Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 27. desember 2010 · Nr. 176 Sosialurin eru hettar løg, ið vaksa og gerast betur og betur hvørja ferð tú hoyrir tey. Í so máta kann sigast at tú sum lurtari fært nakað, ið helst heldur í langa tíð. Let The Dog Drive Home livur upp til hinar útgávurnar hjá Teiti, tó er hettar ikki í eins stóran mun ein konsept fløgan, eins og; The Singer var tað. Leggjast kann afturat at tað er Teitur sjálvur, ið hevur tekna skemtiligu tekn ingar­ nar í fløguhúsanum. 10. The Dreams Revolt Fyrst góvu teir fløgu út har teir sungu á føroyskum. Síðan kom út fløga har tekstirnir vóru danskir, og í ár broyttu teir so aftur mál til enskt. The Dreams kunnu sigast at hava sama slogan sum sjálvs stýris­ flokkurin hevði til seinasta val, »Stig fyri stig«. The Dreams, við tí karismatiska, og mangan skemt­ ingar sama odda mann inum Hans Edvard Andreasen, Ætla sær at náa langt. Og til vitað valdu teir fyrst at sigra í Før oyum, síðani í Danmark, og nú royna teir alt teir eru mentir at náa uppá heimsins hægstu tindar. Um framt hava framført nógv í Dan mark, so hava teir fýra eisini gjørt um seg í Týsklandi í seinastuni, har teir hava umboðað teirra nýggjasta útspæl; Revolt. Ein fangandi fløga við væl spældum og framleiddum emo­punk tónleiki, og løgum sum; Under The Sun, United We Fall og This Is Not A Love Song. 11. Eivør Larva Hon bergtók fleiri okkara aftur í ár við feskari útgávu, framleidd av gávu ríka Jens L. Thomsen, og spæld av kendum tónleikarum so sum Mikael Blak, Høgna Lisberg og Benjamin Petersen. Á Larva tekur Eivør Pálsdóttir tann meira myrka og rokk­kenda tráðin uppaftur, ið hevði ligið í friði síðani Clickhaze góvust. Hennara frálíka útgáva av Kate Bush lagnum; Hounds Of Love, hevur verið nógv at hoyra, og er útgávan sum heild áhugaverd og meira nýskapandi enn tað, sum hon hevur gjørt innan fólkatónleikin. Eivør er eisini við á aðari nýggjari fløgu sum kallast: Wamp, ið norska kringvarpið hevur framleitt. 12. Grandmas Basement Grandmas Basement Eins og Dynamit eru Grandmas Basement eisini frá Klaksvík, og fáast eisini við skemtiligan tónleik. Men satt at siga eru teir meira í familju við Páll Finnur Páll, enn við Dynamit. Tí at tekstirnir hjá Grandmas Basement skemta stundum við álvarslig evni og eru á tann hátt við til at bróta niður tabu í samfelagnum. Okkurt lagið á frumútgávuni er vorðið hitt her á landi, og somuleiðis hava teir verið stórfagnaðir á konsertum bæði í heimbýnum og kring um landið. Vónandi ein bólkur, ið vit koma til at hoyra meira til í 2011. 13. Kular Røtur Frískar Steintór Rasmussen er aftur frammi við frískum kulum rótum, saman við fleiri kendum tónleikarum og sangarum, og børnum sum ganga í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Her er talan um fitt fangandi løg til børn, skrivaði og spæld av føroyingum. Millum tey, ið sungið og spælt hava eru Arnfríð Lútsen, Mikkjal Hvannastein, Steintór Rasmussen, Jógvan Hansen, Karl Martin Samuelsen, Pætur við Keldu, Erik Biskopstø, Rógvi Jacobsen og Lív Næs. 14. Kvinna Jólafløgan Vælumtókta kvinnu blaðið, sum nógv mannfólk eisini lesa, fekk í ár tað frálíka hugskot at geva út jólafløgu við føroyskum song­ kvinnum. Lesarar hjá blaðnum og onnur við hava tikið sera væl undir við útgávuni, sum væntandi var við framúr góðum avrikum frá eitt nú Lenu Andersen, Lindu Andrews, Gurðið Hansdóttir og Maluni Eyðuns dóttir. Royndu kór ini Cantabile og Suð eru eisini at finna á hesu væl eydnaðu jólafløguni hjá Kvinnu, ið vónandi ikki er tann fyrsta og síðsta. 