mánadagur 27. desember 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 27. desember · Nr. 176
Sosialurin
Hóast hann nú fer um
áttati ára aldur, ber hann
høvur hægri enn flest aðrir
bygdarmenn. Stillførur og
fattur. Hvør skuldi trúð,
at árini vóru so mong hjá
hesum manni, sum enn er
við í so mongum leiki í bygd
og av bygd.
Jógvan
Elias
Joensen
f. 28. desembur 1930 var
næsti sonurin hjá Thildu
og Hjalmari við Neyst, sum
barnaár hansara var keyp
maður, reiðari og næst for
maður í kommununi. Jógvan
Elias var uppkallaður eftir
beiggjanum, sum doyði í
sama mánaði árið fyri bert
eitt ára gamal. Mamman
var úr Miðvági, f. Thomsen
1892. Ungur fór Jógvan Elias
í realskúla í Klaksvík og
víðari á keypmansskúla í
Keypmannahavn og tók at
enda hægri handilsprógv á
Niels Brocks Handelsskole
í 1956. Jógvan Elias hevði tí
holla teoretiska barlast til
skrivstovuarbeiði í heilsølum,
handli og virkjum, sum hann
næstu mongu árini røkti, og
sum aðrir duga at siga frá.
Fyrst og fremst hev ur
Jógvan Elias verið bygdar
maðurin, sum á ymsan hátt
hevur havt vælferð hennara
í huga. Hann hevur við ídni
verið við til at bøtt um ella
slóðað fyri nýggjum tiltøkum
bygdini til frama t.d tók
hann saman við øðrum stig
til svimjihyl í fimmtiárunum,
bygdarhús í sjeytiárunum og
Lugarið í nítiárunum. Hann
hevur m.a. verið formaður
í vatnfelagnum Áargarður,
formaður í Ognarhaganum,
grannskoðari í kommununi
og stevningarmaður, var í
Frost, er í Tavuni, er fíggjar
ligur ráðgevi í Bygdar húsin
um, hevur verið ella er enn
í stýrinum fyri Norðoya
Spari kassa og í nevndini hjá
Lyons Club Eysturoy og so
fram vegis. Nú er hetta so
beskeðið sagt, so sum Jógvan
Elias sjálvur vildi sagt tað.
Beskeðin er hann, ger ikki
hóvasták burtur úr sær
sjálv um, er opin og heldur tó
kortini nær bróstinum. Men
Tavumenninir hava tikið til,
at stóð á í onkrum máli, hevði
Jógvan Elias vektina.
Jógvan Elias er hegnis
maður og hartil fróðarmaður.
Hann treður dansin, telgir
tættir bæði um fólk, um kór
og kommunuval, hann kvøðir
bygdini hásong og savnar
siðsøguligt tilfar. Serstakliga
er nógv myndatilfar savnað,
sum hevur verið at sæð á
sólarkaffi í Bygdarhúsinum,
onkabarninum hjá Kristi
onnu, konuni, og honum.
Eitt framúr væleydnað til
tak
bæði
Bygdarhúsið
og sólar kaffið. Eitt av tøk
unum síðstu árini hevur
verið saman við øðrum at
fáa Leirvíkar bygdarsøgu
skrivaða.
Og vesturskinið litar fjøll og
skørð,
alfagrir geislar farga líð og
fjørð.
Í favni tínum kenni eg mær
trygd
tú fagra, fríða, forna
Leirvíksbygd.
Um stutta tíð sær sólin aft
ur á hugans Kráartanga,
vesturskinið litar aftur fjøll
og skørð, og vestanskuggin
svalir tær sólbrenda ennið.
Væl veri tær bygdarmaður,
hjartaliga til lukku og mong
góð ár í vesturskininum
ynsk ist tær og tykkum báð
um.
Martin
Nøvn
Maður verður áttati
Jólamorgun andaðist Dánj
al Pauli Danielsen á Velba
stað, fyrrverandi bóndi og
landsstýrismaður,
91
ára
gam al. Dánjal Pauli búði á
Velbastað alt lívið, har hann
festi garðin í Búðini. Hann
var virkin í politikki, kom
tíðilga upp í Fólkaflokkin, og
hann gjørdist landsformaður
hjá Fólkaflokkinum, tá val
feløg ini skipaðu landsfelag.
Hetta var ein strævin tíð hjá
flokkinum, sum hevði dal
andi undirtøku, eftir at flokk
urin hevði havt sera stóra
undirtøku í fýratiárunum.
Dánjal Pauli Daneilsen
kom í landsstýrið, tá Javnaðar
flokkurin, Fólkaflokkurin og
Tjóðveldisflokkurin skipaðu
landsstýrið eftir valið í 1974,
og hann sat í hesi samgongu,
til hon legði frá sær eftir valið
í 1980. Har umsat hann eitt
nú samferðslu, landbúnaðin
og mentanina. Hann var
eisini kendur fyri píkamálið,
tá hann mælti til at banna
píka dekkum.
Dánjal Pauli hevur eis ini
sett síni spor innan jarðar
brúkið, ikki bara sum bóndi,
men eisini sum formaður og
nevndarlimur í Jarðarráðnum
í mong ár. Hann var eis ini
umboðsráðslimur hjá SEV
í 12 ár. Eitt av hjarta mál um
hansara var Norður landa
húsið í Havn, og har sat hann
sum stýrislimur í 14 ár í tíðar
skeiðnum 1980 til 1998.
Seinastu árini hevur Dánj
al Pauli Danielsen verið á
Lágargarði í Havn.
Dánjal Pauli var giftur við
Helene Marie fødd Jacob sen
úr Havn, og tey áttu dóttrina
Súsannu Danielsen, sum er
stjóri í Umsiting Løg ting
sins.
Dánjal Pauli í Búðini farin
2011