mánadagur 27. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. desember · Nr. 176
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í morgin, týsdagin, 28. de
semb er,
heldur
Føroya
Fiski mannafelag sín árliga
lands fund, sum í ár verður í
høl unum hjá Føroya Arbeið
ara felag, Tjarnadeild 7 í
Havn.
Á landsfundinum, sum
byrjar klokkan 10, fer felags
formaðurin, Jan Højgaard,
at leggja fram ársfrágreiðing
felagsins fyri árið 2010.
Framløga verður eisini av
grannskoðaðum rokn skapi,
og val verður av grann
skoðara.
Á skránni verður eisini
ásetan av limagjaldi.
Innkomin mál
Seinasta,
sum
sambært
skránni
fyri
landsfundin
verður til viðgerðar á lands
fundinum í morgin, er inn
komin mál.
Freistin hjá sóknum at lata
inn uppskot er úti tríggjar
vikur
fyri
landsfundin,
sum annars er hægsta vald
felagsins.
Føroya Fiskimannafelag
hevur ikki viljað upplýst,
um mál eru komin til lands
fundin.
Sosialurin hevur tó fingið
at vita, at eitt mál er komið
frá tveimum sóknum, sum
leggur upp til, at Føroya
Fiskimannafelag tekur seg úr
samstarvinum við Samtak.
Í sínum grundgevingum
vísa sóknirnar á, at fiskimenn
og arbeiðsfólk á landi ikki
altíð hava somu áhugamál,
og tí meta sóknirnar, at
felagið eigur at taka seg úr
aftur Samtaki.
Áhugamálini, sum ikki
sam pakka, eru eitt nú, at
Samtak ikki er fyri, at fiski
skip, sum veiða undir Før
oyum, kunnu framleiða fisk
in umborð.
Trupult at meta
Landsfundurin hjá Før oya
Fiskimannafelag verð ur skip
aður av sóknarformonnunum
ella øðrum umboði fyri sókn
irnar. Hvør sókn ella umboð
fyri hvørja sókn hava eina
atkvøðu í part á lands fund
inum.
FF hevur eisini eina sjó
mannadeildin, sum hevur
fundarrætt og atkvøðurætt
í felags áhugamálum.
Felagsstjórnin, sum er
felagsformaður og sýslu for
menn, hava taluog upp skots
rætt, men ikki atkvøðurætt.
Felagslimir hava rætt at
møta á fundinum og hava
talurætt.
Landsfundurin í Føroya
Fiskimannafelag kann sam
tykkja at senda mál til at
kvøðugreiðslu millum lim
irnar.
Torført er at meta um,
hvørja lagnu eitt uppskot
um, at FF tekur seg úr aftur
Samtaki, kann fáa, men givið
er, at spennandi verður at
síggja, hvussu leikur fer í
einum slíkum máli, sum fyri
ein part av stjórn og limum
felagsins annars kann vera
nokso prinsipielt – bæði fyri
og ímóti.
Nýggjur sáttmáli
Eitt annað mál, sum ikki
beinleiðis er á skránni, men
sum ivaleyst verður viðgjørt
á landsfundinum, er truplu
sáttmálasamráðingarar, sum
í løtuni eru millum fiskimenn
og reiðarar.
Sum skilst, er langt mill
um partarnar, og tað gongur
striltið at nærkast hvørjum
øðrum.
Soleiðis, sum gongdin hev
ur verið í samráðingunum
higartil, kann alt spyrjast
burtur úr – eisini verkfall ella
verkbann.
vilmund@sosialurin.fo
Fiskimenn við
uttan samtak
LANDSFUNDUR Til landsfundin í Føroya Fiskimannafelag í morgin skjóta
tvær sóknir upp, at felagið tekur seg úr Samtaki. Uppskotsstillararnir
meta, at áhugamálini hjá fiskimonnum og arbeiðsfólki á landi ikki altíð
kunnu sameinast, og tí mæla teir til, at felagið tekur seg úr Samtaki
Lítið man vera at ivast
í, at felagsformaðurin,
Jan Højgaard, ynskir,
at felagið hjá honum
heldur fram í Samtaki
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Kambur er besti línubátur
í Føroyum í ár. Skipari og
manning hava fiskað til
samans 1350 tons í ár, sum
eru seld fyri slakar 16 mil
jónir krónur. Árið í fjør var
eitt sera vánaligt ár hjá línu
skipaflotanum, og tá fisk aði
Kambur fyri slakar 12 miljón
ir krónur.
Skipari á Kambi er royndi
línuskiparin av Eiði, Mortan
Mortensen. Hann hevur ført
Kamb, síðan skipið fekk hetta
navn fyri hálvum fjórða ári
síðan.
Kambur er fyrrverandi
Jógvan Norði, sum tá var
Kambur besti línubátur í Føroyum
FISKIVINNA Nú árið er um at verða liðugt,
er greitt, at línuskipið Kambur hevur størsta
veiðivirðið í 2010, slakar 16 miljónir krónur
Kambur hevur fiskað fyri
slakar 16 miljónir kónur í
2010, og næstur honum er
Stapin, sum hevur fiskað fyri
slakar 14 miljónir krónur
Mynd: Vilmund Jacobsen