Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 37 - 22. februar 2002 Nr. 37 - 22. februar 2002 7 Føroyska ferðavinnan eigur at leggja seg eftir at fáa ferðafólk hendanveg uttan fyri vanligu háarstíðina. Eitt nú um veturin, sigur ferðavinnu- maður FERÐAVINNA Edvard Joensen Tórshavn: Vit eiga at leggja okkum meira eftir at fáa ferðafólk til Føroya í lágárstíðini, sigur Marni Hjallnafoss á ferðavinnu- stovuni Greengate Incom- ing í Tórshavn. Hann vísir á, at áhugi er uttanlands, og tað eiga vit at útnytta í føroysku ferðavinnuni. Marni Hjallnafoss rekur sjálvur annara ferðavinnu- stovuna Greengate Incom- ing, sum heldur til í Vágs- botni í Havn. Hann er ikik í iva um, at tað eru tey ferða- fólkini, sum vilja koma til Føroya uttan fyri vanliga summarfrí, vit eiga at satsa uppá. – Tað skal sjálvandi ikki skiljast so, at vit sleppa hinum, Tað vildi verið ørt at sagt so, tí tað ætlar eingin. Men vit mugu leggja meira orku í at náa teimum, sum vilja koma aðrar tíðir enn mitt um summarið, sigur hann. Hann sigur, at ein ávísur áhugi er at merkja millum bretsk ferðavinnufólk fyri at gera ferðir til Føroya eitt nú um veturin. Eitt sindur av ferðafólki kemur, sum er, men tað er rættiliga lítið kortini. Men verður borið rætt at, kann tað væl menn- ast, heldur Marni Hjallna- foss. Vinna í menning Marni Hjallnafoss heldur, at føroyska ferðavinnan er i menning í aðrar mátar eis- ini. Her hugsar hann serliga um tænastustøðið í Føroy- um, sum er alsamt hækk- andi. Útlendsku ferðafólkini, sum koma hendanveg, seta alsamt størri krøv, og tað skulu tey eisini, heldur hann. Og tað gleðiliga er, at føroyingar tykjast skilja hesi krøvini og gera sítt til at fylla tey út. Nú er tað soleiðis, at vit hava tað, sum vit hava at bjóða, og tað mugu so tey, sum koma at ferðast, góð- taka. Tað gera tey eisini, tí eingin kemur til Føroya at sóla sær, men heldur at síggja nattúru og fugl. Hinvegin eiga vit at duga at føra okkum fram og taka í móti hesum fólkunum, sum tað sømir seg pro- fessionellum vertum. Tað gongur væl tann veg- in, sigur Marni Hjallnafoss. Hann nevnir gistingarhús- ini, sum eru góð í Føroyum, og útlendingar, sum koma hendanveg, láta eisini væl at umstøðunum, sigur hann. Nýggjar leiðir Umboð fyri Greengate Incoming vóru her fyri við á Mid Atlantic Seminar ferðavinnumessuni í Ís- landi. Hetta var fystu ferð, føroyingar vóru við á hesi messuni. Serliga komu tey her í samband við amerikanarar, sum tykjast hava fingið áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli. Marni Hjallnafoss hevur somu áskoðan sum Jeffrei Johannesen, stjóri á Tórs- havnar Sjómansheimi vísti á í Sosialinum herfyri, at amerikanarar tykjast søkja meira sonevnd trygg ferða- mál. Tað tykjast vera hendingarnar 11. septemb- er í fjør, sum gera tað. Tað er torført at sleppa inn á amerikanska markn- aðin, men føroyingar tykj- ast kortini vera á veg inn saman við íslendingum, metir Marni Hjallnafoss. Samskiparar Greengate Incoming er ferðavinnustova, sum sam- skipar allar ferðir í Før- oyum. Marknaðarføringina lata tey onnur um, so at siga, greiðir Marni Hjallna- foss frá. Í teirra føri er tað Atlantsflog, sum Greengate samstarvar við, sum ger faldarar og fær fólk hend- anveg. Tá tey eru komin, tekur Greengate við. Tað kann vera alt frá van- ligum familjuferðum og ráðstevnum til tær so- nevndu incentive ferðirnar, tey skipa fyri í Føroyum. Incentive ferðirnar eru áhugaverdar, sigur Marni Hjallnafoss. Talan er í veruleiknaum um luksus- ferðir, sum fólk veruliga gjalda fyri. Men so eru krøvini eisini hareftir. Vanliga eru tað fyritøkur, sum senda góðar kundar ella starvsfólk, sum skulu hava einahvørja viðurkenn- ing, á eina slíka ferð, har ikki verður spurt eftir kostnaði, men bara biðið um, at tað, tey vilja hava, verður gjørt til fullnar. Tað kann til