Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 27. desember · Nr. 176 Sosialurin Johan Petersen Tað tykist, sum at Tobbi hevur tikið skemtirøðina hjá Líggjasi í Bø í ramasta álvara. Og í tí sambandi langar hann út til høgru og vinstru í drúgvari grein. Júst tí honum manglar argument, skrivar hann langt og rópar hart. Líggjas í Bø hevur í bløð­ unum havt eina røð av greinum, har hann viðgerð sambandið millum Førjar og Danmark. Hetta er sera skemtiliga skrivað og vísir í einum parodii minni­ og undirlutakenslur og paranoia loysingarmanna. Skrivar langt og rópar hart Men Torbjørn Jacobsen tykist at taka hesa greina­ røð í álvara og langar út til høgru og vinstru í langari grein, sum vísir, at honum manglar skilagóð argu­ ment. Júst Tobbi nýtir hátt­ in at skriva langt og rópa hart, tá ið honum mangla argument ella hann ber fram ósannindir. Talan um keldukritikk M.a. sigur hann meg hava tapt tarvadystin við Zakarias Wang um fólka­ atkvøðuna í 1946. Jamen góðasti Tobbi, her er als ikki talan um, at nakar skuldi vera vinnari ella tapari – avgerðin er fallin fyri yvir 60 árum síðan. Her var bert talan um at vísa á keldur, sum kunnu geva lesaranum røttu fatanina av tí søguliga í hendingin, sum fór fram henda dagin í 1946. At Dimmalætting so avger at seta punktum fyri skrivingini, tá íð ZW dregur argumentatiónina so langt niður, at hann samanber eina fólkaatkvøðu við vanliga tingviðgerð av lógarmálum og ja, enntá um avgerð um at fara á fjall, so er tað onki at siga til og er bert eitt prógv um, at argumentatiónin er úttømd. Eri púra samdur við Dimmalættingini um at steðga skrivingini. Fólk kunnu nú sjálv meta um, hvørjum tey trúgva. Heimastýrislógin vinnarin Tobbi! skalt tú endiliga út­ nevna ein vinnara, ja, so ber tað til nú yvir 60 ár eru liðin, at meta um, hvørja avleiðing fólkaatkvøðan fekk. Og svarið er greitt og kann sigast við einum orði – vinnarin er: Heima­stýris­ lógin. Ja, so einfalt er tað! Eisini skuldsetir Tobbi undirritaða fyri at hava staðið fyri danskari undir­ brotligheit í serflokki á fundi í løgtingsins fíggjar­ nevnd. Men Tobbi var ikki til staðar har, hann rímdi. Tí veit hann sjálvandi ikki, at undirritaði talaði søk teirra gomlu, veiku og sjúku. Er tað donsk undirbrottligheit? Nei! Rímir undan sínum skyldum Og júst hetta við at ríma undan sínum skyldum, hann er valdur til og eftir vanliga manna meting fær stóra samsýning fyri, hevur hann gjørt seg kendan fyri: ikki bert rímir hann undan fundum í fíggjarnevndini, hann rímir eisini undan fundum í uttanlandsnevndini og enntá frá jólaborðhaldi hjá løgtingsformanninum! Og so skrivar hann um tað, hann heldur er farið fram! Jamen, hvat ger so Tobbi, tá íð hann, hóast hann fær stóra samsýning fyri løgtingsarbeiðið, alla­ tíðina rímir undan sínum skyldum. Eru tað teologi­ studiini, sum krevja so nógv av honum? Neyvan, tí hann kann ikki vera komin til Fjallaprædikuna enn, tí har verður víst á, at tað eru ikki tey nógvu orðini, sum telja! Skilir Tobbi ikki skemt? Frits Johaannesen Armenar hava eitt hugtak, sum vit kunnu nevna, eitt skrivihús. Armenska søgan er eins og hugtakandi, sum ljóðið í teirra bókstavarøð. Mesrop Masjtot, munkur og teologor, gjørdi tað armenska alfabetið í 405, sum hann er víða gitin fyri. Armenar kalla hann fyri ”flogvitið Masjtot”. Armenar høvdu fyri neyðini at fáa eitt amboð, sum kundi tulkað teirra tilvit, medvit og staðfesta síni tjóðareyðkenni. So løgið tað kann tykjast okkum, fór henda glóð um alt landið. Um sama mundið vóru armenar illa skølsettir av øðrum tjóðum, sum herjaðu og rændu í landinum – persar, mongolar, arabar og týrkar fóru sum skaðafuglar um armensku tjóðina – tíndu og drópu – brutu niður tað, ið bygt varð, og blóðið fleyt í løkum og áum. Hetta er ein døpur mynd, sum fór igjøgnum mønu og merg. Ja, tað vóru armenar, sum settu seg niður sum flóttar aðrastaðini, men tað vóru eisini fólk í Armenia, sum flýggjaðu á ein annan hátt. Tey flýggjaðu inn í eitt skrivihús, eitt scriptorium. Hetta kundi vera eitt lítið rúm (kamar), ein leirsmátta, ella bara eitt helli við einum pulti, har ein maður(kopistur) stóð og skrivaði gjøgnum eitt heilt lív. Hvat gjørdi hesin skribentur? Jú í hansara medviti lá ein kensla av at varðveita sína egnu mentan. Tá ið svørðið, bogin, pílurin og seinri byrsumúlin ikki høvdu ta megi í sær at reka óvættini av aftur landinum, so var tað orðið, sum mátti minna teir á, at her hevði eitt fólk búð. Um skipið