mánadagur 27. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. desember 2010 · Nr. 176
10
Sosialurin
Grandma’s
Basement
Frísku
fýrarnir
í
Grandma’s
Basement hava havt eitt gott ár.
Eftir at teir hava gjørt vart við seg
á konsertum, tóku teir eitt veruligt
stig inn á føroyska tónleikapallin
við teirra fyrstu útgávu. Og teir
hava fingið fleiri hitt millum
føroyskan
ungdóm.
Hon
fær
ongantíð nokk hevur verið nógv
at hoyra, og sangir sum Gay og
Getze eru eisini blivnir kendir. 2010
hevur verið gjøgnumbrotsárið hjá
Grandma’s Basement.
Atkvøð fyri Grandma’s Basement:
Send »pla bn1« til 1906
Hamferð
Tey kalla tað doom-metal. Tað
er harður, myrkur rocktónleikur,
og Hamferð spæla hetta slagið
av tónleiki so væl, at bólkurin
vann talentakapping fyrr í ár. Tað
hevði við sær framførslur á stóru
festivalinum, og har vísti bólkurin,
at hann hevur nakað heilt serstakt
og spennandi at bjóða. Og nú er
bólkurin júst komin við nýggjari
útgávu og fyri framman bíða
konsertir kring landið.
Atkvøð fyri Hamferð: Send »pla bn2« til 1906
Anna Faroe
Nógv
hava
vitað
um
Annu
Nygaard, at hon hevði talent, og
veruliga kundi blíva til nakað
innan tónleikin. Hon hevði vunnið
Ársins songrødd og spælt nakað
kring landið, men tað var í X Factor
kappingini hjá DR, at hon av álvara
gjørdi vart við seg. Hon sang
framúr væl, dugdi væl at framføra,
og endaði sum ein av profilunum í
X Factor. Í ár gav hon eisini fyrstu
fløguna hjá sær í Danmark.
Atkvøð fyri Annu: Send »pla bn3« til 1906 Bárður
Johannesen
Við útgávuni Ancient Forgotten
Stories stígur Bárður Johannesen
av álvara inn í ljósið sum tónleikari.
Hann var mest sum eitt óskrivað
blað áðrenn hesa útgávuna, men
hann vísur seg sum ein góðan
sangskrivara og sangara. Hann
skrivar penar sangir og syngur
teir væl, og hann gevur greiðar
ábendingar um, at hann eisini eigur
meira í sær til komandi útgávur.
Atkvøð fyri Bárði Johannesen:
Send »pla bn4« til 1906
Fróði Hansen
Seinastu tvey árini hevur Fróði
Hansen verið alsamt meira virkin
sum tónleikari og sangskrivari.
Í fjør kom fløga út frá honum,
og í summar var ein EP send út.
Við langa heitinum Patience is
a motherfucker when you are
living life in slow motion ger Fróði
Hansen aftur vart við seg, og
hann hevur í ár havt framførslur í
Danmark.
Atkvøð fyri Fróða Hansen:
Send »pla bn5« til 1906
The Dreams
Føroyski
rockbólkurin
buldrar
fram uttanlands, og nú hava teir av
álvara vunnið seg seg inn á týska
marknaðin. Í heyst hava teir havt
nógvar framførslur kring Týskland,
og sangir hjá teimum eru givnir út
har. Í Danmark eru teir framvegis
eitt populert navn, og onnur
lond vísa áhuga fyri føroyska
rockbólkinum.
Atkvøð fyri The Dreams:
Send »pla bl1« til 1906
ORKA
Nýskapandi og sermerktur bólkur,
sum fær tey undarligastu ljóðførini
at rigga í sínum egna samanhangi.
ORKA osar av orku, teir duga
framúr væl at framføra live, og
tað hava teir víst bæði heima og
burturi. Alt botnar í frálíkum
tónleiki, sum teir sjálvir smíða.
Atkvøð fyri ORKA: Send »pla bl2« til 1906
Páll Finnur Páll
Tað slepst ikki undan Páll Finnur
Páll í føroyskum tónleiki í løtuni.
Bólkurin við teimum mongu kendu
sangunum hevur seinastu tvey
árini av álvara sligið sítt navn fast í
føroyskum tónleiki, og í ár hava teir
serliga brillierað við fantastiskum
live-framførslum.
Atkvøð fyri Páll Finnur Páll: Send »pla bl3« til 1906
Týr
Í fleiri ár hava tónleikararnir í
Týr ferðast kring alt Europa –
og aðrastaðni eisini – við sínum
mergjaða rocktónleiki. Týr selir
eisini fløgur, sum eingin annar
føroyskur bólkur uttanlands, og
teir hava veruliga víst føroyingum,
hvussu tað ber til at gera originalan
rocktónleik við festi í føroyskari
mentan.
Atkvøð fyri Týr: Send »pla bl4« til 1906
Hanus G.
Johansen
Í ár rundaði Hanus G. Johansen 60
ár, og hetta er samstundis árið, har
hann gav tvær fløgur út. Hanus er í
stórformi á nýggju fløgunum, og á
konsertum hevur hann eisini víst,
at hann er betri enn nakrantíð áður.
Ein verulig legenda í føroyskum
tónleiki, sum framvegis imponerar
við útgávum og framførslum.
Atkvøð fyri Hanus: Send »pla bl5« til 1906
Besti nýggi bólkur/einstaklingur
Ársins einstaklingur/bólkur