dømis vera at fara ein gongurtúr frá flogvøllinum niðan á egg- ina sunnanfyri, har fólk frá Hotel Vágum er fyri teim- um við morgunmati. Hað- ani verða tey heintað við tyrlu og flogin til Havnar. Síðan við speedbáti inn á Skálafjørðin, har tey kanska sleppa at rógva kapp við føroyskum bátum, áðrenn farið verður aftur til Havnar við bussi. Bert fyri at taka eitt hugsað dømi. Tey kunnu vera so nógv, greiðir Marni Hjallnafoss frá. Mugu menna vetrarferðingina Vit eiga at leggja okkum eftir alternativum tilboðum í føroysku ferðavinnuni, heldur Marni Hjallnafoss á ferðavinnustovuni Greengate Incoming í Havn Mynd: Edvard Joensen Rækjuskipið South Island er farið aftur til fiskiskap, eftir at hava ligið eina lítla viku á Vági, har skipið hevur landað. Hóast rækjuflotin ikki hevur sínar bestu dagar í løtuni, eru vóninar umborð hampuligar FISKIVINNA Dagfinn Olsen Rækjubáturin South Island úr Vági hevur hesa vikuna verið at sæð á Vágsfirði. Tað er ikki so ofta, at skipið vitjar, tí roynt verður sjálv- sagt á fjarskotnum leiðum og landað verður oftast ikki í føroyskari havn, tí langt er at sigla. Men hesaferð hava teir landað í Vági. Rækjuvirkið á Oyri hevur keypt lastina, ið verður á goymslu í Vági, tí goymslurnar eru fullar á Oyri. Og tað er sjálvsagt kærkomið hjá manningini, at skipið liggur í Vági, haðani skip, eigarar og manning er í stóran mun, hóast manningin nærum er úr øllum Føroyum. Jóhannes Joensen, skip- ari, sigur, at vóninar eru ikki so góðar, um ein hugs- ar stutt tíðarskeið fram, men enn livir vónin um betri tíðir fyri framman. - Hevur ein ikki vónina, so kann ein blaka frá sær. Sjálvsagt vóna og halda vit, at tað fer at ganga hinvegin aftur, spurningurin er bara nær og um vit eru til tá, sigur skiparin um vánaligu støðuna, rækjuflotin tykist vera í, eftir drúgva tíð við lágum prísum og heldur høgum oljuprísum. Hann vísir á, at ljósglott- ar eru. T.d. er oljuprísurin lækkaður við hálvari krónu, í mun til í fjør, og alt ger mun. Mikudagin sást South Island stevna útaftur av Vágsfirði. Jóhannes Joen- sen, skipari, sigur, at leiðin nú liggur eystureftir, tað vil siga til Svalbard ella Barentshavið. South Island stevnir aftur á fiskileið South Island hevur landað á Vági hesa vikuna. Skipið fór aftur til fiskiskap mikudagin Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevur vil nú hava Løgtingið at játta Landssjúkra- húsinum fýra milli- ónir krónur at keypa nýggjar sengur fyri HEILSUVERK Áki Bertholdsen – Tað kendist ikki sørt pínligt at síggja, hvussu vánaligar umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru. Tað sigur Kristian Magn- ussen, løgtingsmaður, eftir at hann fyri stuttum var á Landssjúkrahúsinum og vitjaði, saman við Løg- tingsins Fìggjarnevnd og trivnaðarnevnd. Úrslitið av vitjanini er, at hann nú vil hava Løgtingið at játta Landssjúrahúsinum fýra milliónir krónur at keypa nýggjar sengur fyri. Hann sigur, at í kreppu- árunum var Landssjúkra- húsið fyri ógvusligum sparingum og er enn ikki komið upp á fíggjarliga støðið, ið tað var á áðrenn kreppuna. – Hesar sparingar hava m.a. ført við sær, at sein- astu árini hava umstøðurnar hjá sjúklingum og starvs- fólki ikki verið nóg góðar, sigur hann. – Vit uppliva í dag, at deildir eru stongdar stóran part av árinum, búfólk á pensionatinum verða koyrd úr heimi sínum á høgtíðum, starvsfólk verða ár aftaná ár hótt við uppsagnum og bíðitíðin til ávísar viðgerðir er longri enn rímiligt er. Hann vísir eisini á, at sjálvir bygningarnir eru niðurslitnir og forfalla og at ávísur útbúnaður er so vánaligur, at hann hvørki kann bjóðast sjúklingum ella starvsfólki. Men hann leggur afturat, at seinastu árini er tó nakað av vend komið í. – Nýggi bygningurin er farin at taka skap og løgtingið hevur veitt eyka- játtanir fyri at framskunda ætlanina at útvega