mánadagur 27. desember 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 27. desember · Nr. 176
Sosialurin
S
um seinast, tá úrslitini vórðu
almannakunngjørd, skaptu tey
aftur hesaferð mikla øsing millum
fólk. Nøkur nikka viðurkennandi
við høvdunum, tí hetta høvdu tey
eisini væntað, meðan onnur als
onga meining hava um málið. Og
so eru tað tey, sum halda, at hatta
– altso PISA er nakað forferdiligt
fjas. Tí, sum tey taka til, føroysk
børn gerast eisini læknar og
klára seg væl í øðrum londum.
Og vit, vit komu jú eisini undan
onkursvegna. Og so ikki at gloyma
hatta við, at føroysku børnini duga
so nógv onnur ting, sum kanningin
sjálvandi ikki tók hædd fyri og, og,
og. Jú, undanførslurnar eru nógvar.
Sera nógvar.
L
íta vit aftur á fyrstu PISA -
kanningina, varð undanførslan,
sum vigaði mest hjá teimum, sum
vóru móti slíkum kanningum, tann,
at skúlarnir og næmingarnir ikki
høvdu tikið kanningina í álvara,
og at hon tí ikki var eftirfarandi.
Men hendan undanførslan hevur
í øllum førum ikki verið galdandi
í nýggjastu kanningini, tí eftir at
seinasta úrslitið elvdi til so nógv
hóvasták, er tað heilt víst, at øll
hesaferð hava tikið kanningina í
álvara og gjørt sítt allar besta til
tess at fáa eitt gott úrslit, sum kundi
prógva, at heimurin tók feil, og at
vit føroyingar avgjørt hoyra til
klókastu fólk í heiminum. Men hvat
varð so úrslitið? Jú, so at siga tað
sama sum seinast, tó við onkrum
lítlum glotta. Men framstigini
eru als ikki nóg stór til at kunna
staðfesta, at vit í fyrstu kanningini
kláraðu okkum so illa, tí eingin tók
kanningina í álvara.
M
en heldur enn at finna
undanførslur áttu vit at tikið
úrslitið til okkum og hugt eftir,
hvat vit sum lærarar, foreldur og
samfelag kunnu gera til tess at bøta
um úrslitið. Tvær reisur hava vit
fingið staðfest, at okkurt er galið.
Føroysku børnini eru alt annað
líka ikki nóg væl fyri fakliga. Hetta
noyðast vit at ásanna og mugu taka
ávaringarnar til okkara heldur enn
at stinga høvdið í sandin. Og so er
tað fullkomiliga líkamikið, at vit, tá
vit vóru ung, heldur ikki lósu og at
okkurt hóast tað spurdist burturúr
okkum. Tí tíðirnar eru avgjørt
broyttar, og samfelagsligu krøvini
til at hava ein ávísan lesiførleika
hava ongantíð verið størri enn í
dag.
Men í øllum hesum kjakinum,
sum hevur staðist av PISA, so er
tann faktorurin, sum vit øll sýnast
at hava gloymt, at lesing er ein sera
týdningarmikil partur av tí at ger-
ast menniskja. Havi í hesum sam-
bandi hug at sitera kenda familju-
terapeutin, námsfrøðingin og guruin
hjá foreldrum, lærarum og námsfrøð-
ingum hesi seinastu árini Jesper
Juul. Hann sigur nakað soleiðis:
T
að er sera týdningarmikið fyri
foreldur at lesa so ofta sum
møguligt fyri børnum. Tað er týding
armikið fyri málsligu menningina
og soleiðis møguleikan at klára seg í
útbúgvingarskipanini, men hetta er
tann minsti parturin. Tann týdingar
miklasti parturin er at síggja sam
bandið millum persónligheit og
mál. Vit tosa ikki bara soleiðis, sum
vit eru, men vit verða eisini, soleiðis
sum vit tosa. Jú fátækrasligari mál
børnini hava, minni fjølbroytta
sjálvsmynd fáa tey.
