Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 27. desember · Nr. 176 Sosialurin Elsa M. Davidsen Tosað hevur verið um hetta, alt eg minnist. Um hvussu ómenniskjasligt og ósømiligt tað er fyri hesi menniskju, at tey hava verið og enn eru noydd at búgva á psykiatrisku deild. Nú sigst, at onkur enntá hevur búð har í 40 ár, og tey eru allastaðni frá úr Føroyum. Haldi tað er so langt úti. Men at tey eru úr øllum landinum, er tað so løgið? Í øll tey ár, psykiatriin hevur eksisterað, hevur einasta tilboð verið psykiatriska deild, og familjur úr øllum landinum hava verið noyddar at flutt til Havnar, um ein av teirra kæru hevur havt eitthvørt brek – og hesi ósømiligu kor eru ikki og hava als ikki bara verið galdandi fyri sinnisveik og teirra familjur, so langt burturfrá. Tak t.d tær familjur á bygd, ið høvdu og hava ein menningartarnaðan í familjuni, tey ið hava havt ella hava eitt hoyribrekað barn og tey við øðrum breki. Tey hava øll verið noydd at flutt úr síni heimbygd til Havnar, um tey vildu geva sínum børnum og næstringum flestu møguleikarnar og bestu hjálpina. Nakar gjørt vrøvl um tað? Næ, tað hevur bara verið ein SJÁLVFYLGJA at flutt tey ella alla familjuna til Havnar. Summi noydd at selja tað, tey áttu, fyri at flyta við, og onnur, ið vóru noydd at lata síni børn búgva í Havn, um ongin møguleiki var hjá teimum at flyta við. Aftan á tos og dúgliga skriving í áravís og vallyftir val eftir val er ikki tað stóra komið burturúr, men í 2001 helt man, at gongd av álvara kom á, tí NÚ skuldi byggjast í Havn til tey sinnisveiku. Men er tað gjørt? Nei!!!! Hví??? Hvør spurdi øll hesi menniskju eftir tá? Var nakað val hjá teimum? Hava tey havt nakað val í øll hesi ár? Hevur tann, ið nú hevur búð á psykiatrisku deild í 40 ár havt nakað val? Nei! Løgið at rópt verður upp um ”tvangsflyting” nú, tí nú SLEPPA tey kanska at velja. Gud gævi satt, tað varð tikið hond um hetta álvars mál fyri nógvum, nógvum, nógvum árum síðan. Men gakk, nei! Og Gud gævi satt, at líka nógv rumbul var um tvangsflyting av fleiri familjum til HAVNAR, tí tey ongi tilboð høvdu ella fingu á teirra oyggj ella heimbygd. Tí tey høvdu ONKI val!! Er tað betri at tvangsflyta til Havnar enn til Sandavágs? Dagfinnur Danbjørg Helvitisprædikantarnir vóru so sanniliga eisini at finna aðrar staðir m.a. innan indremissiónina, sum eg flýddi frá, tá tað bleiv ov heitt í sunnudags­ skúlanum. Sum eitt kurio­ sum kann eg nevna, at eg síðani ­ av og á ­ vitjaði baptistasunnudagsskúlan, ið var eitt gott friðskjól, har eg kundi føla meg tryggan og glaðan og hoyra góðar søgur. So helvitisprædi­ kantarnir funnust innan ymsar samkomur, og sagt verður, at teir meira enn so finnast enn. Um so er, so eiga myndug­ leikarnir at steðga teimum ongantíð ov skjótt, tí barna­ sálirnar eru viðbreknar, og mong tola ikki tílíkan sálartortur, sum talan er um. Annars vísir Bíblian ­ tá tosað verður um Helviti ­ til eitt stað uttan fyri Jerusalem, sum tey spitølsku ­ sum órein ­ høvdu at halda seg til, tí har var ­ av góðum grundum ­ grátur og tannagrísl, og har brendi eldur dag og nátt, so tey deyðu kundu verða brend. Tað løgna er, at helvitisprædikantarnir og teirra viðhaldsfólk gjøgnum tíðina eins og í dag, stuðla veruligum Helvitum á jørð fyri milliónum av sakleysum kvinnum, monnum og børn­ um. Tí mong ­ alt ov mong ­ av teimum hava í praksis skift: at elska Guð og næstan ­ út við: at elska Mammon og traðka/ignorera ella líkafram skíta á næstan. Hjá okkum eru tey serliga havnaði í Fólkaflokkinum, men eisini í tí svarta partinum av Sam­ bandsflokkinum, og har hava tey stuðlað m.a. Helviti undir Apartheid, Helviti í Chile undir Pinochet og Helvitis pínslir undir Bush fyri at nevna nøkur dømi. Hyggja vit heima hjá okkum sjálvum, so niðurbróta hesi somu hitt soli­ dariska samfelagið, og arbeiða samstundis fyri, at jungle­ lógin skal fáa fastatøkur. At fólk fara svong inn í jólini, meðan 120 ­ 130 børn við sálartrupulleikum skulu bíðja 2 ár eftir hjálp, hevur onki við blokk at gera, men um manglandi næstrakærleika í gerandidegnum og í lógarsmíðnum. Og at 100­tals mill. ikki koma í húsarhaldskassan botnar í junglulógarstøðuni, sum stendur við og versn­ ar. Løgið at Helvitisprædi­ kantarnir og teirra viðhalds­ fólk eru so upptikin av einum fiktivum Helviti, tá tey samstundis skapa og stuðla veruligum Helvitum í dusinklassanum kring allan knøttin. Høvdu vit kunnað steðgað egoistiska hatursevangeliinum og í staðin tikið kærleiksboðið til okkara, so kundi Helvits­ prædikantar og Helvitis­ produsentar pakkað saman. Gleðilig jól og eitt av Harran­ um vælsignað nýggjár Helvitisprædikantar og helvitisprodusentar Í Vikuskiftissosialinum verður m. a. tosað við Sjúrð Skaale um helvitisprædikantar á Zarepta. Góð og gevandi samrøða, sum fekk meg at festa hesu orð á blað: Í gjár vísti eg á, hvussu lætt tað er at finna einar 20 mió kr við at niðurleggja óneyðuga og darvandi umsiting á ovastu rók, samstundis sum sama umsiting kundi betrast, og at hetta fór at slóa fyri størri samskipan, effektivisering og rationalisering. Um helvtin av hesi sparing varð brúkt til bleytu virðini, sum samgongan nú í dagar hevur sitið og togast um at fáa fíggjað, so var roknistykkið gingið upp, og vit høvdu sett hol á eina tilgongd til arbeiðið við kørmum, sum stendur beint fyri framman, tá aftur skulu finnast stórar upphæddir fyri at arbeiða seg til javnvág á fíggjarlógini. Tora vit ikki nú, hvussu munu vit so fara at tora um tveir mánaðir. Kitty May Ellefsen Hin lagaliga løtan tykist ongantíð at koma, tá tað snýr seg um sparing Aftan á at tosað hevur verið um bústaðarviðurskiftini hjá sinnisveikum í so nógv harrans ár, er glið endiliga komið á, men nú er ein øðilig skramblan og skriving um hetta, og bara skriving, sum er ímóti hesi bygging, bara tí tað er í Sandavági