Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. desember 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. desember · Nr. 176 22 Sosialurin Landsfundur Føroya Fiskimannafelags Landsfundur Føroya Fiskimannafelags verður i hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnardeild 7, Tórshavn 28.december kl. 10 Skráin er sambært viðtøkur felagsins: • Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári • Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar • Val av grannskoðara • Ásetan av limagjaldi • Uppskot frá stjórn og sóknum • Annað Býráðsfundir 2011 Almennu fundirnir hjá Runavíkar býráð í 2011 verða í býráðshøllini hesar dagar kl. 17.00: 27/01, 24/02, 31/03, 28/04, 26/05, 30/06, 01/09, 29/09, 27/10 og 24/11 Mál, ið ynskjast viðgjørd á býráðsfundi, mega vera býráðnum í hendi innan 10. í mánaðinum. Runavíkar býráð TINGANES · POSTSMOGA 377 · 110 TÓRSHAVN TEL 35 60 60 · FAX 35 60 65 · VMR.FO · VMR@VMR.FO Vegna Føroya landsstýri (Landskassan) heitir Vinnu­ málaráðið á íleggjarar, sum eru áhugaðir í at keypa 50 % av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging, at boða Vinnumálaráðnum frá slíkum áhuga. Sókn­ ast verður eftir einum íleggjara sum í samstarvi við Ognarfelagið Lív, ið fer at eiga hini 50 %, vil styrkja virksemið og virkisøkið hjá P/F Føroya Lívstrygging. Føroya Lívstrygging varð sett á stovn 1. januar 1967 og 1. januar 2000 gjørt til partafelag. Føroya Lívs­ trygging veitir eftirlønar­ og lívstryggingar til størra partin av føroyska arbeiðsmarknaðinum og sam­ starvar við flestu fakfeløgini í Føroyum. Við fráboðanini um áhuga at keypa skal íleggjarin í stuttum eisini greiða frá sær sjálvum (slag av fyritøku, virkisøki o.t.), hvussu ognarskapurin í P/F Føroya Lívstrygging kann sameinast við verandi virksemi, og hvørjar eru meginorsakirnar til áhugan í P/F Føroya Lívstrygging. Áhugaðir íleggjarar, sum hava latið inn fráboðan um áhuga at keypa, skulu síðan undirskriva eina trúnaðarváttan fyri at vera við í víðaru keyps/sølu­ tilgongdini. Gevið gætur, at partabrøvini í P/F Føroya Lívstrygg­ ing verða ikki seld uttan nøktandi prísboð er fingið og samráðingar við boðgevara enda í sølu. Tey 50 % verða seld í einum til ein keypara, og tikið verður ikki ímóti boðum upp á ein part. Samleikin hjá teimum, sum hava boðað frá áhuga at keypa, verður almannakunngjørdur, so títt og knapt freistin at boða frá áhuga at keypa er úti. Umbøn um navnloysi verður ikki gingin á møti. Seinasta freist at boða frá áhuga at keypa er 21. januar 2011, kl. 15,00. Boð um áhuga at keypa skulu verða eyðmerkt við ”Søla av P/F Føroya Lívstrygging” og latin inn til Vinnumálaráðið Tinganes 110 Tórshavn VINNUMÁLARÁÐIÐ Søla av 50 % av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging Móttøkufólk Eirargarður 2 · FO-100 Tórshavn · Tel: +298 304050 Fax: +298 304025 · E-mail: hmr@hmr.fo Heilsumálaráðið Eitt tíðaravmarkað hálvtíðarstarv í móttøkuni í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum verður við hesum lýst leyst til setan sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um: • at ansa móttøkuni • telefonavgreiðslu • umsiting av postinum • dagliga umsiting av klokkuskipanini • innkeypi fyri ráðini • nakað av vanligum skrivstovuarbeiði • annað fyrifallandi arbeiði Vit hugsa okkum, at tú hevur: • góðan førleika at samskifta • góð samstarvsevni • kunnleika til arbeiði í vekslara • kunnleika til EDV á brúkarastøði Lønar – og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er skipað á Tænastueindini undir Heilsumála­ ráðnum, sum røkir felagsfunktiónir fyri bæði Almanna­ málaráðið og Heilsumálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara, tlf. 304050. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmæl­ um skal sendast til: Heilsumálaráðið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn. Umsóknarfreist: mánadagin 4. januar 2011, kl. 12:00. Hús í Kollafirði til sølu fyri hægstbjóðandi. Húsini eru í tveimum hæddum við inngongd í kjallarahæddini. Kjallarahæddin er uppá uml. 114 m2 og er innrættað soleiðis: Inngongd við trappu uppá, tvey kømur, harav í tí eina kamarinum eitt hálvliðugt baðiverilsi. Kjallararúm. Ovarahæddin er uppá uml. 108 m2 og er inn­ rættað soleiðis: Køkur og stova í einum, tvey kømur og WC og bað. Altan. Húsini eru óliðug, bæði innan og uttan. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, ojk@jura.fo ella skrivaran Elina Svínoy, els@jura.fo Til kunnleika skal upplýsast, at skrivstova okkara er stongd millum jóla og nýggjárs. Opið verður aftur mánadagin tann 3. januar 2011 AdvokAtskrivstovAn Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. Birita Sandberg Samuelsen, adv. ft. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • Fo-110 tórshavn tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Hús í Kollafirði Tekna teg sum haldara nú fyri einans 400,- um ársfjórðingin www.sosialurin.fo