fríggjadagur 22. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 37 - 22. februar 2002
Nr. 37 - 22. februar 2002
5
3. - 5. mai í Ítróttarhøllini í Runavík
3. - 5. mai í Ítróttarhøllini í Runavík
Staðið har:
Staðið har:
Lat ikki henda møguleikan
gleppa tær av hondum. Ver
við á bústevnuni
Hús & Innbúgv.
Setið tykkum í samband við
okkum!
Bygging - Umbygging
Havaarbeiði - Umvæling
Køkar - Vindeygu
Hurðar - Fígging
Trygging - VHS
Hvítvørur - Møblar...
...og øll sum hava við
hús & innbúgv at gera,
hava møguleika at stilla
út.
Telduskipanirnar hjá
P/F Faroesoft undir
konkurs eru nú til
sølu fyri hægstbjóð-
andi. Men teldu-
skipanir eru ikki
annað enn nógvar
túsund reglur av
forritanarkodu, og
tær eru lítið verdar
uttan vitanina hjá
teimum fólkunum, ið
hava forrita tær. Hesi
søgdu øll upp á
Faroesoft og stovnaðu
KT-fyritøkuna Kervi,
ið nú bjóðar uppá
skipanirnar
KONKURS
Rúnar Reistrup
Tá ein fyritøka fer konkurs,
verða allar ognirnar hjá
fyritøkuni seldar við tí fyri
eyga at gjalda teimum, ið
hava krav í fyritøkuni. So-
leiðis er eisini nú trota-
búgvið eftir P/F Faroesoft
verður gjørt upp.
Men í KT-vinnuni er
vitan bæði høvuðstilfeingið
og mest umráðandi sølu-
vøran. Hendan vitan situr
sum kunnugt í høvdinum á
fólki, og tá tey av góðum
grundum ikki eru partur av
einum trotabúgvi, er ikki
nógv virðir eftir í avtiknu
KT-fyritøkuni.
Nú verða “vørurnar”,
sum P/F Faoresoft fram-
leiddi og seldi, lýstar til
sølu, men talan er um
telduskipanir, ið ikki eru
nógv verdar hja øðrum enn
teimum, ið hava gjørt tær.
Hetta kemst av, at ein
telduskipan í botn og grund
ikki er annað enn regla eftir
reglu, skrivað á forritanar-
máli. Og hevur tú ikki
sjálvur uppbygt telduskip-
anina, er tað ógvuliga tor-
ført at seta seg inn í hana.
Hálvskrivað bók
- At keypa telduskipanir,
sum onnur hava gjørt, er
næstan sum at keypa eina
hálvskrivaða skaldsøgu við
tí fyri eyga at skriva hana
lidna. Tað er illa vert stríðið
tí ofta er tað lættari at
skriva eina heilt nýggja frá
grundini, sigur Óli Olsen,
fyrrverandi stjóri á Faroe-
soft, og núverandi stjóri á
nyggju
KT-fyritøkuni
Kervi. Hann metir, at tað
hevði tikið einum góðum
forritara upp til eitt ár at
sett seg væl inn í teldu-
skipanirnar.
Fyritøkan Kervi varð
stovnað av somu fólkum,
sum áður myndaðu fyritøk-
una Faroesoft. Hesi fólk
søgdu seg kollektivt úr
starvi, stutt eftir at ein av
landsins størstu KT-fyri-
tøkum
Farodane
hevði
keypt fyritøkuna VIT, sum
harvið broytti navn til
Faroesoft.
Farodane misti nógv
At meginparturin av starvs-
fólkunum
á
Faroesoft
søgdu seg úr starvi var
beinleiðis orsøkin til, at
Faroesoft varð kravd á
húsagang av Farodane, sum
stutt frammanundan hevði
keypt 80 prosent av parta-
peninginum í fyritøkuni
fyri eina upphædd, sum
eingin av pørtunum vil
upplýsa.
Við
rýmandi
starvsfólkunum fór eisini
vitanin - høvuðstilfeingið
hjá Faroesoft – og harvið
gjørdust vørurnar, teldu-
skipanirnar, eisini so at siga
ónytiligar.
Á Farodane viðganga tey
uttan at blunka, at fyritøkan
hevur mist nógvan pening
orsakað av hópuppsøgnini
hjá starvsfólkunum, sum
við eitt gjørdi fyritøkuna
Faroesoft konkursbúna.
- VIT varð fyrst og fremst
keypt, tí mett varð, at
starvsfólkini vóru dugna-
lig. Sjálv fyritøkan var nið-
urpynd og stóð til at fara á
heysin og var tískil lítið
áhugaverd. Tá starvsfólkini
so øll ryma upp á handan
mátan er eingin grund til at
koyra fyritøkuna víðari, og
tí valdu vit at senda hana
konkurs, sigur Jan Ziska-
sen. KT-stjóri á Farodane.
Ikki sáttmálabundin
Tað kann tykjast eitt sindur
løgið, at keyparin, Faro-
dane, ikki tryggjaði seg
ímóti at fólk kundu fara úr
fyritøkuni
uttan
nakað
hóvasták, tá tað, sum keypt
varð, í grundini var starvs-
fólkið.
