Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 37 - 22. februar 2002 Nr. 37 - 22. februar 2002 9 Seljarar av hassji og øðrum rúsevnum royna at fáa nýggjar nýtarar millum blað- ungar gentur í aldri- num 14 til 16 ár. Myndugleikarnir meta eisini, at fleiri av hørðu evnunum eru komin til Føroyar seinastu árini FYRISPURNINGUR Stefan í Skorini Mynstrið í øðrum londum er júst hetta, at seljarar leggja seg eftir at fáa fatur á blaðungum gentum í aldri- num 14-16 ár. Fútin í Før- oyum metir eisini, at gongdin er tann sama her. Harumframt heldur løg- reglan seg hava eina greiða ábending um, at hørð rús- evni gerast alt vanligari. Tølini eru tó so smá, at tey skulu takast við fyrivarni. Løgreglan sigur seg hava greiðar ábendingar um, at hørð rúsevni fyrst og fremst verða nýtt av teimum, ið hava roykt hassj í fleiri ár. Mogens Nepper-Chris- tensen hevur skrivað eina frágreiðing. Hann sigur, at seinastu tíðina er ein broyt- ing farin fram í mynstri- num, tí hørð rúsevni sum amfetamin og kokain gerast vanligari. Fútin hevur eisini upplýsingar um extacy í Føroyum, men hesar eru ikki serliga ítøkiligar. Torfør uppkláring Fútin sigur eisini, at løg- reglan í Føroyum hevur ómetaliga trupult við at fáa bilbukt við trupulleikanum. – Færøerne er et øsam- fund med tætte relationer i befolkningen, hvorfor en- hver form for efterforskn- ing på narkotikaområdet udøves under særlig van- skelige omstændigheder, skrivar fútin í frágreiðing- ini. Hann leggur afturat, at slíkt uppkláringararbeiði krevur nógva tíð og tol. Hesar eru nakrar av upp- lýsingunum, ið síggjast í svarinum hjá Høgna Hoy- dal, landsstýrismanni við lógarmálum, til fyrispurn- ing frá Finni Helmsdal, tingmanni. Finnur Helmsdal hevur spurt landsstýrismannin um ymisk viðurskifti viðvíkj- andi rúsevnanýtslu í Føroy- um. Hann vil hava at vita, at hvussu møguleikarnir hjá myndugleikunum eru at fylgja við í rúsevnanýtslu- ni. Um landsstýrið hevur staðfest, at nýtslan av hørð- um rúsevnum er vaksandi í Føroyum, og um landsstýr- ið hevur ætlanir um átøk ímóti rúsevnum í Føroyum. Lægri enn í grannalondum Øll hagtøl benda kortini á, at narkotikanýtslan í Føroy- um er munandi lægri enn í grannalondum okkara. Í hesum sambandi kann nevnast, at talið á politimál- um viðvíkjandi rúsevnum er tíggju ferðir so stórt í Grønlandi sum í Føroyum, og hetta lutfallið hevur ver- ið tað sama seinastu árini. Løgreglan heldur eisini, at nýtslan er minni her enn í smærru keypsstøðunum í Jyllandi. Í hesum sambandi nevndi Finnur Helmsdal í tingi- num, at vit hava ov ofta lyndi til at samanbera okk- um við Grønland og Dan- mark, sum ofta liggja á odda í norðurlendskum høpi, heldur enn at saman- bera við onnur norðurlond, har vit síggja, at Føroyar eru einki aftanfyri, tá talan er um nýtslu av rúsevnum millum ung. Ein hundur nóg mikið Fíggjarmálastýrið, sum hevur tollvaldið undir sær, sigur, at teimum ikki tørvar manning í løtuni. Tó verður víst á, at meðan ferðafólkatalið hev- ur verið støðugt vaksandi seinastu árini, er talið á starvsfólki fallið. Sagt við øðrum orðum: Hóast færri fólk eru at hava eftirlit við innflutningi av rúsevnum, nú ferðafólkatalið er