Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 24 Sosialurin Ársinsjólahandil – Jólini er høgtíðin tá familjan savnast, børnini koma heim saman við abbabørnum. Hetta er høg­ tíðin tá vit leggja dent á at vísa næstrakærleika, um sorgan og fyrigeving, sigur Uni Danielsen í Hoyvík. Tað eru nógvir vakrir jólasálmar, men ein sum hevur sett seg fast í mínum sinni er “Hin vænasta rósan er funnin”, skrivaður av Hans Adolf Brorson í 1732. Hetta er ein vakur sálmur, góður melodiur og ein av mest sungnu sálmum á jólum. Sálmurin er góður sum inspiratión og frágreiðing til jólaboðskapin, og hevur eina góða myndatalu, har vænasta rósan spírar fram ímillum hvassastu tornir og bjargar tann “í syndini sekaða gróður”. Á henda hátt verður urtagarðurin allur bjargaður, tó eru nakrar plantur sum eru ov stoltar, sum mugu læra at vera meiri eyðmjúkar. – Men tá øll familjan dansar um jólatræðið jólaaftan, tá finna vit lættari sálmar sum vit næst­ an duga uttanat, so sum “Gleðilig Jól”, “Eitt barn er føtt í Bethlehem” og “Føgur er foldin”. Men “Nissu­ mamma og nissupápi” og líknandi sangir verða eisini sungnir, við stórari undirtøku, sigur Uni Danielsen. Hetta er mín jólasangur Uni Danielsen: Hin vænasta rósan Hin vænasta rósan er funnin, á hvassastu tornum útrunnin. Vár Jesus, tann rósan, hon gróði, hvar fólk fast í syndini svóvu. 2. Frá heiður vár spiltist hin fríði Guðs bílæt at bera til prýði, lá verøld í villu og oyði, í synd vit tá øll burtur doyðu. 3. Guð rósuna læt tá fram spíra at reinska og bøta vár' dýra í syndini sekaða gróður, so aftur hann verða kann góður. 4. Øll verøld seg eigur at frøa og lovsálmar mangar at kvøða; men stutt er tann kunnleiki nomin, at rósan til jarðar er komin. 5. Tit harðvunnu tistlar og dáar, hví halda tit tykkum so háar? Hví standa tit altíð so reystir í spillandi stórlæti festir? 6. O, leitið at eyðmjúkum støðum, for Jesusi grátið á knøum! Tá fáa tit Jesus í talu; tí rósurnar vaksa í dali. 7. Mín Jesus, tú veri í vali mær rósa og dýrgripur sæli! Tær eitrandi lystir tú oyðir, til kross tín meg blídliga leiðir. 8. Lat verøld meg háða og aga, lat tornarnar stinga og naga, lat lakið tey yvir meg breiða, eg rósuna altíð vil eiga.arð føddur hin góði. Brorson 1732. Ókendur. VÆNASTA RÓSAN Sálmurin “Hin vænasta rósan” er góður sum inspiratión og frágreiðing til jólaboðskapin, og hevur eina góða myndatalu, har vænasta rósan spírar fram ímillum hvassastu tornir og bjargar tann “í syndini sekaða gróður”, sigur Uni Danielsen í Hoyvík Hin vænasta rósan ­ Á Gud forbarmi seg! Er tað nakað, eg ikki orki fyri við jólunum, so er tað tann so øgiliga hyggeligi jólatónleikurin, sum verður spældur allastaðni, nonstop, frá november og út í januar, sigur Rólant Waag Dam, ið er ættaður av Norðskála, men býr í Danmark. Undir yvirskriftini: “Jólatónar og jólavaml” gevur hann sítt boð uppá jólatónleik: Tað einasta góða, eg kann siga um jólatónleik, er, at hann hjálpir mær at halda linjuna so nøkulunda, tí eg missi matarlystin av at hoyra »Last Christmas«, »Koyr okkurt í mína hosu«, »All I Want For Christmas« og »Nissumamma og nissupápi«. Jólatónleikur er sum rís a la mande. Øll skulu eta rís a la mande á jólum. Tað er obligatoriskt og tú sleppur ikki undan. Tað er tó ikki einasti felagsnevnarin. Tað tykist eisini sum um, at uppskriftin er nakað tann sama í báðum førum. Rís a la mande er í roynd og veru gjøgnumkókað rís, vavt saman við róma, vanilju og sukur. Henda feita, søta og ósunna samanseting er tó ikki nóg mikið, tí aftan á dýggja vit greytin undir í kirsuberjasós. Nakað soleiðis er nógvur jólatónleikur eisini. Gjøgnumkókaður og uttan substans. Sukur, við sukur omaná. Nikolaj Peyk skrivaði sangin »Jul, det’ cool«, sum koppaði øllum jólahugnanum – eisini matinum – á høvdið. Tað er kalt á jólum, tað er dýrt at keypa gávur, fólk brúka pengar sum tey ikki eiga og