Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 37 - 22. februar 2002 Nr. 37 - 22. februar 2002 3 Mentunargrunnur Landsins hevur fingið tvífalt so nógvar um- sóknir um starvsløn í ár í mun til í fjør MENTAN Turið Kjølbro Stórur áhugi er millum fólk, sum vilja arbeiða burturav við síni list. Tað eru umsóknirnar til Ment- unargrunn Landsins um starvsløn ein góð ábending um. Ikki færri enn 62 umsóknir eru komnar inn á hesum sinni í mun til 35 í fjør. - Allar umsóknirnar verða viðgjørdar. Vit kunnu ikki siga um ta einastu einu umsókn, at hon ikki er áhugaverd. Umsóknirnar benda á, at tað eru nógv fólk, sum hava áhugaverdar ætlanir og góð hugskot, og at nógv hendir. Nógv er í gongd og nógv er í um- búna, innan allar listagrein- ir, sigur Rói Patursson, formaður í Mentunargrunni Landsins. Tað er nevndin í Ment- unargrunninum, sum tekur dagar ímillum umsókn- arnir. - Vit hava ikki neyvar og greiðar treytir til umsókn- irnar, men vit seta tær upp út frá lógini og kunngerðini til grunnin. Í fyrsta umfari meta vit út frá tí, sum hevur dygd, sum er innihaldsrík, spennandi og nýskapandi, og sum vit trúgva uppá og hava álit á. Tað vil siga, at tann mest sannførandi um- sóknin hevur ein góðan møguleika, sigur Rói Pat- ursson. Hann leggur aftur- at, at bæði millum umsókn- irnar um starvsløn og hinar umsóknirnar eru ógvuliga spennandi ætlanir og ný- brot. Í fjør vórðu fleiri starvs- lønir latnar. Ein trý ára starvsløn, tvær eitt ára starvslønir og nakrar seks og tríggjar mánaða starvs- lønir. Mentunargrunnur Landsins hevur tríggjar miljónir krónur at arbeiða við í ár. Hvør starvslønin er slakar 18.000 krónur um mánaðin. Í lógini fyri grunnin stendur, at helm- ingurin av játtanini kann nýtast til starvslønir. Tað stendur ongatíð í lógini, hvørjar treytir skulu setast fólki, ið søkja um starvs- løn. Heldur ikki verður kravt, at umsøkjararnir leggja fram eitt endaligt úrslit, tá ið starvslønar- tíðarskeiðið er av. - Nevndin er samd um, at grunnurin letur sama tal av starvslønum hesuferð. Mentunargrunnurin hevur hálva aðru miljón krónur til tað endamálið, sigur Rói Patursson. Talið á øðrum umsókn- um er eisini hægri í ár enn í fjør. Nevndin hevur júst viðgjørt 25 umsóknir og 25 nýggjar umsóknir liggja klárar til viðgerðar. Talan er um umsóknir um stuðul til útgávur av ymsum slag, konsertir, konsertferðir, verkætlanir og framleiðslu av ymiskum mentunarlig- um tiltøkum. Til hesar um- sóknirnar ræður grunnurin yvir umleið 900.000 krónur í ár og tað er nakað minni enn grunnurin ráddi yvir í fjør. - Vit hava arbeitt út frá teirri fortreyt, at grunnurin fekk eina økta játtan á hálva miljón krónur í ár, sum lovað varð. Tá ið av- tornaði varð játtanin til grunnin tann sama í ár sum í fjør. Hetta er ógvuliga óheppið, men eg vil kortini ikki siga, at tað fer at ganga út yvir nakran. Politikarar- nir játta pengarnar og vit arbeiða innan fyri teir karmarnar. Samanbera vit Mentunargrunnin vil Dansk Kunstfond átti játt- anin at verið tríggjar ferðir so stór. Nevndin í Mentunar- grunni Landsins hevur kortini ikki í hyggju at broyta lutfallið millum starvslønir og aðrar um- sóknir. Fyrst í hesum árinum varð funnist at Mentunargrunninum fyri at brúka ov lítlan part av samlaðari játtanini til eitt nú bókaútgávu. Bókaútgev- arar søgdu í