mánadagur 27. desember 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. desember · Nr. 176
20
Sosialurin
Kjak
Sum nevndarlimur í SEV, vald
av Tórshavnar býráð, eri eg
noydd at koma við nøkrum
viðmerkingum og rættleið
ingum til tað, sum hevur
verið sagt og skrivað í kjalar
vørrinum á mediastuntinum
hjá
Heðin
Mortensen
í
samband við eykaaðalfund
SEVs herfyri, har hann m.a.
førdi fram:
• at Havnin, sum stórur
brúkari, eigur at fáa bíligari
streym enn onnur
• at tíðin at hækka el
prísin ikki er tann rætta
• at hækkingin á 15 oyru/
kWh
kostar
Tórshavnar
kommunu 1,7 mill. kr.
Í hølunum á honum er
eisini annar býráðslimur í
Tórshavnar býráð, og floks
felagi hjá borgarstjóranum,
komin við nøkrum viðmerk
ingum, sum týðiliga bera
boð um stórar misskiljingar.
Eisini hava m.a. 14 fakfeløg
heitt á SEV um at hugsa um
løntakaran, áðrenn streym
prísurin verður hækkaður.
Lat meg byrja við nøkrum
sannroyndum í málinum.
Málsøkið verður regulerað
av elveitingarlógini, tað er
Løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni
2007 um framleiðslu, flutning
og veiting av ravmagni, sí
www.logir.fo. Tað er hendan
lógin, ið fyrst og fremst ásetir
karmarnar, ið SEV skal virka
undir.
SEV
kann
ikki
veita
Havnini bíligari streym enn
øðrum plássum í landinum,
tí sambært elveitingarlógini
skal munur ikki gerast á, hvar
í landinum brúkarin býr;
skipanin byggir nevniliga á
ein samhaldsfastan bygnað.
Skal Havnin hava bíligari
streym enn onnur, er neyðugt
at t.d. tey í Suðuroy ella t.d.
á smáplássunum rinda ein
uppaftur hægri elprís.
At tíðin ikki er tann rætta
at leggja fleiri eykagjøld á
lønmóttakarin kunnu vit øll
verða so hjartans samd um.
Men at hesin óhepni veruleiki
trokar seg á nú, kunnu
vit eina og aleina takka
landsmyndugleikunum fyri,
tí
eftirlitsmyndugleikin
hjá landinum hevur áður
noktað SEV at hækka prísin
lagaliga í stigum, soleiðis
sum SEV annars hevur søkt
um seinastu 2 árini.
Mær er upplýst, at ein
hækking uppá 15 oyru/kWh
kostar Tórshavnar kommunu,
íroknað Tórshavnar Havn,
tilsamans uml. 800.000 kr.
fyri 2011, og ikki 1,7 mill. kr.
sum
borgarstjórin
hevur
borið fram í fjølmiðlunum.
Sambært elveitingar
lógini hevur SEV
skyldu til:
• at veita øllum streym til
samhaldsfastan prís
• fíggjarliga at hvíla í
sær sjálvum, soleiðis at inn
tøkurnar eru hóskandi til at
gjalda fyri rakstur og ætlaðar
neyðugar íløgur
• at veitingartrygdin og
elgóðskan eru nøktandi
• at arbeiða fyri, at størst
møguligur partur av elfram
leiðsluni til eina og hvørja tíð
er úr varandi orkukeldum
Sambært elveitingar
lógini hevur SEV
ikki loyvi til at:
• leggja pengar til síðis
• hava vinning
Tað, sum SEV og kommunur
nar sakna, er, at landið hevur
ein veruligan orkupolitikk.
