mánadagur 27. desember 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. desember · Nr. 176
18
Sosialurin
Kjak
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Uttan hóvasták góðtók Lands
stýrið, at EIK fór undir kong.
Skelkur fór gjøgnum vinnuna
og samfelagið alt. Túsundtals
føroyingar mistu sínar íløgur.
Álitið á føroyska fíggjarkervið
fekk
óbótaligan
skaða.
Landsstýrið góðtók avgerðina
uttan so frægt sum at hava
sæð nakað juridiskt prógv um,
at henda lagnutunga avgerð
veruliga var neyðug.
Í hesum døgum fellur av
gerð um framtíðina hjá EIK,
sum danski staturin nú eigur.
Og føroyingar skulu til at
keypa aftur eina banka fyri
hundraðtals
milliónir.
Ein
banka, sum var partur av eini
trygdarskipan, ið júst varð
gjørd fyri at verja teir bankar,
sum vóru nóg sterkir at yvirliva,
og taka av teir veiku bankarnar
– sum EIK Bank Danmark.
Fevndi høvuðsendamálið hjá
Finansiel Stabilitet at skapa
fíggjarligt støðufesti eisini
um Føroyar, so er als eingin ivi
um, at tað einans var EIK Bank
Danmark, sum varð farið undir
avtøkufelagið, og EIK Banki
hevði hildið fram. Lítið bendir
á, at tað var ógjørligt at loysa
dótturfelagsveðhaldið millum
bankarnar báðar. Og lands
stýrið hevur onga juridiska
útgreining, sum prógvar, at
løgfrøðiliga niðurstøðan hjá
danska Búskaparmálaráðnum
var røtt og neyðug. Men hon
var tann loysnin, sum var hin
besta fyri partafelagið hjá
danska búskaparmálaráðnum,
Finansiel Stabilitet A/S.
Hvørs ábyrgd?
Leiðslan í EIK eigur fulla
ábyrgd av, at bankin kom
í eina vanlukkuliga støðu.
Og álvarsom spurnartekin
kunnu setast eftirlitsmyndug
leikarnar bæði við danska
Fíggjareftirlitið, sum alt ov
seint rópti varskó og við føroy
ska grunnaeftirlitið, sum als
ikki røkti sína skyldu í mun
til EIKgrunnin.
Men, tað broytir einki
uppá tann veruleika, at varð
EIK vigaður, sum tað hann
var – ein høvuðsbanki í før
oyska búskapinum, við sama
týdningi sum Danske Bank
ella Nordea í danska sam
felagnum – og hevði Føroya
landsstýri og danska stjórnin
tikið hetta fakta í álvara, so
høvdu teir eisini verið samdir
um, at tað á ongan hátt
tryggjaði fíggjarligt støðufesti
í Føroyum, at lata EIK fylgja
við EIK Bank Danmark yvir í
eitt felag, hvørs uppgáva er at
avtaka bankar, sum ikki hava
lívsgrundarlag.
Notatið, sum hvarv
Donsku og føroysku myndug
leikarnir hava tvíhildið um, at
veðhaldið, sum EIK í Føroyum
setti fyri danska dótturfelagið
gjørdi, at EIK noyddist at
fylgja við undir avtøkufelagið
Finansiel Stabilitet. Og tað er
sjálvandi bæði rætt og rættvíst
sæð út ífrá tí sjónarhorninum,
at ein bankaleiðsla eigur at
bøta fyri at hava tikið alt
ov stóran váða á seg, og má
eftir vanligum reglum standa
við sínar skyldur mótvegis
dótturfelagnum.
Men skipanin við avtøku
felagnum Finansiel Stabilitet,
er ikki gjørd at handhevja
vanligan
fíggjarligan
rætt
og rættvísi. Talan er um eina
tilbúgvingarskipan, við heilt
greiðum endamáli: “Selskabets
formål er at medvirke til
sikring af finansiel stabilitet i
Danmark, herunder at afvikle
nødlidende pengeinstitutter,
der vælger at lade sig afvikle
gennem Finansiel Stabilitet”.