T
að vil siga, tað týdningarmikl-
asta er ikki, um barnið kemur
heim við 10,3 í meðal ella 5, 6. Tað
týdningarmiklasta er, at málsliga
menningin hjá barninum er neyvt
tengd at, hvussu barnið fatar seg
sum menniskja. Og tað er tað
týdningarmesta – tí er tað nakað
vit ynskja, so er tað, at børn okkara
kenna seg væl sum persónar – at
tey hava eitt stórt sjálvsvirði.
Eitt annað, sum verður lágt rað-
fest í øllum hesum málinum, er, at
tað í veruleikanum er í bókunum, at
vit læra at vera menniskju. Tað er í
bókunum, vit læra tolsemi, at rúma
øðrum og soleiðis eisini okkum
sjálvum på godt og ondt, sum danin
segði.
M
en tá tað so er sagt, vísa kann-
ingar eisini, at vit foreldur
hava eina ómetaliga stóra ávirkan
á, hvussu skúlagongdin ella lesi-
hugurin hjá barni okkara verður.
H
enriette Romme Lund skrivar
í greinini Læselyst – hvad
er det? um ymiskar kanningar,
sum hon hevur gjørt av ávikavist
børnum, sum elska at lesa og
børnum sum ikki dámar at lesa.
Kanningarnar vístu heilt greitt, at
tey børnini, sum elskaðu at lesa,
høvdu foreldur, sum lósu nógv, og
sum regluliga vitjaðu bókasøvnini
saman við børnunum. Harumframt
góvu foreldrini børnunum bøkur
í jóla- og føðingardagsgávu og
vístu á tann hátt, at tey stuðlaðu
børnunum í lesiáhuganum.
K
anningarnar vístu harumframt,
at tey børnini, sum ikki dámdu
at lesa, høvdu foreldur sum at kalla
ongantíð lósu. Tá tey lósu, lósu tey
vikubløð og tilboðsavísir. Hetta
elvdi til, at børnini ikki høvdu
serliga stórar tankar um bøkur og
tað at lesa. Hesi børnini settu lesing
í samband við nakað keðiligt og við
niðurlag í skúlanum.
N
ógv hevur verið prátað um
hesar 200 bøkurnar, sum skulu
vera skeringspunktið fyri, hvussu
børnini
klára
seg
viðvíkjandi
lesing. Fer mann eitt sindur longri
enn tað og hyggur eftir, hví børnini
klára seg betri enn hini, sum ikki
vaksa upp við 200 bókum, so liggur
sannleikin kanska heldur í tí, at
í heimunum við fleiri enn 200
bókum hava børnini fyrimyndir,
sum lesa. Tí fólk, sum ikki lesa av
áhuga, hava líkasum onga orsøk
til at seta bøkur upp á hillarnar.
Tað vil siga, at tað er sannlíkt, at
foreldrini í heimum við 200 bókum
eisini lesa. Børnini síggja hetta og
gera sum foreldrini. Tað er langt
síðani at tað varð staðfest, at børn
ikki gera sum foreldur siga, men
sum tey gera. Harumframt kanst
tú ikki vænta, at børn fara at lesa,
um ikki tey hava bøkur rundanum
seg. Tað er nú einaferð lættari hjá
børnunum at lesa, um spennandi
bøkur standa frammi á kamarinum
ella í stovuni. Eru ongar bøkur í
nærumhvørvinum hjá barninum,
kanst tú vera nokk so vísur í, at tey
ikki fara at lesa av egnum huga ella
initiativi. Og hetta førir okkum so til
undanførsluna sum ljóðar: í mínum
barnaheimi vóru ongar bøkur, og
eg elskaði at lesa. Undirforstaðið,
okkara børn eru ikki øðrvísi enn vit.
Men tað er jú akkurát tað, tey eru.