Gamaní hevur landsstýrið
sett ein veðurlagspolitkk
út í kortið, men samstundis
hevur sama landsstýrið sýtt
SEV loyvi til neyðuga prís
hækking. Seinastu tvey árini
hevur SEV roynt at fingið
undirtøku
fyri
hóvligum
príshækkingum, men hetta
hevur
landsmyndugleikin
ikki tikið undir við. Nú er
hækkingin
góðkend
av
eftirlitsmyndugleikanum
sum eitt ráðiligt og neyðugt
átak, men kortini verður
aftur
hall
á
rakstrinum
næsta ár, sjálvt við teirri
ætlaðu príshækkingini. SEV
hevur ongar aðrar inntøku
møguleikar enn inntøkuna
frá sølu av streymi.
Tí sigur tað seg sjálvt, at
ikki ber til at náa málinum,
ið
landsstýriskvinnan
í
veðurlagsmálum
hevur
evnað til í stevnuskránni
“Veðurlagspolitikkur Føroya
um at skerja útlátið av veður
lagsgassum”. Endamálið er at
røkka málinum um at skerja
útlátið av veðurlagsgassum
við í minsta lagi 20% fram til
ár 2020. Aðalmálið er at gera
Føroyar minni tengt at olju
og fossilum brennievnum,
og at økja munandi um orku
framleiðsluna við varandi
orkukeldum.
Í
álitinum
verður eisini sagt, at olju
nýtslan
til
elframleiðslu
skal minka við at útbyggja
vatnorku og vindorku, og at
pumpuskipanir kunnu setast
upp við vatnbyrgingarnar.
Kostnaðurin fyri hesa út
bygging verður mettur til
1,2 mia. kr. Fíggingin at út
byggja
elframleiðsluna,
so at út við 75% stava frá
varandi orkukeldum, krevur
lántøku, og leggur álitið hjá
landsstýrinum afturat, at
brúkarin rindar kostnaðin.
So samanum tikið kann í
stuttum sigast, at SEV hevur
verið
upp
ímóti
einum
landsstýri, sum hevur tvær
tungur í sama heysi – tann
eina noktar elpríshækkan, og
hin sigur, at elframleiðslan
skal
útbyggjast,
sum
jú
krevur stóra fíggjarorku.
Í fíggjarætlanini 2011 hjá
SEV
byggir
kostnaðurin
fyri tilfar, lønir v.m. á neyva
prísstýring. Hesir kostnaðir
eru mettir neyðugir út frá
verandi tænastustøði hjá
felagnum. Oljusáttmálin er
ein 1 árs sáttmáli, og hann
er júst endurnýggjaður eftir
kappbjóðing millum fýra
feløg. Skal skerast enn meira
í útreiðslunum hjá SEV, so
gongur hetta út yvir tænastu
og veitingartrygdina – og
harvið lækkar góðskan av
veitingini frá SEV. Tað skuldi
verið óneyðugt at sagt, at
hetta kann fáa stórar av
leiðingar fyri bæði vinnulívið
og alt samfelagið sum heild.
Avskrivingartíðarskeiðið
varð broytt í 2009, soleiðis
at avskrivingarnar nú svara
til livitíðina hjá rakstrar
gøgnunum. Hetta samsvarar
bæði við myndugleikakrøv
og krøv frá grannskoðar
anum. Broyttu avskriving
arreglurnar eru sostatt tiknar
við í fíggjarætlanina fyri 2011.
At skerja í íløgunum munar
lítið uppá rakstrarhallið nú,
og endamálið við íløgunum
í varandi orkukeldur er júst
at sleppa undan høgum og
sveiggjandi oljuprísum.
Nevndin í SEV er full
vís í, at leiðslan hevur kýtt
seg at spara tað í rakstrar
útreiðslunum komandi ár,
sum er forsvarligt. Tí hava
vit eisini tikið undir við
uppskotinum um príshækk
ingina á 15 oyru/kWh.
SEV er ogn hjá føroysku
kommununum, og nú eleftir
litsmyndugleikin
loksins
hevur skilt alvorsstøðuna
um alneyðuga tørvin hjá
SEV at fáa øktar inntøkur,
tykist tað margháttligt, at
høvuðseigarin, Tórshavnar
kommuna, skal ganga ímóti
hesum. Kommunan má tó
gera sær púra greitt, áðrenn
hon mgl. gongur ímóti eini
príshækking,
hvørjar
av
leiðingar hettar kann fáa.
