mánadagur 27. desember 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. desember 2010 · Nr. 176
14
Sosialurin
Sum nakað nýtt, hevur Rás2 gjørt av at
heiðra føroyingi, sum hevur gjørt sær ómak
á netinum við føroyskum innslagið.
Vit
kenna
helst
øll
Sonhard
Mariuhønina, Effo-dreingin í Sørvági og
fleiri við teimum, og føroyingar eru seinnu
árini blivnir sjónligir í videoheiminum á
internetinum.
Fleiri av teimum sjónbondunum, sum
í ár eru løgd á internetið, hava eisini sett
síni spor í føroyska samfelagið. Summi
eru undirhaldandi, onnur listarlig og
fyrireikararnir handan Planet Awards
halda, at tíðin er komin til at heiðra tey, sum
ganga á odda í hesum nýggja rákinum.
Tað er ein serlig dómsnevnd hjá
Miðlahúsinum, sum finnur tað sjónbandið,
sum hevur gjørt størsta ávirkan á føroyska
samfelagið í 2010.
Á sjálvum Planet Awards, sum verður 29.
Desember, verða tey tilnevndu sjónbondini
víst, og síðani verður vinnarin avdúkaður.
Seinnu árini hevur Føroyar av
álvara ment seg sum tónleikaland.
Vit hava fleiri festivalar á hvørjum
ári og konsertirnar gerast alsamt
størri og fleiri í tali.
Tí hava fleiri føroyingar eisini
nógvar góðar myndir frá føroyska
tónleikalívinum, sum vísa hvussu
nógv tónleikurin í Føroyum hevur
at siga – serstakliga fyri ungdómin.
Tí hevur Rás2 eisini gjørt av, at
heiðra tann persónin, sum hevur
tikið tað bestu tónleikamyndina
i Føroyum í ár. Allar myndir eru
vælkomnar, og vit seta bert sum
krav, at myndirnar hava okkurt við
tónleik at gera.
Allar myndir, sum verða sendar
inn til planet@ras2.fo, verða seinni
lagdar út á planet.fo, og vinnarin
fær eina peningagávu áljóðandi
5000 krónur.
Ársins føroyska
YouTube innslag
skal heiðrast
Ársins besta tónleikamynd 2010