Vit høvdu ikki: fartelefon, teldu,
nintendo DS, Playstation og WII
sum kappaðist um okkara frítíð, og
júst hetta er orsøkin til, at vit, í mun
til okkara foreldur, noyast at gera
eitt tilvitað arbeiðið, tá tað kemur
til lesing hjá børnum okkara. Og tað
er alt ov lætt og avgjørt at renna
frá okkara ábyrgd sum foreldur at
siga: “Jamen, Jens tímir ikki at lesa,
hann vil bert spæla teldu”. Vit vita,
sum foreldur, at tað er ikki gott, at
børnini sita framman fyri ymsikar
skýggjar dagin á tamb – heldur ikki
um tey sita saman vinum. Vit mugu
sum foreldur vísa okkara børnum
vegin til bókina m.a. við at lesa fyri
teimum.
M
en hinvegin vit gjalda jú skatt
í langar banar, so í grundini
má tað vera skúlin, sum hevur
evstu ábyrgdina av undirvísingini
hjá børnum okkara. Skúlin hevur
ábyrgd ja, men evsta ábyrgdin liggur
hjá foreldrunum. Ein skúlatími
er 45 minuttir. Tekur tú fimm
minuttir av til spill í samband við
at byrja tíman og aðrar 5 minuttir
til at pakka saman og enda tíman,
eru 35 minuttir efitr til undirvísing.
Í flestu flokkum eru 24 næmingar,
tvs. 1 og ein hálvan minutt til hvørt
barnið. Ikki nógv, tá hugsað verður
um, at tú sum lærari bæði skalt
læra barnið nakað nýtt fakligt, læra
tað at vera sosialt umframt vekja
hugin og alsk til læring.
T
að kann tykjast eitt sindur
torført
at
skilja,
hví
vit
sum foreldur skulu lesa fyri og
við okkara børnum. Tí havi eg
valt at illustrera tað við einum
fótbóltsdømi. Hetta dømi áttu øll
at kunna skilt og ført yvir á lesing.
Og við tí í huga tikið í egnan barm
heldur enn sett spurnartekin við
góðskuna á PISA kanningini.
Í
mynda tær eitt barn, sum venur
fótbólt saman við foreldrunumí
ein tíma um dagin alt summarið,
frá barnið er 3 ára gamalt, til tað er
8 ár (maj, juni, juli og august = 120
tímar um árið í 5 ár).
Ímynda tær so eitt annað barn,
sum ongantíð hevur spælt fótbólt
– tað hevur onga venjing, hevur
ongantíð sett fótin á bóltin, hevur
ongantíð skotið upp á mál og hevur
næstan ongantíð sæð ein heilan
fótbóltsdyst.
Ímynda tær so, at bæði fara at
ganga til fótbólt sum 7 ára gomul.
Stórur munur er á, hvørjum støði
hesi børnini eru á.
H
etta er at sammeta við tann
munin, sum er millum næm-
ingar, har foreldrini hava lisið fyri
børnum, áðrenn tey fara í skúla
og so teim børnum, sum ikki hava
hoyrt søgur. Og nú er ikki torført
at skilja at tað eisini verður stórur
munur á, hvat hvørt barnið fær
burturúr undirvísingini...
S
jálvandi kunnu vit altíð seta
spurnartekin við kanningar
sum PISA, men kanningin vísir alt
annað líka, at vit samanborið við
onnur lond eru verri fyri. Tá nú allar
kanningar benda á, at heimini hava
ein stóran leiklut, tá hugsað verður
um, hvørt barnið fer at dáma at lesa
ella ikki, so er tað kanska eisini her,
vit skulu seta mest inn. Vit foreldur
eru fyrimyndir, og vit mugu ganga
fremst, tá arbeiðið skal gerast.
Góðan lesihug!
PISA kanningin - og hvat so
Gitte Klein
Herfyri varð úrslitið av nýggjastu PISA kanningini almannakunngjørt. Ikki heilt óvæntað vísti
kanningin enn einaferð, at føroysku børnini ikki duga nóg væl at lesa – um enn ein glotti sýnist at hóma
samanbera vit við seinastu kanning. Taka vit harafturat úrslitið av landsroyndunum hjá 4. og 6. flokki,
vísir tað, at børnini kanska duga at lesa tekniskt, men at tey ikki skilja tekstin í nóg stóran mun