sakk, so varð loggbókin bjargað. Her rennur upp úr tí svørtu mold eitt hugtak: Tann armenska bókin. Tá ið armenar høvdu fingið bókstavaraðið, fóru teir undir at skriva bøkur. Mesrop Masjtot gongur undan og týðir Bíbliuna, og fær hjálp frá Saak Partev (338 – 439), katholikos el. patriarkinum í Armenia. Í kjalarvørrinum á Majstot kemur ein fjøld av týðarum úr bygdaløgunum í Armenia. Hetta er byrjanin til ta armensku, miðaldarligu týðingarrørsluna, sum fevndi so nógvum, at tað er óhoyrt. Longu í 6. árhundrað verður alt tað, sum Aristote­ les hevur skrivað, týtt til armenskt. Fram til ta 10. árhundrað hava teir týtt flestu, griksku og rómversku heimspekingarnar. Armenar hava eitt opið høvd og duga væl at taka til sín av øðrum mentanarligum hugtøkum og leggja hetta afturat síni egnu mentan. Teir týddu alt, sum teir kundu fáa hendur á. Á hesum øki minna teir nógv um japanar, sum eisini hava tikið til sín av skaldskapi frá øðrum tjóðum og flutt hetta í japanskan búna. Fleiri verk úr tí klassiska heims­ skaldskapinum eru bjargað undan tíning, tí armenar hava havt umsetingar liggjandi á sínum bókasøvnum. Tá ið Armenia varð hersett av arabum, so týddu teir teirra skaldskap til armenskt mál. Tá ið persar hertóku landið, týddu teir skaldskapin úr hesum landi til armenskt. Tá ið teir lógu í stríð við Byzans, týddu teir alt, sum kom út á byzanska marknaðinum. Í kjalarvørrinum av hesum komu bókasøvn, sum høvdu stór søvn av handritum, sum eingin hevði sæð makan til áður. Í 1170 oyðiløgdu seldjukarnir( Seldjuk livdi uml. ár 1000. Seldjukarnir stýrdu Iran, Azerbajdzjan, Irak, Miðasia og Asia minna frá 1000 til 1300 árhundrað) bókasavnið í Sunik við sínum 10000 bindum fór upp í royk. Øll bindini vóru á armenskum máli. Í dag finnast 25 000 armensk rit eftir. Túsund eru í Jeravan, í Matenadaran. Skalt tú síggja onnur rit, mást tú fara kring tann víða heim og leita. Tað stórsta savnið finst í sankta Jakobsbókasavninum í Jerusalem, Sankta Lazarus­ bókasavninum í Venezia og Mekitarjan bókasavninum í Wien. Dygdargóð søvn finnast í París og Los Angeles. Polen hevði í sínari tíð eitt fram úr gott savn í Lwów, og í hesum staðnum var ein stór, góð armensk prentsmiðja. Nógvar eru søgurnar um fólk, sum skrivaðu av og sjálvandi søgur um bøkurnar. Ein skinnbók var skrivað á 700 kálvahúðir og vigaði 32 kg, men so vóru tað bøkur, sum bert vóru nakrar fáar sentimetrar í ummáls. Umsetararnir vóru ofta góðir listamenn. Prýddu síður og bókstavir við glógvandi, litkendum skap­ um, sum løgdu seg sum alfagrar torvur í berginum á síðurnar. Hetta var miniaturlist í heimsklassa, og kunnu vit nevna tveir slíkar kopiistar: Toros Roslin og Sarkis Pitsak, sum við sínum inniliga kærleika til móður­ málið hava lagt eina glóð afturat tekstunum, sum lýsa upp í hesum lívslandi. Roslin gjørdi hetta í tí 13. árhundrað, og standa hesar bøkur sum ein ælabogi á bókasavninum í Jeravan, Matenadaran. Lagnan um hesar bøkur er søgan hjá armenska fólkinum. Tá ið armenar vórðu forfylgdir og landið hertikið av øðrum tjóðum, tóku teir seg niðan í fjøllini og goymdu seg í hellum og smogum. Eisini fóru teir til onnur lond, aðrar heimspartar ­ til gongu. Í báðum førum tóku teir bøkur við sær. Summar av hesum bókum vóru so mikið tungar, at tær vórðu skivaðar – skornar í helvt og endaðu í hvør sínum heraðshorni. Hetta er ein sjaldsom søga, sum tú kanst lesa um í bókini Imperium av polska blaðmanninum, Ryszard Kaupuscinsky, sum ferðaðist 1989 60.000 km í Sovjett, sum varð við at syndrast tá. Á hesi ferð kom hann til Armenina, og er hendan søgan um orðið, skaldskapin og tann megin, sum liggur í tí skrivaða orðinum. Ja í Vestmanna situr maður og skrivar og týður. Orðið at týða kemur av orðinum tjóð, tí verður tað skrivað við seinna ý. Hann letur mangt og mikið í føroyskan búna og leggur tað fram fyri tjóðina. Ja, er tað ikki vakurt, eins og Armenar gjørdu? Jonhard Mikkelsen hevur fingið í blóðið somu opinbering, sum kopiistarnir høvdu. Hann eigur eitt scriptorium, og tað er í Vestmanna! Eitt skrivihús er í Vestma­nna­ Kring Føroya land sita fólk og skriva. Tey skriva t. d. greinir, sum tey senda til bløðini, skriva, yrkingar, skaldsøgur, søgubøkur, skúlabøkur, ævigsøgur, endurminningar, prædikur, gera orðabøkur og týða bøkur. Ja, hetta er hugtakandi. Vit hava ikki enn fingið okkara fullveldið, men liggur longsulin eftir fullveldinum eisini í bókstavarøðini, stavunum og teimum føroysku skrivaðu orðunum