EIK Banki var ikki “nød
lidende”. Hann hekk uppá
eitt ólukkuligt veðhald, men
var endamálið at tryggja
fíggjarligt støðufesti í Før
oyum var EIK ikki komin
nærindis
avtøkufelagnum,
eins lítið og Den Danske Bank
ella Nordea uttan víðari og
við ófatuliga stuttum skotbrái
høvdu enda har. Um neyðugt
hevði man í eini handavending
broytt reglurnar, vórðu hesar
veruliga ein forðing fyri at
loysa bankarnar at.
EIK ikki avtakast
Av sonnum er EIK “to big to
fail”, sum Jørn Astrup, sum
umboðar nýggju eigararnar,
slóð fast fáar tímar eftir at
leiðslan í Finansiel Stabilitet
hevði verið frammi og latið
sum um hetta var “business
as usual”, og samstundis
roynt at ræða landsstýrið og
allar føroyingar við, at um
stutt bil fór “maðurin sum
datt av háhúsinum” at liggja
í asfaltinum, sundursorlaður
og gone forever.
Men hetta er á ongan
hátt nakar vanligur banki av
tøkufelagið hevur fingið undir
seg. Fer EIK, fer alt okkara
fíggjarkervi í sor. Tað veit hvør
sál á Christiansborg, og har
hevur neyvan nakar áhuga í at
fáa enn eitt føroyskt bankamál
uppá nakkan. Tí verður tað nú
“gjørt undantak fyri EIK”, sum
báði Astrup og Eidesgaard so
dúgliga hava ført fram. Tað
ber sostatt væl til at tillaga
reglurnar tá tað er neyðugt.
Og tey boðini munnu nevndar
formaðurin og stjórin í Fíggjar
ligum Støðufesti nú hava
fingið væl skorið út í papp.
Svar krevst
Føroya
landsstýri
skyldar
okkum øllum eitt greitt svar
uppá, hví ein føroyskur banki,
har øll útlit vóru til, at hann
fór at klára seg, yvirhøvur varð
sendur undir avtøkufelagið.
Hví tað var ógjørligt at loysa
dótturfelagsveðhaldið. Hvar
er løgfrøðiliga tulkingin og
ráðgevingin, sum landsstýrið
sjálvt útvegaði sær? Var lands
stýrið samt við tulkingina
hjá Fíggjarligum Støðufesti
og
danska
Búskaparmála
ráðnum, sum jú skuldu hugsa
um at verja síni áhugamál?
Um løgfrøðiliga svarið er so
sólarskært, sum báði danska
og føroyska stjórnin hava
gjørt tað til, hví er løgfrøðiliga
útgreiningin ikki langt síðani
løgd fram alment? Tað er hon
ikki, tí hana hevur landsstýrið
ongantíð fingið. Heldur ikki
hóast departementssjefurin
í danska Búskaparmálaráð
num longu hin 30 september
skrivar at: “vi sender som
aftalt et uddybende notat
herom snarest”. Men hvørki
undirritaða ella onnur, sum
hava biðið um innlit í løg
frøðiligu útgreiningina fáa
hana. Tí har finst einki notat,
sum útgreinar hesa juridisku
niðurstøðu, sum var so heilt
avgerandi fyri EIKbanka.
Juridiskur politikkur
Stutt eftir at EIKin fall, greiddi
stjórin í Finansiel Stablitet,
Henrik
BjerreNielsen,
í
donskum miðlum frá: “... vi
kunne bruge den positive
værdi af færøske Eik Banki
til at dække hullet efter Eik
Bank Danmark”, og tá ongin
fíggjarligur fyrimunur var
fyri FS ella Danska Statin,
var heldur eingin orsøk til, at
undantak kundi gevast fyri
at koyra EIKbanka Føroyar
undir Finasiel Stabilitet. So
einføld er frágreiðingin. Hvørt
tað var ein risa fyrimunur
fyri føroyska búskapin og
samfelagið alt, var als ikki
tikið við í roknistykkið.