økt munandi, er eftirlitið nóg gott. Hetta tykist heldur løgið. Fíggjarmálastýrið metir heldur ikki, at tollvaldið hevur tørv á einum hundi aftur. Í grein í Sosialinum 31. januar í ár sigur yvirtollarin Kjartan Dam Joensen tó, at smuglarar kanna, hvar ein- asti narkohundurin í Føroy- um er staddur, og leggja síðani sítt virksemi til rættis eftir tí. Hann segði tá, at tollvald- ið umhugsar at fáa sær ein hund afturat, tí ringt er at hava nøktandi eftirlit við bara einum hundi. Ov lítil samskipan Høgni Hoydal vísir í svari- num á, at alt ov lítil sam- skipan er á hesum økinum, tí tað eru eitt nú fleiri ymisk stýri, ið varða av hesum málinum. Hann heldur, at ein miðvísari samskipan átti at verið á hesum øki- num. Av tí at vit eru ein sam- runnin partur av heimssam- felagnum er altíð væntandi, at vit fáa somu trupulleikar at dragast við sum onnur lond. Eingin ivi er heldur um, at ein komandi olju- vinna og aðrar samfelags- broytingar, ið økja um ferðsluna til og úr Føroy- um, fara at økja um út- breiðsluna av rúsevnum. Høgni Hoydal heldur hinvegin, at tá støðini, har innflutningur fer fram, eru so fá, og samfelagið er lítið og samansjóðað, hava vit góðar møguleikar at forða rúsevnum at fáa fastatøkur á ungdómi okkara Hørð rúsevni gerast vanligari Finnur Helmsdal fekk í tinginum at vita, at hørð rúsevni gerast alt meira vanlig í Føroyum. Harumframt svaraði Høgni Hoydal, at myndugleikarni ikki hava nóg góðar møguleikar at fylgja við í rúsevnanýtsluni – Eg kann ikki siga, at eg eri ónøgdur við dómin, sigur Høgni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í almanna- og heilsumálastýri- num, nú uppsøgnin hjá honum er dømd ógyldug UPPSØGN Stefan í Skorini Týsdagin seinnapartin tók Føroya Rættur støðu í máli- num millum Høgna Joen- sen, fyrrverandi aðalstjóra í almanna- og heilsumála- stýrinum, og Føroya Lands- stýri við løgmanni og Sámal Peturi í Grund. Høgni Joensen hevði stevnt løgmanni og al- manna- og heilsumálastýri- num. Hann kravdi í fyrsta lagi, at uppsøgnin var dømd ógyldug at vera, í øðrum lagi at fáa løn í trý ár, men tó ikki meira enn eina mill- ión krónur og í triðja lagi 50.000 krónur fyri tort. Høgni Joensen fekk við- hald í fyrstu ákæruni, og uppsøgnin varð dømd ógyldug. Hann fær tó ikki starvið aftur. Landsstýrið fekk hinvegin viðhald, tá Høgni Joensen kravdi løn í trý ár fyri fíggjarligan miss. Rætturin metti, at Høgni Joensen fær eins góða løn í nýggja starvinum, og tí fekk hann ikki viðhald í hesum. Í triðju ákæruni fekk Høgni Joensen viðhald, og landsstýrið skal gjalda fyrr- verandi aðalstjóranum 50.000 krónur í “godtgør- else”, sum tað stendur í dóminum. Harumframt fær hann 35.000 krónur í sakar- málskostnaði. Grundgevingin fyri upp- søgnini hjá Høgna Joensen var, at hann ikki hevði teir røttu persónligu eginleikar- nar at vera aðalstjóri. Høgni Joensen var upp- sagdur 11. apríl í fjør. Orsøkin til at uppsøgnin er dømd ógyldug er, at hann ikki fekk eina víðkaða hoyring eftir uppsøgnina, og at landsstýrið ikki gav honum eina neyvari grund- geving fyri uppáhaldunum um hansara persónligu eginleikar. Landsstýrið segði, at Høgni sjálvur ikki vildi hava hesa