miðlunum, at orsakað av ov lítlum stuðli frá grunninum til útgávur, komu væl færri bøkur út í fjør, og sama er væntandi í ár og so leingi stuðulin er so sum hann er. Formaðurin í Mentunargrunninum heldur ikki, at myndin er so einføld. - Vit hava roynt at gjøg- numført ein meiri greiðan politikk, tá ið tað ræður um at stuðla bókaútgávu, so- leiðis at vit kunnu síggja, hvat grunnurin í grundini stuðlar. Í tí sambandi hava vit kannað roknskapir frá bókaforløgum fyri at finna út av, hvør kostnaðurin er á eini bókaútgávu, sigur Rói Patursson. Nevndin í Mentunar- grunninum hevur ar- beiðsfund eina ferð um vikuna, og um tríggjar vikur verður greitt, hvørji tey hepnu eru, sum fáa starvsløn á hesum sinni. Skótar hugsa um skótavinir Hjúnini, Baden Po- well, høvud bæði havt føðingardag í dag, 22. februar. Skótar kring heimin halda hendan dagin sum hugsunardag HUGSUNARDAGUR Eirikur Lindenskov Hugsunardagurin er dag- urin, tá ið skótar kring heimin allan savnast fyri at minnast hjúnini Baden Powell, ið bæði høvdu føðingardag 22. februar. Á enskum verður hesin dagurin nevndur »Think- ing day«, ella »World friendship day«, tí á hes- um degi hugsa skótar um skótavinir okkara kring heimin. Í Føroyum gongur talvan í kirkjunum til frama fyri eitt vælger- andi endamál. Í ár gong- ur talvan fyri neyðrakt í Afganistan. Í Havn verður farið í kirkju kl 19, har Bjarni Bæk, dómpróstur, heldur gudstænastuna. 62 vilja hava starvsløn - Bæði millum umsóknirnar um starvsløn og hinar umsóknirnar eru ógvuliga spennandi ætlanir og nýbrot, sigur Rói Patursson, formaður í Mentunargrunni Landsins Á eykauppstillingar- fundi hjá Suður- streymoyar Javnaðar- felag í mikukvøldið varð endaliga avgjørt, at Helena Dam á Neystabø ikki stillar upp fyri Javnaðar- flokkin til løgtings- valið komandi UPPSTILLING Eirikur Lindenskov Suðurstreymoyar Javnaðar- felag hevði eykauppstill- ingarfund mikukvøldið, har eitt nýtt umboð skuldi velj- ast á í staðin fyri Katrina Gaard, sum hevði trekt seg av listanum. Á uppstillingarfundinum fyri tveimum vikum síðani varð Helena Dam á Neysta- bø eitt av fýra uppskotum, sum ikki komu á listan. Tí var ein ávísur spenningur, um hon fór at verða vald á listan hesaferð, nú hon aftur var í uppskoti. Katrin Gaard var vald á listan sum umboð fyri Sosialistiskt Ungmanna- felag, sum sambært sið- venju hevur eitt umboð á listanum. Felagið hevði tí skotið upp at velja Bartal Nolsøe Poulsen á listan, og sostatt var lagt upp til stríðsval teirra millum. Tá avtornaði dróg Bartal Nolsøe Poulsen longra strá- ið, og er tað tí endaliga av- gjørt, at Helena Dam á Neystabø ikki verður val- evni Javnaðarfloksins til hetta valið. Helena Dam á Neystabø segði við Sosialin fyri tveimum vikum síðani, at hon ikki fór at stilla upp fyri annan flokk, og at hon ikki fer at stilla upp í øðrum valdømi. Út frá hesum kann so staðfestast, at Helena Dam á Neystabø fer úr politikki – í øllum førum fyribils – á komandi løgtingsvali, sum verður í seinasta lagi 30. apríl Listin hjá Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag sær so- leiðis út: Helena kom ikki á javnaðarlistan Á eykauppstillingarfundi hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fall Helena Dam á Neystabø enn einaferð, og verður hon tí ikki millum valevni Javnaðarfloksins til