Í KT-vinnuni og øðrum
vitanarvinnum uttanlands
er heilt vanligt at fyritøkur
sáttmálabinda fólk so ella
so. Hetta valdi Farodane
ikki at gera, og starvsfólk-
ini á Faroesoft høvdu tí
einki til hindurs fyri at siga
upp kollektivt og byrja eina
nyggja fyritøku, ið tekst við
nøkunlunda tað sama, sum
Faroesoft tókst við. Millum
annað røkir Kervi í løtuni
nógvar av skipanunum,
sum fyritøkan VIT forritaði
og seldi.
Lítil áhugi fyri
telduskipanunum
Fyri Faroedane er talan um
eina søgu, sum fyritøkan
helst vil lata fara afturum
og gloyma. Tí hevur fyri-
tøkan ikki stórvegis áhuga í
at ogna sær telduskipan-
irnar hjá Faroesoft, sum nú
verða seldar av trotabúnum.
Vit hava lítlan og ongan
áhuga í hasum telduskip-
anunum, og vit vilja rætt og
slætt helst, at hetta málið
fær ein enda nú. Tað hevur
verið okkara politikkur í
hesum máli, at kundarnir
ikki skulu líða, og tí brúka
vit ikki meira orku uppá at
stríðast við hetta, enn at vit
kunnu geva kundunum
somu tænastu sum altíð,
sigur KT-stjórin á Faro-
dane.
Kervi fer at bjóða
Tað er trotabúgvið eftir P/F
Faroesoft, sum nú selur
telduskipanirnar hjá av-
tiknu fyritøkuni. Tí ber ikki
til hjá Farodane at forða
fyri, at Kervi, sum í veru-
leikanum er einasta fyri-
tøka í landinum, sum kann
fáa gagn av tí, í at keypa
telduskipanirnar.
Spekulatiónir hava verið
frammi um møguleikan
fyri at Faroedane fer at
keypa telduskipanirnar við
tí fyri eyga, at fyrrverandi
starvsfólkini á Faroesoft,
sum nú reka Kervi, ikki
skulu fáa hendur á teimum.
Men til hetta sigur Jan
Ziskasen, at tað hava teir
ongar ætlanir um.
Stjórin á Kervi, Óli
Olsen, sigur, at fyritøkan
sjálvsagt er áhugað í at
keypa
skipanirnar
hjá
Faroesoft, nú tær verða
settar til sølu.
- Vit fara sjálvandi at
leggja boð inn, men tað
hevur nú ikki so nógv at
siga fyri okkum at vit fáa
hendur á telduskipanunum.
Skipanirnar
eru
eftir
hondini gamlar, og vit
kunnu eins væl gera nakrar
nyggjari og betri heldur enn
at keypa tær verandi skip-
anirnar dyrt. So vit ætla
ikki at keypa tær fyri
nakran høgan prís, og hevur
onkur hug at bjóða ovur-
prís, so fara vit ikki at
bjóða ímóti tí, sigur Óli
Olsen og sipar soleiðis lítið
fjalt til ein varhuga av, at
Farodane kann hugsast at
hava áhuga í hesum.
Farodane fær einki
burtrúr
Hóast hann ikki ivast í
dygdini á teimum teldu-
skipanunum, sum hann
sjálvur var við til at seta í
verðina sum stjóri fyri VIT,
so væntar Óli Olsen ikki, at
áhugin fyri at keypa verður
serliga stórur.
- Tað krevur so nógv at
seta seg inn í hasar skip-
anirnar, at tað er ivasamt
um onnur enn Kervi kunnu
fáa stórvegis gagn av teim-
um. Hatta er jú ikki annað
enn síða oman á síðu av
forritanarkodu, sum ikki er
løtt at skilja hjá øðrum enn
teimum, sum hava skrivað
hana. Og tað er dýrt at
gjalda einum forritara fyri
at seta seg inn í koduna,
sigur Óli Olsen, stjóri á
Faroesoft.
Tá trotabúgvið eftir P/F
Faroesoft verður gjørt upp,
eftir at aktivini í avtiknu
fyritøkuni eru seld, verður
farið undir at gjalda teim-
um, ið hava krav í fyritøk-
uni. Ovast á prioritetslist-
anum eru lønarkrøvini hjá
starvsfólkunum á fyritøk-
uni, sum nú nærum øll eiga
í og arbeiða fyri Kervi.
- Starvsfólkini fáa sína
manglandi løn, og so er
helst ikki nógv eftir av
virðunum í fyritøkuni. Vit
vænta ikki at fáa nakað
aftur hendanvegin, sigur
Jan Ziskasen, KT-stjóri á
Farodane.
Túsundtals síður av kodu til sølu
Vit ætla ikki at keypa
telduskipaninar fyri nakran
høgan prís, og hevur onkur
hug at bjóða ovurprís, so fara
vit ikki at bjóða ímóti tí,
sigur Óli Olsen, fyrrverandi
stjóri á Faroesoft og
núverandi stjóri á Kervi
C
M
Y
K
5
4