Vinnulívið, eins og borgarar
í landinum, hava brúk fyri
álítandi streymi alt sam
døgrið, og hendan veitingar
trygdin kemur ikki flótandi
á eini fjøl.
Vil
man
frá
landsins
myndugleikum
lætta
um
byrðuna hjá fólki í hesum
truplu tíðum, kundi lands
myndugleikin farið inn og
avtikið mvg ella oljuavgjald
á elprísunum; tað hevði
verið ein stórur lætti fyri tað
einstaka húsarhaldið.
Aðalfundurin er hægsti
myndugleikin hjá SEV. Á
aðalfundinum møta lima
kommunurnar, ið hvør hava
eina atkvøðu fyri hvørjar
1.000 íbúgvarar. Fyri Tórs
havnar kommunu merkir
hetta, at borgarstjórin møtir
til aðalfundin við 20 atkvøð
um í lummanum. SEV fór
frá einari skipan við stýri og
umboðsráði, til eina parta
felagslíknandi skipan við eini
7manna nevnd, umboðandi
kommunustýrislimir.
Millum kommunustýris
limir var undranin stór, tá
borgarstjórin í Havn óvæntað
boðaði frá, at hann ikki tók
undir við eini elpríshækking
og á eykaaðalfundi setti fram
broytingaruppskot, har heitt
varð á nevnd og leiðslu um at
endurskoða fíggjarætlanina
fyri 2011. Hesum atkvøddi
ein meiriluti fyri, og hava
nevnd og leiðsla nú arbeitt
við hesum. Men her er
eingin vegur uttanum, tí
landsmyndugleikin
hevur
í ov mong ár noktað hækk
ing
av
elprísinum,
sum
ætlanin annars var at taka
í smáum bitum yvir eitt
longri tíðarskeið, og tí er
tann beiski veruleikin tíverri
nú, at neyðugt er at fremja
hesa hækking í einum størri
lopi, um felagsskapurin hjá
kommununum
ikki
skal
kollsigla.
Felagsskapurin
SEV
hevur ikki uppiborið at
verða brúktur sum politisk
kastibløka, ella til politiska
profilering; málið er nógv
meira álvarsamt enn so – vit
skulu hava ljós og aðra elorku
hvønn dag, og vit mugu
gera okkum leys av oljuni.
Tíbetur verður tað granskað
nógv í varandi orku, og
fleiri framstig verða gjørd
á tí økinum. Tí er at vóna,
at dagurin, har vit kunnu
leggja á annan bógv enn at
týna okkara vøkru náttúru
við teimum dýrabaru áunum,
ikki er so langt burturi.
Og góði Levi Mørk. Tú
tekur so munnfimur til í
blaðgreinini um, at “SEV the
show must go on”. Men eg vil
halda, at tað er so ólukksáliga
nógv meira týdningarmikið
at “the Flow must go on”.
Okkara
nútíðarsamfelag
kann
nevniliga
als
ikki
vera eina trygga og álítandi
streymveiting fyri uttan 24
tímar í samdøgrinum og allar
dagar í árinum. Tað er fyri at
tryggja hesa samhaldsfastu
lívæðr í samfelagnum, at
SEVnevndin
ábyrgdarfult
mælir
til
hesa
neyðugu
príshækking, hóast lættast
kundi verið at skorað nøkur
bílig løtuvinningspoeng við at
loypa frá. Ein samhaldsføst,
burðardygg og umhvørvis
jalig orkuveiting, áttu eisini
at ligið tíni javnaðarhugsjón
uppá hjartað at virka fyri.
Við varandi orku kvøðu
Um SEV málið
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur fyri Tjóðveldi, og nevndarlimur í SEV fyri Tórshavnar býráð