Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 27. desember · Nr. 176 Sosialurin Áki Bertholdsen Stendur tað til vanliga før­ oyingin, skal Rúsan avtakast og ístaðin skulu vit hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum. Tað vísir ein nýggj velj­ ara kanning, sum Gransk­ ingar depilin fyri Samfelags­ menning hevur gjørt fyri Sosial in. Hendan nýggja veljara­ kanningin vísir enntá, at tað er trivaligur meiriluti í fólk inum fyri fríari rús­ drekkasølu. Kanningin vísir nevniliga, at 59,9% av føroyingum vilja hava fría rúsdrekkasølu. Harafturat eru 11,6% av fólkinum, sum onga avgjørda meining hava um tað, tí tey siga, at tey eru hvørki samd ella ósamd. Sostatt eru tað bara 28,5% av fólkinum, sum beinleiðis siga, at tey eru ímóti eini fríari rúsdrekkasølu. Ongin trupulleiki Herfyri var nógv kjak í Løg­ tinginum um Rúsan skuldi sleppa at halda til í eini handilsmiðstøð og um hon kundi hava somu úthurð sum aðrir handlar í eini handilsmiðstøðini. Í veruleikanum brúktu tinglimir so nógvar ferðir meiri tíð upp á at kjakast um inngongdina í Rúsuni, enn teir brúktu um at avgreiða landsins týdningarmestu lóg, fíggjarlógina, eftir at fíggjarnevndin var liðug við sítt arbeiðið. Tað var Miðflokkurin, sum vildi hava Løgtingið at samtykkja, at Rúsan skuldi ikki sleppa at hava handil, har inngongd eisini er til aðrar handlar. Nettupp hetta um hølis­ viðurskiftini hjá Rúsuni var eisini eitt, sum spurt varð um í nýggju veljarakanningini. Og her er ongin slingur í valsinum. Heili 67,2% taka undir við, at Rúsan kann saktans verða saman við øðrum handlum, samstundis sum 12% hava onga avgjørda meining um hetta. Sostatt eru bara 20,8% av fólkinum, sum krevja, at Rúsan skal hava sína egnu inngongd. aki@sosialurin.fo Stórur meiriluti fyri fríari rúsdrekkasølu í Føroyum VELJARAKANNING Ein spill­ fesk veljarakanning vísir, at føroyingar vilja hava rúsdrekka í teir vanligu handlarnar 7 LITRAR Formaðurin í Fólka heils­ uráðnum sigur, at vit eiga undir ongum um­ støðum at seta tiltøk í verk, sum økja nýtsluna. Tí er hann ímóti fríari sølu. – Skulu vit hava greiðar linjur, skulu vit heldur seta tiltøk í verk, sum minka nýtsluna. Við hesum heldur hann ikki, at tað er neyðugt at herða sjálva lógina, tí hann tekur avgjørt undir við teirri skipan, vit hava nú við eini einkarsølu. – Tá ið rúsdrekkalógin varð broytt, og vit fingu Rúsuna í 1992, var enda málið, at nýtslan skuldi haldast undir sjey litar av alkoholi fyri hvørt fólki. ­ Tað hava vit megnað, so vit eru á heilt góðari leið við teirri skipan, vit hava í dag. Hann staðfestir eisini, at skal nýtslan regulerast, hava vit eitt sera effek­ tivt amboð at stýra nýtsl uni. Og tað er prísurin! Fyri nøkrum døgum síðani fortaldi Sosial­ urin, at sølan hjá Rúsuni er minkað næstan 25% seinastu tíðina. Stjór in í Rúsuni heldur, at Rúsan er besta baro ­ metrið fyri, hvussu tíði ­ rnar eru í sam felag num og beinan vegin Eik gav skarvin yvir og Fiska­ virking fór á húsagang, hildu fólk uppat at keypa rúsdrekka. ­ Hetta sigur eitt sindur um, hvussu viðbrekin rúsdrekkasølan er mót­ vegis prísbroyt ingum. Hann staðfestir tí, at skal nýtslan minkast, er lættasti mátin at seta prísin upp. Kortini er hann nøgdur við støðuna sum hon er, tí nýtslan er undir teir sjey litrarnar fyri hvørt fólki, sum vit settu okk­ um sum hámark, tá ið Rúsan varð sett á stovn. Sum
tað
varð
spurt
og
við
teimum
svarmøguleikum,
hin
spurdi
hevði
fyri
sær: ;úsdrekkalógin
eigur
at
verða
>roy?,
so
vanligir
handlar
kunnu
sel@a rúsdrekka. N= % Púra
samd(ur) 186 44,2 Samd(ur) 66 15,7 Hvørki
samd(ur)
ella
ósamd(ur) 42 10,0 Ósamd(ur) 46 10,9 Púra
ósamd(ur) 74 17,6 Veit
ikki
/
leggi
ikki
í
at
svara 7 1,7 421 100 Samandrigið: % Taka
undir
við 59,9 Taka
ikki
undir
við 28,5 Ivasom 11,6 100,0 Hendan talvan vísir, hvussu stór undirtøkan er í føroyska fólkinum fyri fríari rúsdrekkasølu í Føroyum Hendan talvan vísir, hvat fólk halda um ætlanina at forða fyri, at Rúsan er saman við øðrum handlum Pál Weihe, formaður í Fólka­ heilsuráðnum, heldur ikki, at tað rætt, at Rúsan húsast undir sama taki, sum aðrir vanligir handlar. Sostatt er hann ikki samd ur við tí stóra meiri­ luta, sum í okkara nýggju veljarakanning halda, at tað skal bera til hjá Rúsuni at hava handil, har eisini aðrir handlar eru. – Eg haldi, at vit eiga at verja Rúsuna sum stovn, og tí eigur hon at vera fyri seg sjálva, sigur Pál Weihe. – Tað er ikki rætt, at Rúsan lænir sína at dráttar­ megi til aðrar handlar. Tá ið Rúsan nú kortini ger tað, er skjótt, at eisini aðrir handlar eisini kunnu krevja at fáa ágóðan av teirri at­ dráttarmegi, sum Rúsan hevur. Tí heldur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, at Rús­ an skal vera leys av øðrum handlum. – Vit eiga at tryggja, at tað er so lítið at finnast at hjá Rúsuni sum gjørligt, legg ur hann afturat. Men so heldur hann eis­ ini, at táið vit fara at keypa rúsdrekka, skal tað vera eitt tilvitað val. – Rúsdrekka skal ikki vera impulskeyp, sum vit brádliga gera, tá ið vit fara í aðrar handlar at keypa okkurt heilt annað, sigur hann. Samstundis heldur hann, at vit skulu hava eina sterka Rúsu, sum tryggjar okkum eitt stórt og gott úrvæl, so at eisini tey, ið veruliga virðismeta gott vín, gott øl og gott rúsdrekka, eisini kunnu fáa sítt í Rúsuni. Tað eru mong, sum halda, at fáa vit fría rús drekka­ sølu, fer úrvalið at versna munandi, tí ongin privatur handil fer at hava serstakar vørur á goymslu. Rúsan skal verjast Tað er trivaligur meiriluti fyri fríari rúsdrekkasølu