mánadagur 27. desember 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 27. desember 2010 · Nr. 176
Sosialurin
Rasmus Rasmussen, Tutl
2010 hevur, meir enn nakað
annað ár áður, verið metal árið
mikla hjá okkara plátufelagið
Tutl. Eitt nú hevur groove-
thrashmetal bólkurin SIC givið
tvær fløgur út. Fyrst eina fína
live-fløgu við heitið: "Si Vis
Pacem - Para Bellum", og seinni
kom so høvðusverkið: "Fighters
They
Bleed",
upptikin
og
ljóðblandað av teimum fremstu
innan tunga metal heimin í
Danmark, og er ljóðið í serflokki
má sigast.
Melodiski
og
progressivi
metal bólkurin Synarchy lat
úr hondum sína væleydnaðu
frumfløgu "Scars Of Gratitude",
sum teir presenteraðu á turné
í summar í útlondum í Evropa,
umframt at teir hava verið ein
tann virknasti konsert-bólkurin
í Føroyum í ár.
Sangarin í Týr, Heri Joensen,
má sigast at verða ein sera
skapandi maður. Tí umframt at
Napalm Records góvu "By The
Light Of The Northern Star"
fløguna út í fjør, so hevur Heri
eisini fingið stundir til eitt síðu-
project sum kom á marknaðin
við fløgu í byrjanini av 2010. Her
er talan um bólkin Heljareyga,
sum umframt karimatiska Týr-
frontmannin, er mannaður við
ungum føroyskum talentum
sum hava gjørt vart við seg
á
føroyska
metal-pallinum
seinastu árini. Heri fæst ikki
við føroysk kvæði í Heljareyga,
men skrivar hinvegin episkar
føroyskar tekstir sum eru eitt
sindur meira persónligir enn
tað, hann syngur í Týr. Ein vøkur
frumfløga og vónandi verður
meira at hoyra frá Heljareyga,
sum spældu sína fyrstu konsert
í Føroyum fyrr í ár.
Jú nógv metal er givið út í
Tutl í ár, og ballið steðgar ikki
her. Umframt Skálmøld, so
hevur
føroyski
doom-metal
bólkurin Hamferð eisini givið
sína fyrstu fløgu út í desember
í ár. Hamferð hava hugtikið og
tikið føroyingar í hópatalið á
bóli við teirra dragandi doom-
tónum, sum teir veruliga vunnu
fram við í Sement-kappingini í
byrjanini av 2010. Vinningurin
var studiotíð í upptøkuhølinum
hjá Terja í Nólsoy, og tað eru m.a.
upptøkur hiðani, ið eru at finna á
frumfløguni, ið ber heitið: "Vilst
er síðsta fet", sum gittarleikarin
í bólkinum, Theodor Kapnas,
hevur framleitt og ljóðblandað.
Tutl gav fløguna út 14.
desember og Hamferð fara á
konsertferð fyrsta vikuskiftið
í januar. Hvar og nær sæst her:
www.myspace.com/hamferd
Um 2011 verður líka merkt
av tungum metal-tónleiki sigur
søgan lítið um enn. Men sikkurt
og vist er at øll sløg av tónleiki
fara at streyma inná á sandin
í Tutl-aldum, og vit verða enn
einaferð títt føroyska plátufelag
við feskum útgávum alt árið.
2010
Metal
árið
mikla