Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. desember 2010 · Nr. 176 6 Sosialurin Tey bestu verða við Planet Awards bjóðar aftur í ár framførslur frá fleiri av teimum bestu innan føroyskan tónleik, og lagt verður upp til eitt gallashow, sum sjáldan hevur verið at sæð í Føroyum Dyrnar lata upp kl 21, har Deep og Rás2 bjóða vælkomstdrink og okkurt lætt til matna. Livandi tónleikur verður í niðaru hæddini í Deep. Í samstarvi við Tutl verða fleiri góðar framførslur frá kendum tónleikarum. kl 22 stundisliga byrjar tað heilt stóra brakið á ovaru hæddini. Har verða handanir, undirhald og framførslur frá fleiri av teimum bestu í 2010. Á stóra pallinum á ovaru hæddini verða Eivør, Hanus G. Johansen, Anna Faroe, Grandma's Basement, Kim Hansen og Eyðun Nolsøe, Filip Mortensen, Uni Debess og Petur Háberg, og kvøldið endar við einum braki frá Páll Finni Páll á ovaru hæddini, meðan tað verður caféstílur við Jam Session frá fleiri av kendastu tónleikarum okkara, t.d. Martin Joensen, Eyðun Nolsøe, Debess Blues Train, Gipsy Train, Magnus á Stongunum, Bárði Johannesen og Kristian Blak og vinum. Við nýggju heiðurslønunum, ársins besta tónleikamynd og ársins besta You TUbe video er eisini lagt upp til undirhald, sum ikki hevur verið at sæð á Planet áður.