisini rættliga illa
til fyri nøkrum árum síðani.
Búskaparligt sjálvbjargni
hevur sera stóran týdning í
huganum hjá Kára Petersen
– eisini við atliti at fram-
tíðini.
– Tann komandi eldra-
bylgjan fer at hava við sær
munandi broytingar í dan-
ska og føroyska samfelag-
num. Soleiðis at vit í 2015
ikki skulu vænta okkum at
fáa nakran blokkstuðul, tí tá
hava danir ikki ráð at gjalda
hann longur.
Eldrabylgjan er tað stóra
talið av pensjónistum, ið
eru væntandi innan alt ov
nógv ár, orsakað av broytta
samfelagsmynstrini
við
m.a. longri livialdri, verður
talið av pensjónistum nógv
fleiri, og hetta fer eisini at
kosta samfelagnum. So
mikið stórur er kostnaður-
in, sambært Kára, at ráð
ikki verða til eins stóran
blokk frá danskari síðu til
Føroya.
– Eg trúgvi, at blokkurin
sum heild er hvørki av tí
ónda ella góður. Hann er
bara tað, ið vit gera hann til
sjálvi. Um eitt landsstýrið
byrjar at trýsta pengarnar
innyvir samfelagið, tá støð-
an í búskapinum er góð, so
er hann ringur, og vit fáa
hollendska sjúku av hon-
um. Verður hann koyrdur
inn í búskapin, tá tíðirnar
eru ringar, so er hann fínur.
Hann er tað, ið vit nýta
hann til. Eg eri sum heild
av teirri sannføring, at hann
hevur gjørt nakað gott fyri
føroyska samfelagið, metir
Kári.
Um hollendsku sjúkuna
er tað at siga, at hetta er ein
búskparlig “sjúka”, sum
kemst av, at ein ov stór
mongd av peningi kemur
inn í pengarensli, og hetta
ger, at lønarlagið og prísr
hækka og kappingarførið
minkar.
– Landsstýrið, ið hevur
sitið nú, hevur prógvað sín-
ar egnar spádómur um, at
blokkurin er ringur fyri
Føroyar. Tey hava økt nýt-
sluna í Føroyum upp á 950
mió. upp á fýra ár, har nak-
að av nýtsluni er í parta-
feløgum, ið liggja uttanfyri
fíggjarlógina. Tá ið tú trýst-
ur so nógvar pengar inn í
búskapin so mást tú fáa in-
flatión. So sitandi lands-
stýrið hevur ikki dugað at
brúkt blokkin, og tað eru
serliga tær ungu familjur-
nar, ið betala prísin fyri
Kári Petersen:
Mugu hava búskaparligt sjálvbjargni
– Vit skulu fastfrysta blokkin á
einari ávísari upphædd, soleiðis at
blokkurin við tíðini minkar tvey
prosent í virði á hvørjum ári
– Tann komandi eldrabylgjan fer at
hava við sær munandi broytingar í
danska og føroyska samfelagnum.
Soleiðis at vit í 2015 skulu vænta
okkum at fáa muandi minni blokk-
stuðul, tí tá hava danir ikki í sama
mun ráð at gjalda hann longur.
Blokkurin eigur at verða frystur
fastur, soleiðis at virðið av honum
minkar líðandi, sigur Kári Petersen
m.a. í samrøðu við Sosialin um bú-
skap og løgtingsval
LØGTINGSVAL / SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Myndatekstur “inni”: Kári Petersen stillar upp fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoy. Hann
hevur áður sitið á tingi sum varamaður í Norðstreymoy. Hann starvast til dagligt sum
búskaparfrøðingur, og hann hevur fingist við føroyska búskap tað mesta av sínum vaksna lívið.
Millum ynskini hjá honum er eitt ynski um ein triðja føroyskan banka.
hetta, metir Kári.
Sambært Kári kundi ver-
ið sloppið undan hesum við
antin at fastfrysta blokkin
ella nýta blokkin í staðin til
at gjalda aftur skuldina, í
staðin fyri at skerja hann
eisini við 366 mió.
Loysnin, sambært Kári,
er, um blokkurin fyrst verð-
ur nýttur til at niðurgjalda
skuldina og síðani frysta
blokkin, soleiðis at hann
minkar í virðið, og føroyski
búskapurin verður betri
fyri.
– Vit skulu brúka meira
av honum tá íð tað eru ring-
ar tíðir og minni í góðum.
Tað er somuleiðis neyð-
ugt at vit fáa ein búskapar-
grunn, so eingangsinntøkur
ikki verða brúktar í einum
einstøkum ári, og harvið
trýsta eina inflatión í
gongd.
Tað sama er galdandi fyri
oljuinntøkurnar. Skulu vit
fáa nakað burturúr oljuni,
so er neyðugt, at vit hava
ein búskapargrunn. Annars
er stórur vandi fyri at allur
peningurin, ið kemur inn í
búskapin, bert førir til eina
stóra inflatión, heldur Kári.