nýggj tól, nýggja útgerð og og sjúkrabilar. Pínligt Kristian Magnussen sigur, at fyri einari viku síðani vóru limirnir í løgtingsins fíggjar- og trivnaðarnevnd á vitjan á Landsjúkrahúsin- um. Har bleiv greitt frá um røkt og rehabilitering og at vitjaðu limirnir onkrum av deildunum. – Tað kendist ikki sørt pínligt at síggja hvussu vánaligar umstøðurnar eru. Hann sigur, at tað, sum starvsfólkini serliga tóku fram, vóru tær vánaligu sengurnar, ið vit bjóða sjúlingum at liggja í. – Hesar eru gamlar og slitnar og nógvar av teim- um virka ikki sum tær skulu. Hetta er til stóran ampa fyri sjúkingin og fyri starvsfólki. Hann sigur, at nógv verður tosað um góða sam- felagsbúskapin seinastu árini og um hvussu nógv av yvirskotinum á løgtings- fíggjarlógini, ið er sett inn í landsbankan. – Á Landssjúkrahúsinum eru 230 songjapláss, og hóast framburðin í sam- felagnum, er støðan á Landssjúkrahúsinum enn tann, at sjúklingarnir liggja í gomlum uppslitnum sengrum, harav nógvar eru beinleiðis í ólagi. Hann sigur, at ein góð sjúkrahússong kostar um- leið 20.000 kr. Tí heitir hann á Løgtingið um at geva Landssjúkrahúsinum eina eykajáttan uppá 4 milliónir, sum skulu brúk- ast til at keypa nýggjar sengur fyri. Hann sigur, at fyri hesa upphædd kunnu í øllum føri 200 sengur útvegast, kanska fleiri, tí jú fleiri sengur verða bílagdar, tess størri er møguleikin fyri at fáa mongdarav- sláttur. Nógvar av sengrun- um á Landssjúkra- húsinum eru so gamlar, at vit fáa ikki eykalutir til tær, sigur Ása Poulsen, yvir- sjúkrasystir á medisinskari deild HEILSUVERK Áki Bertholdsen – Vit eru ómetaliga glað fyri, at uppskot nú er lagt fyri tingið um atútvega L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m nýggjar sengur. Ása Poulsen, yvirsjúkra- systir á medisinsku deild, ynskir uppskotinum frá Kristian Magnussen væl- komnum. Hann hevur skotið upp at Løgtingið skal játta Lands- sjúkrahúsinum 4 milliónir til at keypa nýuggjar seng- ur fyri. Sí aðrastaðni í blaðnum. – Hetta er nakað, vit hava bíðað eftir í fleiri ár, sigur hon. Hon sigur, tað mesta av sengrunum á Landssjúkra- húsinum er avgamlar. Tað eru eini 15-20 ár síðani at sengur seinast vóru keyptar til Lands- sjúkrahúsið. Annars eru sengurnar 30 og enntá eru summar yvur 40 ára gaml- ar, sigur hon, so tær trongja harðliga til at verða skiftar út – Tær eru uppslitnar. Tær hava bremsur sum ikki virka og hjól, sum læsa seg. Tað er ótolandi bæði hjá starvsfólki og sjúklingum. – Nógvar av sengrunum eru so gamlar, at tað fáast ikki eykalutir til tær longri. Tað mátti verkstaðið á Landssjúkrahúsinum sanna herfyri, tá ið teir ætlaðu at bíleggja nýggj hjól til onkrar sengur, har hjólini vóru gingin fyri. – Tá fekk verkstaðið at vita, at sengurnar vóru so gamlar, at tær vóru langt síðani settar úr framleiðslu og at tað ikki fáast eykalutir til tær longur. Hon sigur, at hesi sein- astu árini eru sjúkra- hússengur ómetaliga nógv mentar, tí nú er alt elektriskt fyri at lætta um hjá starvsfólki, so at tey ikki noyðast at lyfta so nógv og so at tað er nógv lættari hjá sjúklingum at sleppa í og úr songini. Umframt sengurnar, eru eisini bæði náttborð og koyristólar í so ringum standi, at tað skuldi langt síðani verðið skift, sigur Ása Poulsen. – So vit dylja ikki fyri, at vit eru ómetaliga spent uppá, hvørja lagnu upp- skotið fær, sigur hon. Pínligt at síggja skilið á Landsjúkrahúsinum Fáa ikki eykalutir til sengur á Landssjúkrahúsinum Sengurnar á Landssjúkrahúsinum eru uppslitnar. Tær hava bremsur sum ikki virka og hjól sum læsa seg og tað er ótolandi, bæði fyri Starvsfólk og sjúkingar.Kristian Magnussen hevur skotið upp at sigur játta Landssjúkrahúsinum pening til at keypa nýggjar sengur fyri Eisini rullistólarnir á Landssjúkrahúsinum eru uppslitnir og trongja harðliga til at verða skiftir út C M Y K 7 6