mánadagur 27. desember 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. desember · Nr. 176
12
Sosialurin
Birgir Waag Høgnesen
Heili
93
fyritøkur
hava
meldað til Firmakappingina
hjá Rás2 á hesum sinni.
Kappingin í ár er skipað í
fimm lokaløkjum, og hevur
hetta fingið góða undirtøku
frá bæði luttakarum og
lurtarum kring landið
Firmakappingin
hjá
Rás2 henda veturin hevur
fingið
eina
kollveltandi
broyting í mun til hini árini
kappingin hevur verið á
breddanum. Tað hevur verið
rættiliga torført at fáa nóg
nógvar fyritøkur uttanfyri
høvuðsstaðarøkið at melda
til kappingina, og tí varð
avrátt
at
broyta
leistin
kappingin er skipað eftir.
Hendan veturin er kappingin
skipað
í
fimm
lokaløki.
Suðurøkið sum fevnir um
Suðuroynna og Sandoynna.
Vesturøkið sum fevnir um
Vágar og vestara partin av
Streymoynni.
Eysturøkið
sum fevnir um norðara
partin av Sundalagnum og
Eysturoynna.
Norðurøkið
sum fevnir um Norðoyggjar,
og so høvuðsstaðarøkið, sum
fevnir um Havnina, Argir,
Hoyvík og Kollafjørð. Og
hetta setti veruliga gongd á
luttakaratalið av bygd. Og
eru 48 tilmeldingar uttanfyri
høvuðsstaðarøkið.
Stór finaluvika
fyrst í januar
Fyrst í januar verður ein
stór finaluvika á Rás2, har
tríggjar økisfinalur verða
á skránni. Talan verður um
finalurnar í vesturøkinum,
suðurøkinum,
og
í
norðurøkinum.
Fyritøkan
sum vinnur økisfinaluna
fær eitt steyp til áminningar
um tann lokala sigurin, og
sleppur víðari til ta stóru
meistarakappingina, har teir
fimm økisvinnarnir fara at
kappast um rættin at koma
í ta stóru finaluna, har tann
vinnandi fyritøkan vinnur
eina firmaferð fyri 20 fólk
við Norrønu. Í samband við
tær lokalu finalurnar, sum
verða avgreiddar beinleiðis
á Rás2, verður eitt prát við
stjórarnar/arbeiðsleiðarnar
hjá
fyritøkunum,
sum
taka lut í teimum lokalu
finalunum.
Finalan
í
vesturøkinum, mánadagin 3.
januar klokkan 11.25, verður
millum
Vága
Kommunu
og mekanisku deildina hjá
Atlantic Airways. Finalan
í suðurøkinum, týsdagin 4.
januar klokkan 11.25, verður
millum Strandferðsluna og
Radioservice í Vági. Finalan í
norðurøkinum, fríggjadagin
7. januar, verður millum
Fonnflog og Reyniservice.
Vertir í sendingunum eru
teir báðir Heri Simonsen og
James Olsen. Hvør vinnur
endaliga vinningin, sum er
ein ferð fyri 15 starvsfólk við
Norrønu, fæst at vita í 2011.
birgir@sosialurin.fo
Firmakapping
við stórari
undirtøku
Vesturøkið innleiðandi:
Sandavágs Timburhandil/Kovin - Atlantic Airways tekniska deild 15-18 (av 21)
H Dygd Vatnsoyrar - FK Miðvágur 17-15 (av 21)
Vága Floghavn - Hotel 62 Norður 16-15 (av 21)
Luna - Vága Kommuna 12-18 (av 21)
Vestpack-Vágatunnilin 16-15 (av 21)
Vesturøki Undanhálvfinala :
H Dygd - Vága Floghavn 17-21 (av 21)
Vesturøki Hálvfinala 1:
Vestpack - Atlantic Airways Mekaniska Deild 14-16 (av 21)
Vesturøki Hálvfinala 2:
Vága Floghavn - Vága Kommuna 8-19 (av 21)
Suðurøkið innleiðandi:
Radioservice í Vági - Bónus Tvøroyri 12-9 (av 24, eykaspurningur)
TAKS Tvøroyri - Almannastovan Tvøroyri 14-10 (av 21)
Sandoy Seafood - Fysiourgiska Deild Tvøroyri 15-14 (av 21)
Vágs Kommuna - Tvøroyrar Kommuna 15-11 (av 21)
Strandferðslan - Tangavirkið Vágur 15-14 (av 21)
Suðurøkið undanhálvfinala:
Sandoy Seafood - Vágs Kommuna 12-15 (av 21)
Suðurøkið hálvfinala 1:
Taks Tvøroyri - Radioservice í Vági 11-17 (av 21)
Suðurøkið hálvfinala 2:
Vágs Kommuna - Strandferðslan 11-12 (av 24, eykaspurningur)
Norðurøkið innleiðandi:
FonnFlog - Looknorth 16-12 (av 21)
KBI - Reyni Service í Klaksvík 15-16 (av 21)
EL-IN - Vøruhúsið í Klaksvík 15-14 (av 21)
Norðoya Apotek - Sjúkraflutningurin Klaksvíkar Sjúkrahús 12-15 (av 21)
Klaksvíkar Kommuna - Bónus í Klaksvík 15-12 (av 21)
Norðurøkið undanhálvfinala:
Klaksvíkar Kommuna - Sjúkraflutningurin Klaksvíkar Sjúkrahús 15-9 (av 21)
Norðurøkið Hálvfinala 1 :
FonnFlog – EL-IN 12-11 (av 21)
Norðurøkið Hálvfinala 2:
Sjúkraflutningurin Klaksvíkar Sjúkrahús – Reyni Service Klaksvík 14 – 15 (av 21)
Heri Simonsen
James Olsen