komandi løgtingsval Tummas Arabo, Signabøur Bergur Dam, Varðagøta 53 Tórshavn Eyðolv Dimon, Marinargøta 3, Hoyvík Katrin D. Jakobsen, Villingardalsvegur 61, Tórshavn Elin Lindenskov, Frúutrøð 14, Tórshavn Kristian Magnussen, Dungagøta 13, Tórshavn Jan Midjord, Garðsgøta 25B, Argir Bartal Nolsøe Poulsen Áarvegur 14 Tórshavn Kári Petersen, Fugloyarvegur 8, Tórshavn Hendrik Thomsen, Velbastaðvegur 60 Tórshavn Joan Ziskason, Torkilsgøta 10, Hoyvík FRÁGREIÐING Jan Müller Tann nógv umrødda Menasfrágreiðingin verður almannakunngjørd í dag. Klokkar 10 verður tíðinda- fundur á Parnassinum á Hafnia, har John Christensen, stjóri fyri Menas, fer at leggja fram frágreiðingina: “Kanning av árinunum av eini oljuvinnu í Føroyum”. Hóast almenningurin higartil bert hevur fingið innlit í part av frágreiðing- ini, so hevur nógv umrøða verið av hesi kanning. Og herfyri fór tingmaðurin Finnur Helmsdal í tingið við málinum. Hann vil hava landsstýrismannin at svara spurningum um frá- greiðingina – og rør fram- undir, at partar av henni møguliga ikki skulu vera borðbarir. Tað var BP, sum á sinni setti seg í samband við Fróðskaparsetrið og vildi vita, um tað vórðu verk- ætlanir, sum tey kundu ynskt sær fóru í gongd í sambandi við eina komandi oljutilgongd. Tá kom upp- skot á borðið um eina kanning av m.a. samfelags- ligu árinunum av eini olju- vinnu. Endin varð, at BP fíggjaði eina verkætlan, sum Menas kom at standa fyri og har samstarv varð tikið upp við Setrið. Menasgreiðingin almenn John Christensen, stjóri í Menas fer at greiða frá kanningini. Mynd Jens K Vang. – Eg fari at føra arbeiðið hjá Karl Johansen víðari, sigur Jan Midjord, sum er blivin formaður í Havnar Arbeiðs- mannafelag eftir at Karl Johansen brád- liga doyði í farnu viku FORMANSSKIFTI Áki Bertholdsen – Tað verður ikki lætt at lyfta arvin eftir Karl Johan- sen. Tað viðgongur Jan Mid- jord, nýggjur formaður í Havnar Arbeiðsmannafe- lag. Hann hevur nú tikið við sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag eftir Karl Johansen, sum brád- liga doyði í farnu viku. Hann var næstformaður í Havnar Arbeiðsmannafelag og nú formaðurin legði árarnar inn, tekur hann við sum formaður. Hóast Jan Midjord ikki hevur verið so nógv frammi í fakfelagshøpi, er hann ongin ársungi í fakfelags- politikki, og tað er ikki ein heilt óroyndur maður, sum nú tekur við starvinum sum formaður í Havnar Arbeiðs- mannafelag. Hann hevur verið í nevndini í Havnar Arbeiðs- mannafelag í útvið 10 ár og hetta er onnur seta hansara sum næstformaður, hvør seta er tvey ár. Hóvlig linja Tey, sum kenna hann úr nevndini í Havnar Arbeiðs- mannafelag bera honum tað, at hann er ein dámligur maður, siðiligur og hóv- ligur. Karl Johansen var ikki ein fakfelagsformaður, sum var kendur fyri at fara í verkfall, hvørja ferð høvið beyðst. Og tað skulu vit heldur ikki væntað, fer at eyð- kenna nýggja formannin. Hann sigur, at hann fer at leggja somu hovligu linj- una, sum Karl Johansen legði. – Tað er ikki loysnin at fara í verkfall í heilum. Verkfalsvápnið skal brúk- ast við størsta varsemi og tað man vera ein royndur lutur, at tað kemst longst við samráðingum. Men tað skal heldur ikki misfatast soleiðis, at nýggi formaðurin fer at lata sær alt lynda. – Sjálvandi skulu vit krevja okkara rætt og sjálv- sagt skulu