Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 27. desember · Nr. 176 Sosialurin ella Á landsfundi í morgin skulu sóknarumboð atkvøða um, hvørt Føroya Fiskimannafelag skal halda fram sum partur av Samtaki ella ikki Mynd: Karstin Vang heimahoyrandi á Toftum, Nú er skipið heimahoyrandi á Strondum, og Mortan er eisini ein av eigarunum. Næst besti línubátur í ár er Stapin, sum er heima­ hoyrandi á Toftum. Stapin hevur fiskað fyri slakar 14 miljónir krónur, og skipari er Jákup E. Eidesgaard, ið er granni hjá Mortani á Eiði. Útgerðarmaður hjá Kambi og Stapanum er hin eini og sami, Kristmund Jo­ hanne sen, sum hevur skriv­ stovu í Frostgoysmluni á havna lagnum hjá Runavíkar havn. Longa og brosma Mortan Mortensen hevur ført línuskip, síðan hann var 27 ára gamal í 1988. – Fyrsta skipið, eg førdi burt ur av, var Thomas Ny­ gaard. Eg fór at føra Thomas Nygaard í 1989 og førdi førdi skipið í fimm ár. Síðan fór eg umborð á línuskipið, Sig­ mund. Mortan Mortensen sigur, at nú so nógvur smátoskur hevur verið at fingið í ár, hava teir fyri tað nógva roynt á djúpari vatni. – Ein stórur partur av veiðini hjá okkum í 2010 hev ur soleiðis verið longa og brosma, sigur royndi skip arin. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Aðalfundurin hjá Føroya Skipara­ og Navigatørfelag verð ur hildin í morgin, týs­ dagin 28. desember í Norður­ landahúsinum, og fundurin byrjar klokkan 11. Fyrsta mál á skránni á aðalfundinum verður árs­ frágreiðing um virksemið hjá felagnum, og her fer for­ maðurin, Eyðstein Djur huus, at greiða frá. Roknskapurin verð ur framlagdur til góðkenn­ ing ar, eins og val verður at nevndarlimum, grann skoð­ ara og tiltaks grann skoðara. Ásetan verður av lima­ gjaldi, og síðan verður ”ym­ iskt” á skránni. Umráðandi at møta Eyðstein Djurhuus, formað­ u r í Føroya Skipara­og Naviga tørfelag, sigur, at um­ ráðandi er, at limir møta til aðalfundin. – Tað er umráðandi, at so mangir sum gjørligt møta. Um felagið framhaldandi skal veita limum sínum eina nóg góða tænastu, er neyðugt at hoyra, hvørji sjónarmiðini hjá limunum eru, sigur for­ maðurin. Aðalfundurin hjá FSN verður hildin í nýggju fund­ arhøllini í Norður landa hús­ inum, sum nevnist “Skálin”. – Vit meta hetta hølið vera sera vælegnað til okkara aðal fund, sigur formaðurin. Samráðingar Eyðstein Djurhuus vísir á, at í løtuni eru sáttmála sam ráð­ ingar fyri bæði fiski skipa­ flotan og Strandferðsluna. – Gongdin í samráð ing­ unum benda ikki á nakra skjóta semju. Tað er ser liga fyri fiskiskipini, har mót­ parturin hevur sett fram rættiliga ósmæðin krøv. Mill­ um annað verður kravt, at oljan skal verða loyvd felags­ útreiðsla í øllum sáttmálum. Eisini eru onnur víðfevnd krøv sett fram, sigur for­ mað urin í Føroya Skipara­ og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, nú aðalfundur verður í morgin. Sáttmálin fyri farma­ og frálandaskip er uppsagdur til at fara úr gildi 1. mars 2011. vilmund@sosialurin.fo - Tað er umráðandi, at so mangir limir sum gjørligt møta til aðalfundin, sigur formaðurin, Eyðstein Djurhuus Mynd: Vilmund Jacobsen Reiðarar við víð- fevndum krøvum AÐALFUNDUR – Gongdin í samráðingunum, sum eru í løtuni, bendir ikki á nakra skjóta semju. Tað er serliga fyri fiskiskipini, at mótparturin hevur sett fram rættiliga ósmæðin krøv, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag