Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. desember 2010 · Nr. 176 12 Sosialurin Eivør Í nógv ár hevur hon verið okkara fremsta songkvinna, og hon er fram vegis virkin við útgávum og fram førslum bæði heima og burturi. 2010 hevur verið enn eitt gott og hendingaríkt ár hjá Eivør, og hon hevur eisini roynt at gingið nýggjar leiðir við tónleikinum hjá sær. Eivør kann syngja tær inniligastu, vakrastu balladurnar, og hon kann froysa rocktónleik úr sær. Atkvøð fyri Eivør: Send »pla bk1« til 1906 Guðrið Hansdóttir Í fjør vann hon eina Planet fyri bestu útgávuna í 2009. Í ár hevur hon havt fleiri framúr góðar fram­ førslur við sínum egna tónleiki, og hon hevur eisini verið á ferð uttan­ fyri landoddarnar. Guðrið Hans­ dóttir skrivar og syngur sín egna tónleik, og tað hevur hon gjørt framúr væl á konsertum í ár. Atkvøð fyri Guðrið: Send »pla bk2« til 1906 Lív Næs Hon er eitt lutvíst nýtt navn í føroyskum tónleiki, men hon hevur longu verið við á útgávum og sungið til konsertir og festivalar. Hon hevur eina góða og eyðkenda rødd, og hon dugir væl at tulka teir sangir, sum hon framførir. Atkvøð fyri Lív: Send »pla bk3« til 1906 Anna Katrin Egilstrøð Oddakvinnan í bólkinum Valravn er mest virkin uttanlands. Bólkurin, sum arbeiðir úr frá Danmark, er nýskapandi og spennandi, og tey hava fleiri ferðir verið í uppskoti til heiðurslønir niðri. Anna Katrin Egilstrøð er oddakvinnan í bólk­ inum, og tað er hon á ein sera sann­ førandi hátt. Hon syngur væl og gev ur tónleikinum hjá Valravn rætt­ iliga flog á fløgu og konsertum. Atkvøð fyri Annu Katrina: Send »pla bk4« 1906 Anna Faroe Hetta hevur verið eitt stórt ár hjá Annu Nygaard. Nógvir føroyingar vistu, at hon sang væl, men hennara fantastiska talent gjørdist av álvara kent, tá ið hon tók lut í donsku X Factor kappingini. Hon vísti seg sum helst besta sangara í kappingini, og við framúr live­ framførslum vísti hon seg sum ein sterkan og tryggan sangara. Hetta hevur seinni staðfest á útgávu og konsertum. Atkvøð fyri Annu: Send »pla bk5« til 1906 Jógvan Hansen Føroyska poppstjørnan í Íslandi, Jógvan Hansen, hevur aftur í ár havt eitt framúr gott ár. Hann var við í íslendska grand prixnum og stóð seg sera væl, og hann var eisini aktuellur við nýggjum tónleiki. Samstundis hevði hann úr at gera við framførslum kring alt Ísland, og hann leitaði sær eisini heim til Føroya til onkrar konsertir. Atkvøð fyri Jógvan Hansen: Send »pla bs1« til 1906 Teitur Seinnu árini hevur hann verið eitt av fremstu føroysku tónleika­ nøvnunum yvirhøvur. Hann hevur verið á ferð og hevur spælt víðahvar í Europa og USA. Í ár var hann aftur aktuellur við eini frálíkari útgávu, har hann enn einferð vísur sínar fram úr dygdir sum sangari. Hetta hoyrd ist eisini á framførslum heima og burturi. Atkvøð fyri Teiti Lassen: Send »pla bs2« til 1906 Hallur Joensen Hann er ein tann best umtókti før oyski tón leikarin yvirhøvur. Við frá líkum country­útgávum og enda leys um framførslum kring landið, hevur hann rættiliga vunnið hjørt uni á før oyingum. Í ár upplivdi hann eis ini, at útlendingar av álvara tóku sangir hjá honum til sín, og hann var nógv spældur á contry­ rás um uttanlands. Atkvøð fyri Halli Joensen. Send »pla bs3« til 1906 Jens Marni Hansen Hann hevur eina tað bestu og sterk­ astu rockrøddina her á landi. Hann kann syngja rungandi rock, og hann kann eisini tulka balladur við síni hásu rødd. Jens Marni er virkin og fram vegis millum bestu sangarar her á landi. Í ár gjørdi hann millum ann að vart við seg í Danmark, har hann var við í Grand Prixnum. Atkvøð fyri Jens Marna: Send »pla bs4« til 1906 Brandur Enni Svøríki er blivin annar heimstaðurin hjá Brandi Enni, sum vinnur alt meira fram har. Hann hevur givið nýggja fløgu út í ár, hann hevur spælt konsertir í Føroyum og aðra­ staðni, og árið endaði við eini lang­ ari røð av jólakonsertum kring Svøríki, har Brandur bleiktraði sum ein veru lig stjørna. Hann skrivar nú sín ar egnu sangir og framførir teir meistarliga væl. Atkvøð fyri Brandi Enni: Send »pla bs5« til 1906 Ársins songkvinna Ársins sangari