vit hava tær sømdir, vit halda okkum eiga. Arbeiðsgevarin letur onki frá sær góðvilliga . Og stendur á, eiga vit heldur ikki at aftra okkum við at brúka verkfalsvápnið, sigur Jan Midjord. Annars fer at hann at føra arbeiðið eftir somu kós, sum Karl Johansen legði. – Tað er ein stór ábyrgd at vera formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, ikki bara fakfelagspolitiskt, men eisini tí at felagið umsitur stórar ognir og mógvan pening. Tí ræður um at stíga varliga og ikki at leypa framav, sigur hann. Viðbøturnar upp Karl Johansen segði við Sosialin beint fyri nýggjár, at tyngsta takið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í hes- um árinum verður at fáa viðbøturnar fyri ymisk arbeiði, upp. Og tað er nýggi formað- urin púra samdur um. – Nógv tað mesta arbeiði eru blivin serarbeiði. Men viðbøturnar vit fáa fyri ymisk serarbeiði, sum t.d. at koyra stórar trukkar, kranar og annað, er heilt afturútsigld og tað verður størsta uppgávan hjá okk- um at fáa viðbøturnar upp. Og tá ið hann sigur upp, meinar hann munandi upp. Men Jan Midjord er eis- ini greiður yvir, at tað verður eitt tungt hoyggj at draga. Men tað skal drag- ast. – Viðbøturnar fyri ymisk arbeiði eru bara nakrar heilt fár krónur, men tær skulu heilt munandi upp,sigur hann, uttan at hann tó vil seta tal á. Hann sigur, at Havnar Arbeiðsmannafelag júst hevur vent sær onnur fak- feløg um at fara undir samráðingar við arbeiðs- gevaran í felag um við- bøturnar. Hann sigur, at enn veit hann ikki, hvørji fakfeløg verða við, men talan kann verða um Havnar Ar- beiðskvinnufelag, arbeið- arafeløgini í Klaksvík og Føroya Arbeiðarafelag- og tilsamans eru øll arbeiðs- fólk í landinum limir í onkrum av teimum feløg- unum. Men at Havnar Arbeiðs- mannafelag í hvussu so er fer undir hesar samráðing- arnar er ongin ivi, tí tá í sáttmálasamráðingar vóru seinast, varð skrivlig semja gjørd við arbeiðsgevararnar um at fara undir slíkar sam- ráðingar í ár. Hvussu langa framtíð, Jan Midjord hevur í Havnar Arbeiðsmannafelag, er tað ongin sum veit enn. Sjálvur hevur hann ongar tankar gjørt sær um at bjóða seg fram sum formansvalevni, tá ið val verður aftur. – Eg havi bara verið for- maður í nakrar dagaro g slíkar spurningar havi eg als ikki hugsa um enn. Eitt annað er so tað, at óvist er, nær formansval verður aftur. Í løtuni verða lógirnar fyri Havnar Ar- beiðsmannafelag tráðlisnar fyri at vita, hvussu rætta mannagongdin er í hesum føri, um formaðurin veðrur sitandi til regluligi aðal- fundurin verður aftur, ella um kallast skal til eyka- aðalfund at velja nýggjan formann. Jan Midjord er 48 ára gamal, slektaður av Økrum, men flutti til Havnar síðst í sekstiárunum. Síðani hevur hann m.a. arbeitt hjá Faro- dane, hjá glasvirkinum hjá Finni Olsen og í hjá Strand- ferðsluni í 24 ár. Fyri trimum árum síðani fór hann aftur í starv hjá Faro- dane, har hann nú arbeiðir. Tað verður tungt at lyfta arvin eftir Karl –Tað er ikki loysnin at fara í verkfall í heilum. Tað man vera ein royndur lutur, at tað kemst longst við samráðingum.Men tað skal heldur ikki misfatast soleiðis, at nýggi formaðurin fer at lata sær alt lynda, sigur Jan Midjord, ið hevur tikið við sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag eftir Karl Johansen Mynd: Jens K. Vang C M Y K 3 2