mikudagur 22. desember 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
24
blaðið
ævintýr
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað er 1. desember í tí góða ári 2010.
Vit eru stødd á postkontórinum hjá
jólamanninum í Nuuk. Vit – tað eru
dagligi leiðarin á hesum sjáldsama
og einasta kontóri av sínum slag í
heiminum, føroyska Theresa Kreutz
mann og so miðlamaðurin úr Miðla
húsinum í Havn.
Hví júst vitja eitt postkontór í Nuuk
í Grønlandi hesa ársins tíð kundi verið
spurt. Svarið er púra greitt. Tí hetta er
eitt so einastandandi uppfinnilsi, at
mong munnu teir býir og lond vera,
sum øvunda Grønlandi hetta tiltak,
sum eftir øllum at døma er komið fyri
at verða.
Onnur lond sum t.d. Finland hava
roynt at taka patent uppá jólamannin,
men tað bleiv also Grønland, sum
vann hesa kapping – við íblástri og
eini hjálpandi hond frá heimskenda
Disney. Tá hann í sínum víðagitnu
teknifilmum gjørdi Norðpólin til
heimstaðið hjá jólamanninum lá tað
so ræðið fyri hjá grønlendingum sum
næsta bygda granna at gerast veruliga
livandi og fólksliga heimstaðið hjá
hesum fyri øll heimsins børn felags
vini. Ì dag halda nevniliga tey flestu,
at Grønland er veruliga heimstaðið hjá
jólamanninum.
Ein kann vissuliga siga, at hetta
er branding, sum vil nakað. Og hetta
tiltakið hevur síðani bara vundið uppá
seg fyri hvørt ár. Grønlands er heimsins
størsta oyggj, har tað tó flestu staðni er
illa framkomiligt. Tí hevur jólamaðurin
sjálvandi eina postadressu, og hon
er 2412 Nuuk. Og tað man neyvan
vera nøkur postadressa hjá børnum í
heiminum, sum er vorðin meira brúkt
enn júst henda.
Føroyska Theresa
Og at standa á odda fyri hesum for
vitnisliga og øðrvísi tiltakinum
hava grønlendingar sett tí føroysku
kvinnuna Theresu Kreutzmann, sum
sjálv heldur, at hon hevur fingið eitt
tað besta arbeiðið í verðini.
Arbeiðið fevnir m.a. um at lata upp
øll tey forvitnisligu brøv, sum børn úr
øllum herðashornum í heiminum senda
til kontórið hjá jólamanninum í Nuuk.
Í brøvunum eru allir hugsandi lutir til
jólamannin.
Tiltakið er vorðið ein so mikið stór
succes, at tey á postkontórinum í Nukk
hava fingið ikki sørt av høvuðbrýggi av
tí stóra áhuganum, sum tiltakið hevur
fingið, og sum tí krevur alsamt meiri
pening og orku at umsita.
Børn, sum skriva til jólamannin,
hava higartil øll fingið svar, men tað
er vorðið sera kostnaðarmikið at skula
svara øllum, nú hvørt bræv kostar bara
í frímerkjum 10 kr.
– Vit royna tó enn at svara aftur
uppá brøvini og kortini, tí bæði Nuuk
býur og handilslívið í býnum royna at
stuðla hesum, men tað verður torførari
og torførari at svara øllum brøvunum,
sum bara blíva fleiri og fleiri, ja upp í
30.000 higartil í ár. Í dag hava vit júst
fingið ein sekk frá postverkinum, og
helvtin av honum var úr Taiwan. Í tí
partinum av verðini er tað rættuliga
stórur áhugi fyri jólamanninum, hóast
Grønland liggur so langt burturi. Tá
so fólk haðani vitja her keypa tey
sjálvt danskar bøkur um jólamannin,
sum tey so fáa yvirsett, tá tey koma
heim.
Stóran týdning
Tað at man kann marknaðarføra
Grønland sum bú og heimstaðurin
hjá jólamanninum hevur eftir øllum
at døma ómetaliga stóran týdning fyri
Grønland. Ein kanning er gjørd, har
spurt verður, hvaðani børnini halda
jólamaðurin kemur, og har eru tað
framvegis 90%, sum siga, at jólamaðurin
kemur úr Grønlandi.
Fyri 20 árum síðani varð Santa Claus
Greenland Foundation sett á stovn fyri
nettupp at kunna liva upp til ta vón
man hevði givið heimsins børnum um,
at heimstaðurin hjá jólamanninum
var Grønland. Tá var ein sera flottur
jólapakki sendur út til børn, sum
skrivaðu til jólamannin í Grønlandi,
men tað skuldi vísa seg at gerast alt
ov dýrt í longdini, jú meira vælumtókt
hetta tiltak bleiv. So tað er man farin
burtur frá, soleiðis at man í dag roynir
at svara øllum brøvunum heldur uttan
nakra gávu.
Theresa leggur aftrat, at tey fáa eisini
rættiliga nógv brøv úr Føroyum.
Barnadreymur gerst veruleiki
Eingin ivi er um, at hetta tiltakið, har
Jólamaðurin
býr í Grønlandi
Hvat meira ævintýrkent kanst tú sum ferðaMannastJóri ynskja tær
enn at kunna Marknaðarføra eitt land við sjálvum JólaManninuM,
sum millum børn kring allan Heim er vorðin sjálv ímyndin av
Jólahátíðini! ta gávuna Hevur føroyski leiðarin á kontórinuM
Hjá JólaManninuM í nuuk, theresa kreutzMann fingið.
Theresa Kreutzmann og heimskendi postkassin hjá jólamanninum í Nuuk
Mynd: Jan Müller