Eingin oljuinntøka skal í
landskassan, men latast til
grunnin. Útrokningar hjá
Kára siga, at um vit hava
eins nógva olju sum Het-
land, so kunnu
vit rokna við
at
fáa
18
milliardir
í
oljuinntøku.
Um
realav-
kastið er 3 %,
so gevur eitt
s t o v n s f æ
uppá 18 mia.
kr. eina árliga rentuinntøku
uppá 540 mió. kr. til
føroyska samfelagið.
– Hetta er ein góð helvt
av ríkisveitingini. Tað er
neyðugt, at viðtøkurnar
um, at búskapargrunnurin
bert kann útgjalda realav-
kastið, verða staðfestar í
stýrisskipanarlógini, sigur
ein avgjørdur Kári Peters-
en.
Kapping
– Tað skal nógv meira
kapping til í Føroyum. Eg
trúgvi ikki upp á hetta við
at kontrolera, men eg haldi
tað so heilt greitt er ov lítið
av kapping í Føroyum. Vit
hava t.d. bara tveir bankar
og sum heild er tað lítið
innan hvørja vinnugrein.
Tað besta fyri brúkarin er
kapping. Á hesum økinum
er, eftir mínum tykki, ein-
gin annar máti enn at fáa
marknaðin at virka, og her
kundu vit eisini dugað bet-
ur at endurnýggja okkum í
Javnaðarflokkinum, sigur
Kári Petersen.
Tað verður oftani sagt, at
búskaparfrøðingar av tí
nýggja slagnum eru allir
líka, og hetta er Kári Peter-
sen kanska ikki heilt ó-
samdur við. Hann kennir
tað neyðugt, at vinnan og
kappingin verður løgd í
hendurnar á marknaðar-
kreftunum, tí hetta vil í
síðsta enda skapi betri úrslti
fyri borgararnar.
– Eg kundi hugsað mær,
at vit høvdu ein banka
afturat í Føroyum. Hetta
vildi givið betri kapping, og
skapt betri fortreytir fyri
føroyska
búskapin.
Eg
haldi væl, at mann frá al-
mennari síðu kann fara inn
her og umskipa ein av al-
mennu
stovnunum
ella
grunnunum til ein banka,
metir Kári Petersen.
Høvuðspersónurin hevur
sum sagt búð í Onglandi,
og har hevur eisini kent ein
annan hugburð innan kapp-
ing enn í Føroyum.
– Har er ein øgiliga hørð
mótstøða móti øllum tí, ið
kundi koma undir einkartil-
gerð í vinnulívinum, og
hetta er líka mikið, um tú
ert høgra ella vinstra sinn-
aður. Har er tað bara bein-
hørð kapping, ið allir flokk-
ar taka undir við, sigur
Kári.
Her hjá okkum er tað ein
onnur støða, heldur Kári.
– Høgra sinnaðir flokkar
halda eisini hondina yvir
teirri skipan, ið vit hava.
Allir flokkar ganga inn fyri
vælferðarsamfelagnum
meira ella minni í Føroy-
um, og hetta gera teir eisini
í Danmark, har ein nýggjur
liberalur flokkur kemur til
ræðið við teirri skrá at nýta
fleiri pengar upp á sjúkra-
húsverkið, hugsar Kári.
Í
spurn-
i n g i n u m
um privati-
sering hev-
ur Javnað-
a r f l o k k i -
num eisini
markerað
seg
vera
meira vinar-
ligan móti privatiseringum
enn áður. Eitt nú hevur
Javnaðarflokkurin víst á, at
tað hevur stóran týdning, at
Føroya Tele fær innskotið
kapital.
Kári er av teirri fatan, at
tað hevur sera stóran týd-
ning, at vit gera okkum
greitt, hvussu landið liggur
í hesum førinum.
– Tað eru nakrar fyritøk-
ur, sum heilt einfalt eru
betri egnaðar enn aðrar at
privatisera. Í spurninginum
um Fiskavirking og Fiska-
søluna og hinar privatu
fyritøkurnar, ið gjørdust al-
mennar undir kreppuni, er
tað í mínar verð eingin ivi,
at hesar skulu aftur á privat-
ar hendur. Hesar egna seg
at fara á privatar hendur,
men tað er púra burturvið í
mínari verð at tosa um at
privatisera heilsuverkið, tí
hetta egnar seg als ikki til
privatisering, sigur Kári
Petersen.
Hann vísir á dømi við
Sambandsríkinum, har tað
nógva av heilsuverkinum er
á privatum hondum. Har er
heilsuverkið eisini nógvar
ferðir dýrari at reka, enn
tað er hjá okkum, tí tey
duga eisini at vinda burtur-
úr sjúkum fólki, metir Kári.
Hjá Kára er kappingin alt-
avgerandi. Hetta gevur eitt
betri tænastustøði í síðsta
enda. Eisini mugu vit fylgja
við gongdini, og teirri støð-
ugu altjóðagerðing, ið fer
fram, eitt nú við Føroya
Tele, sum eigur, sambært
Kára, at sleppa frítt at lut-
taka á hesum marknaði-
num.