15. Hallur Joensen Smile Hann varð føddur í Klaksvík í 1967 og byrjaði sína lívleið sum tónleikari fyrst í hálvfemsinum sum forsangari í bólkinum; Western Blues, ið helt til í Dan mark. Fyrst fløguna sum einstaklingur gav hann út í 2008, undir heiti; Pickin' Time In Nash­ ville, sum gjørdist mest selda fløga her á klett unum tað árið. Árið eftir kom seinna fløgan á markn aðin við heitið; Smile, har m.a. heitislagið beinan vegin beit á hjá útvarps lurt­ arum. Hansara íblástrar keldur eru risar so sum; Hank Williams og Merle Haggard, og leggur Hallur seg eftir at flætta sína egnu lívssøgu uppí sínar tulk ingar av nøkrum av hansara yndis country­ løgum. Fyriuttan at 2009 varð árið har; Smile kom út, so varð tað eisini árið tá Hallur slapp uppá pall í heimlandinum at tulka perluna; Kiss An Angel Good Morning, saman við ongum øðrum enn country legendini Charlie Pride. 16. Elin Brimheim Heinesen Yndisløg Endiliga kom hon á marknaðin, fløgan sum fleiri hava bíða eftir í spenningi í langa tíð. Sum heitið sipar til eru hettar yndisløg hjá Elin og Ad Libitum, og hóðast summi av teimum hava útlendskan uppruna, so verða tey allar flestu tulkaði á føroyskum, á ein fagran og stillis­ ligan hátt. Elin hevur gjørt nógv burturúr bæði tónleikinum og fløguhúsanum, og merkist at tey, ið spæla og syngja, gera tað við hjartanum. 17. Popplist 9 Árliga Popplist fløgan er aftur á marknaðinum við einari røð av løgum, sum merkti árið 2010. Fyri uttan at kend nøvn so sum Teitur, Eivør og The Ghost eru at finna, so er eitt sum sermerkir Popplist í ár tað, at heili 8 av teimum 20 løgunum ikki eru útgivin á fløgu áður. Millum hesu eru løg við Unn Paturson, Eyðum Nolsøe & Kim Hansen, Hamferð, Jákup Veyhe og Petur Jacobsen. Eitt gott gávuhugskot um tú vilt lata onkran vita nakað av tí sum er farið fram í føroyskum tónleiki seinasta árið. 18. Eg Sá Ein Eingil Umframt at Kringvarpið tók stig til »Syng mín sál« í ár, hava starvsfólkini har eisini framleitt jólafløguna »Eg sá ein eingil«, við einum hópi av góðum føroyskum tónleikarum. Løgini her hava øll verið at hoyrt í sambandi við jólakalendarin í útvarpinum, ið børnini trúføst fylgja við í. Guðrið Hansdóttir, Finnur Jensen (páll Finnur Páll), Petur Háberg (Bet You Are William), og Jensina Olsen hava syngja løgini. Elin á Rógvu hevur skriva allar tekstirnar. 19. Sølva Ford Eg Treingi, Treingi Til Tín Sjarmerandi sangkvinnan er aftur frammi við nýggjum løgum, og eru vit fleiri sum fegnast um tað. Talan er um religiøsan tónleik, ið navnframi Ólavur á Váli Olsen hevur upptikið og framleitt, umframt at hann eisini spælur og syngur á løgunum. Aðrir kendir tónleikarar her á landi eru somuleiðis við, millum aðrar Gunnar Guttesen og Óli Poulsen. 20. The Ghost War Kids Teir báðir Filip og Urbanus, ávikavist frá Tórshavn og Klaksvík, spæla eitt slag av elektro rokki, og hava heinta íblástur frá m.a. The Strokes og The Flaming Lips. Røddin hjá Filip er sera rein og sannførandi, og verður tónleikurin settur saman á ein fangandi og snildan hátt, ið ger teir til eitt frálíkt boð uppá ein bólk, ið hevur gávur sum kunna gera at The Ghost kunna koma at røkka langt í umheiminum. Føroyski ljóð snillingurin Óli Poulsen ljóð­ blandaði; War Kids útgávuna.