eta mat, tey ikki burdu etið. Lagið er bygt á Sleigh Ride hjá Leroy Anderson, kryddað við alskyns klisje’um og einum fangandi og einføldum hiphop­beati. MC Einar rappar og ljóðar so passaliga irriteraður og troyttur, sum um hann ikki eingong tímir at innspæla sangin. Veldigur sangur sum fangar essensin av jólum ­ tað sum øll hugsa, men eingin sigur. Hetta er mín jólasangur Rólant Waag Dam: Jul, det’ cool Det skete i de dage i november engang, at de første kataloger satte hyggen i gang. Det' jul, det' cool, det' nu man hygger sig bedst. Det er julebal i Nisseland, familiernes fest. Med fornøjet glimt i øjet trækker folk i vintertøjet, til den årlige folkevandring op og ned af Strøget. Der bli'r handlet, pakket ind og der bli'r købt og solgt, tøsne, snot i næsen, det er pissekoldt. Det er vinter, man forventer vel lidt kulde og sne; men det' er da klart at så'n en sag må komme bag på DSB. Intet vrøvl har de forsvoret, det de helt sikre på; men ved den første rim på sporet går møllen i stå. Folk de tripper, skælder ud og ser på deres ure, og sparker efter invalide, ynkelige duer. Der er intet man kan gøre, de sure buschauffører, gør det svært at praktisere julehumør. "Gå så tilbage, for helvede," råber stodderen hæst. Men det jul, det cool, det nu man hygger sig bedst. Det' jul, det' cool, gran og lirekasser, der er mænd, der sælger juletræer på alle åbne pladser. 12 bevægelige nisser og en sort mekanisk kat i et vindue ud mod Strøget trækker flere tusind watt. Kulørte gavepakker i kulørte juleposer, selv i Bilka, Irma og alle landets Brugser, er der ægte julestemning og gratis brunekager, der er hylder fyldt med hygge, der er hygge på lager, og hos damerne i Illum kan man få det som man vil, "Kontant eller på konto, hr.? Skal prisen dækkes til?" De smiler og er flinke, mest til fruerne i minke, og gi'r gode råd om alt fra sexet undertøj til sminke, og vi andre fattigrøve, vi kan gå i Dalle Valle, der er damerne så flinke, at de smiler pænt til alle. Der er masser tøj i kasser, der helt sikker passer. Dett jul, dett cool, gran og lirekasser. Det jul, det cool, kig dig lidt omkring, 15.000 mennesker i Magasin. De har våde lædersko, de har halstørklæder på, og de har overfrakker, gavepakker, masser de skal nå; men de hygger sig, selvfølgelig gør de det, plastikstjerner, plastikgran og plastiksne. Sætter stemning i systemer, det så nemt og nul problemer, køb blot julestuens julesæt med fire fine cremer, eller sukkerkrukker, pyntedukker, pænt, mondænt og ganske smukt og søde sæt med proptrækker, glas og øloplukker. Fra en skjult højtaler installation; "Et barn er født i Betlehem" i Hammondorgel-version. Vi' traditionsbundne folk i traditionernes land, så vi hygger os, li' så fint vi kan, og særlig uundværlig det er Magasin. Det' jul, det' cool, kig dig lidt omkring. Jul, det' cool, sikke tiden den går, der er intet lavet om siden sidste år, det' de samme ting vi spiser ,det' de samme ting vi laver, de samme ting i TV, de samme julegaver, samme penge problemer, det er dyrt og hårdt, udelukkende overtrukne kontokort. Overflod og fråds med familie og med venner, samvittigheden klares med en u-landskalender. Det er julefrokost tid, traditionsbælleri, spritkørsel, utroskab og madsvineri, vi har prøvet det før vi ved præcis hvad der sker, slankekur i Januar og alt det der, det' et slid; men der er lang tid til næste år. Det' jul, det' cool, sikke tiden den går. Jeg drømmer om en hvid sandstrand, med palmetræer og sommervejr, så vil jeg fejre julen ved swimmingpoolen langt væk fra sne og juletræer MISSUR MATARLYSTIN – Tað einasta góða, eg kann siga um jólatónleik, er, at hann hjálpir mær at halda linjuna so nøkulunda, tí eg missi matarlystin av at hoyra »Last Christmas«, »Koyr okkurt í mína hosu«, »All I Want For Christmas« og »Nissumamma og nissupápi«, sigur Rólant Waag Dam