– Vit hava ongan virðis-
brævamarknað, tí tað er
ikki hend nøkur privatiser-
ing, og tað er ikki hend
nøkur privatisering, tí tað er
eingin virðisbrævamarkn-
aður, sigur Kári Petersen.
Vil mann hava føroyingar
at keypa eitt nú Føroya
Banka, so ber ikki til at
selja í einum høggi. Eg
haldi, at vit skulu hava min-
st ein banka á føroyskum
hondum, men enn hava vit
bert tveir, og tað skuldi
helst verið tríggir, heldur
Kári, sum tó ikki heldur tað
vera nakað negativt, um út-
lendskir íleggjarar keypa
sær ein part av Føroya
Banka.
Vinna
Kári Petersen er av teirri
heilt greiðu fatan, at fiski-
vinnan í Føroyum kann
rekast
meira
rationelt.
Fiskidagarnir skulu gerast
umsetiligir innanfyri bólk-
arnar.
– Lógirnar binda fiski-
vinnuna fasta í ov stórum
kapasiteti. Vit høvdu fingið
munandi meira burturúr,
um vit lótu upp fyri møgu-
leikanum fyri færri skipum
við fleiri fiskidøgum. Ein
minni og meira rationellur
floti hevði í síðsta enda giv-
ið størri yvirskot, metir
Kári.
Hann heldur, at tað hevur
sera stóran týdning, at
fiskivinnan verður effektiv,
men sær samstundis stóra
møguleikar í aðrari vinnu,
sum eitt nú innanfyri gen, tí
her eru føroyingar nakað
veruliga serstakt, og vit
eiga ikki at vera bangin fyri
nýggjum
møguleikum,
heldur Kári.
Framtíð
Sum nevnt aðrastaðni verð-
ur munandi meira av pen-
sjónistum í Danmark innan
heilt nógv ár, og gongdin
vil eisini síggjast í Føroy-
um. Tølini hjá høvðusper-
sóninum siga, at tey eldru
kosta einar 750 mió í dag. Í
2030, tá næsta ættarlið
verður pensjónistar, verður
tað talið eini 1.200 mió, og
hetta gevur eina broytta
mynd, tí talið av arbeiðsfør-
um veksur við 10%, men
pensjónistatalið veksur 50-
60% frá um 6.000 til gott
og væl 10.000. Tað vil siga,
at tað vera færri til at gjalda
munandi meira. Hetta pass-
ar í Kárasa verð ikki serliga
væl saman við fullveldis-
kósini í tí, at blokkurin
verður avtikin.
– Skulu vit hava ráð til
hospital og annað í framtíð-
ini, krevst at vit finna eina
loysn á eldraøkinum, tí
tørvurin bara veksur. Tað,
ið landsstýrið hevur gjørt
higartil við at hækka pen-
sjónirnar, uttan at hækka
uppsparingina, ger bara
trupulleikan á fíggjarlógini
verri, heldur Kári fyri.
– Vit mugu harafturat
fara ígongd við at spara upp
beinanvegin, tí hetta gevur
okkum betri kort á hondini
í einari framtíðarstøðu. Vit
fáa eisini eina heilt aðra
støðu á eftirlønarøkinum í
Føroyum. Landsstýrið hev-
ur ikki gjørt nakað fyri at
loysa trupulleikanum, tí til
tess krevst ein uppspard
pensjón. Mann má finna
eina loysn á hesum sum
skjótast. Loysnin má liggja
uttanfyri landskassan, men
ein blandað privat og
solidarisk loysn er ein
møguleiki,
sigur
Kári
Petersen.
– Eg havi sjálvur arbeitt
við føroyska búskapinum
tað mesta av mínum vaksna
lívið, og eg meti tað vera al-
neyðugt, at funnin verður
ein breið politisk semja um
framtíðar føroyska búskap-
in, sigur Kári at enda.
Myndatekstur “úti”: –Vit
mugu harafturat fara
ígongd við at spara upp
beinanvegin, tí hetta gevur
okkum betri kort á hondini
í einari framtíðarstøðu. Vit
fáa eisini eina heilt aðra
støðu á eftirlønarøkinum í
Føroyum. Landsstýrið hevur
ikki gjørt nakað fyri at loysa
trupulleikanum, tí til tess
krevst ein uppspard pen-
sjón. Mann má finna eina
loysn á hesum sum skjótast.
Loysnin má liggja uttanfyri
landskassan, men ein
blandað privat og solidarisk
loysn er ein møguleiki, sigur
Kári Petersen.
Eg eri ikki fyri fullveldi. Eg haldi, at
tað hevur sera stóran týdning, at vit gera
føroyska búskapin meira sjálvbjargnan,
men fullveldismaður eri eg ikki
C
M
Y
K
23
22