mánadagur 27. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. desember · Nr. 176
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Verður frí rúsdrekkasøla
í Føroyum, kunnu vit sam
stundis siga við vissu, at
nýtslan fer at veksa.
Pál Weihe er formaður í
Fólkaheilsuráðnum og hann
er ikki í iva, tá ið vit spyrja
hann um hansara støðu til,
at vit fáa fría rúsdrekkasølu
í Føroyum og sostatt ganga
fólkaviljanum á møti, soleiðis,
sum hann kemur fram í velj
arakanningini, sum vit um
røða her í blaðnum í dag.
Og í hesum sambandi er
støða hansara haraftur ímóti
púra greið:
– Vit skulu ikki hava fría
rús drekkasølu í Føroyum.
Ikki ynskiligt
Hann vil bara siga sína hugs
an útfrá einum fólka heilslu
ligum sjónarmiði.
Og útfrá tí heldur hann
als ikki, at tað er ynskiligt at
veksa um nýtsluna.
– Skuldu vit gjørt nakað,
skuldu vit heldur sett til tøk í
verk fyri at minka rús drekka
nýtsluna, heldur hann.
Hann sigur, at fáa vit
fría rúsdrekkasølu, er mest
sann líkt, at vit fáa somu
rúsdrekkanýtslu sum tey
hava í Danmark, har nýtslan
er 1112 litrar av reinum alko
holi fyri hvørt fólki.
Í Føroyum er nýtslan niðri
á undir sjey litrum um árið,
ella beint undir tað.
– Tað er sanniliga ikki
ynski ligt, at rúsdrekka nýtsl
an í Føroyum verður økt,
sigur formaðurin í Fólka
heilsu ráðnum.
Fleiri skaðar
Pál Weihe sigur, at í takt við
at rúsdrekkanýtslan økist,
veksa eisini heilsuligu og
samfelagsligu avleiðingarnar
fyri samfelagið.
Fáa vit økta rús drekka
nýtslu í Føroyum, vita vit
eisini við vissu, at nýtslan
fer at økjast og samstundis
vita vit somuleiðis við vissu,
at skaðarnir av rús drekka
nýtsluni fara at økjast.
Hann sigur, at í hesum
sambandi hugsar hann ikki
bara um, at so verða tað fleiri
fólk, sum fara at doyggja av
drykkjuskapi.
– Eg hugsi um rús drekka
skaðar í víðastu merkist og
sostatt hugsi eg eisini um
at ovurnýtsla av rúsdrekka
oyðileggur arbeiðsevnini hjá
fólki, tað oyðileggur evnini at
vera familjumenniskja og tað
oyðileggur tey sosialu evnini
at liva og virka ímillum fólk.
– Tað er so skjótt, at fólk,
sum drekka, ikki geva sítt
íkast til samfelagið, sum tey
annars høvdu gjørt.
Hann vísir samstundis
á, at danskir myndugleikar
hava lækkað tilmælið fyri,
hvussu nógv rúsdrekka, tað
er ráðiligt at drekka, tí om
an á alt annað, tykist rús
drekka eisini at vera krabba
meinselvandi.
Pál Weihe sigur, at gera
vit rúsdrekka lættari at
komu ligt, skulu vit bara vita,
at tað fer at koma ein eyka
rokning til samfelagið, bæði
menniskjansliga, sosialt og
eisini í beinleiðis útreiðslum
til heilsuverk, almannaverk og
í niðursettum arbeiðsførleika
og tað rokningina skulu vit
vera til reiðar at rinda.
Formyndarí
Nú eru tað mong, sum halda,
at tað er yvirformyndarí at
hava so stranga rúsdrekkalóg
og at fólk eiga sjálvi at gera
av, hvussu nógv tey drekka?
– Tað er púra rætt. Men
vit eru øll partur í væl ferðar
samfelagnum, og tí má væl
ferðarsamfelagið eisini hava
rætt til at seta tiltøk í verk,
sum avmarka teir skaðar,
sum vit vita við vissu, fylgja
í
kjalarvørrinum
øktari
rúsdrekkanýtslu.
– Seta vit tiltøk í verk, sum
økja rúsdrekkanýtsluna, fer
rokningin til væl ferðar sam
felagið at veksa, og tí eigur
vælferðarsamfelagið eisini
hava ræt til at seta til tøk í
verk, sum avmarka nýtsl
una.
aki@sosialurin.fo
Nógv fleiri før oy
iNgar fáa skaða
av rúsdrekka
FRÍ RÚSDREKKASØLA Fáa vit fría rúsdrekkasølu í Føroyum, skulu vit bara vita, at bæði tann
menniskjansliga og tann samfelagsliga rokningin verður stór, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum
Í baklás
Mangan verður sagt, at teir, politikarar, sum vit velja í Løgtingið, eru settir at
umboða fólkið og fólksins vilja.
Men sambært veljarakanningini er tað als ikki tað, teir gera í spurninginum um
okkara rúsdrekka politikk.
Tí sambært veljarakanningini er stórur meiriluti fyri eini frælsari rúsdrekkalóg.
Men í Løgtinginum eru framvegis so mikið nógvir løgtingslimir, sum fullkomiliga
fara í baklás, tá ið hetta kemur upp á tal, at tað er als onki, sum letur seg gera.
Hvørja ferð, rúsdrekkaspurningar hava verið frammi í Løgtinginum, eru tað ein
bólkur av tinglimum úr fleiri flokkum, sum altíð eru til reiðar at seta samgonguna í
veð fyri at forða fyri, at nakrar sum helst broytingar henda fram ímóti eini frælsari
rúsdrekkalóg.
Tí hendir púra onki í málinum, og tí kunnu vit enntá ikki so frægt sum sleppa
at gera tær vørur sjálvir, sum vit annars frítt kunnu innflyta og brúka so galið,
vit vilja.
Rúsdrekka skal ikki
vera impulskeyp
Rúsan
skal vera
leys av
øðrum
handlum
Á góðARi LEið
Tá ið rúsdrekkalógin varð broytt, og vit
fingu Rúsuna, var málið, at nýtslan skuldi
haldast undir sjey litrar fyri hvørt fólkið.
Tað hevur hepnast, og tí heldur formaðurin í
Fólkaheilsuráðnum, at vit eru á rættari leið.
Sostatt er hann eisini ímóti fríari rúsdrekkasølu