At tað er landsstýrið og ikki
danska stjórnin, sum hevur
ábyrgdina av okkara ófatuliga
veiku støðu í hesum máli, kann
lítil ivi vera um. Tí landsstýrið
hevur ongantíð strongt á at
fáa neyðugu ávirkanina á hesa
krepputilbúgvingarskipanina,
hóast hon er so fullkomiliga
avgerandi
fyri
okkara
fíggjarkervi.
Greið lyfti
Men BjerreNielsen, Kruse
Petersen og Astrup hava
fingið eitt greitt lyfti um, at
verður privata tilboðið uppá
bankan ikki nóg høgt, so er
landsstýrið garantur fyri at
Finansiel Stabilitet fær ein
nóg góðan prís fyri bankan!
Beint eftir at EIK var
vorðin
ogn
hjá
danska
statinum, segði løgmaður við
danska TV2 at: “Det var en
dårlig dag for aktionærerne,
men det var god dag for
skatteyderne på Færøerne”.
Mundi løgmaður meina við, at
føroyski skattgjaldarin skuldi
gleða seg at sleppa at keypa
bankan aftur?
Tá landsstýrið lat EIK fara undir kong
Nú ið Tjóðveldið upp á forhond
hevur skrivað ákæruritið í samband
við kanning av øllum almennum
byggingum í Suðuroy seinastu
árini, tykist onki mark vera fyri,
hvat sjálvútnevndi ákærin ætlar
at kanna. Tá sjálvt psykiatriski
økisdepilin í Vági skal við í kanning,
má botnurin vera náddur.
Tað var hóast alt ein troyst, at
ongin kanningarstjóri her á landi
lat seg fløkja upp í innanhýsis
ákæruvaldið hjá Tjóðveldinum.
Hvat hava hesar frálíku íbúðir
nar við skúlabygging í Suðuroy
at gera? Hetta minnir mest um
rokið, sum var í Tjóðveldinum, tá
Sambýlið á Báraldarbakka í Vági
skuldi byggjast.
Tá ið ein nú aftur lesur tær
ákoyringarnar
sum
Tjóðveldið
í 1993 kom við ímóti bygging og
umbygging
av
Sambýlinum
á
Báraldarbakka, líkist tað nógv tí,
sum nú hendur.
Tá vóru tað tó hurðar og vind
eygu, ið vóru trupulleikin, og til síðst
var tað trappan, ið skuldi steðga
hesu frálíku ætlan. Men tíbetur
lurtaði ongin eftir Tjóðveldinum, og
sambýlið bleiv gjørt liðugt, líkasum
hesuferð lurtaði heldur ongin eftir
ákoyringunum frá Tjóðveldinum,
og økisdepilin er nú um at vera
klárur at taka í brúk.
Helst undrast ongin yvir, at
teir tríggir í Miðflokkinum ganga
í takt við Tjóðveldið í tílíkum
kanningarøsingum. Men at ein
maður sum Poul Michelsen, sum
tross alt var við at játta pengar
og siga gott fyri byggingini av
psykriatriska økisdeplinum í Vági,
nú hevur hálsað um og vil fløkja
byggingina av deplinum upp í eina
kanning av skúlabyggingini, er
óskiljandi.
Men
vónandi
verða
Poul
Michelsen og Jenis av Rana bodnir
við, tá hesar frálíku íbúðir verða
tiknar í brúk. Hesar íbúðir eru
eitt eindømi í landinum og hart
tiltrongdar hjá einum gloymdum
bólki av okara landsmonnum.
Kanningarstjóri á psykriatriskan depil
Henrik Old