hoyringina, men hesum fekk hann so við- hald í. Ikki ónøgdur Høgni Joensen sigur, at hann enn ikki hevur tikið støðu til, um hann góðtekur dómin. Freistin at kæra er fýra vikur, og eingin orsøk er at skunda sær at taka av- gerð. – Eg kann ikki siga, at eg eri ónøgdur við dómin. Dómarin tók jú høvuðs- ákæruna hjá okkum til eftirtektar, sigur Høgni Joensen. Uppsøgnin var tí týdningarmiklasti parturin av ákæruni, og hon nú er dømd ógyldug. Jónfinn Thomsen, advok- atur hjá landsstýrinum, sig- ur hinvegin, at tað mest týd- ningarmikla er, at lands- stýrið varð fríkent fyri tað stóra endurgjaldskravið, og tað er pening, tað snýr seg um í hesum málinum. Høgni Joensen er ikki ónøgdur Høgni Joensen sigur, at hann ikki er ónøgdur við dómin. Hann fær 50.000 krónur fyri at vera órógvaður Fyrst søgdu teir ósatt, so søgdu teirr satt og nú hava teir aftur sagt satt. Lisbeth og Høgni og Karsten kunnu ikki semjast um, hvat er skeivt og rætt. Eitt stríð um orð og sannleika POLITIKKUR Heri á Rógvi Tað var mæti listamaðurin Pablo Picasso, sum segði, at sjálvt um tað bert var ein sannleiki til, so kundu tú framvegis mála túsund myndir av honum. Í hesum málinum snýr tað seg um. hvør sannleikin er viðvíkjandi lánunum, ið føroyingar tóku í Danmark í sambandi við sváru bú- skaparkreppuna fyrst í nítiárunum. Tað er ringt at vita heitl, hvar málið byrjaði, men tað kom í øllum førum ein fyrispurningur frá Lisbeth L. Petersen, um hvørt tað var rætt, at danir høvdu vunnið pengar uppá lánini, ið vórðu latin til Føroya í kreppuárunum. Hon vísti til útsagnirnar hjá Karsten Hansen lands- stýrismanni. Í tíðindaskrivi sigur Lisbeth L. Petersen, at hetta varð gjørt fyri at fáa sannleikan fram, og fyri at sleppa undan illgitingum. Í sama tíðindaskrivi sigur Lisbeth Karsten skal hava sagt, at danir høvdu ein rentuvinning upp á lánini. Hesum vísir Høgni Hoy- dal staðiliga aftur. – Hetta er tað lægsta av tí lægsta í føroyskum poli- tikki. At Lisbeth leggur okkum undir tílikt. Tað er fullkomiliga at manipuler- að ein pástand, tí kjakið í tinginum snúði seg um, hvørt danir høvdu mist pengar upp á Føroyar, og hetta hava vit fingið prógvað fleiri ferðir, so tað er grov manipulatión, at Lisbeth nú leggur okkum undir at lúgva, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal og Karsten Hansen hava sent málið í landsstýrismálanevndina. Løgtingið hevur fing- ið upptykt til sam- tyktar, sum ætlar at forða handilslýsing- um í almennu miðlunum. Ùtvarps- stjórin og sjónvarps- stjórin er í iva um uppskotið POLITIKKUR Heri á Rógvi Finnur Helmsdal og Jógvan á Lakjuni hava lagt fram uppskot til samtyktar í løgtinginum. Uppskotið hevði fyrstu viðgerð í gjár, hósdagin. Nú fýra ár aftaná stendur tó greitt, at avtøkan av einkarrættinum ikki hevur slóðað fyri í tann mun, ætlað varð. Bæði ÚF og SvF hava víðkað um inn- tøkuvirksemi sítt í slíkan mun, at tað er mest sum ógjørligt hjá møguligum kappingarneytum at liva. Her verður fyrst og fremst hugsað um stóra partin av handilslýsingarmarknaðinu m, sum fyrst SvF og síðan eisini ÚF hava lagt seg á. Hetta má metast sum bæði órímiligt og øvugt, tá nógv størsta og kanska eisini einasta inntøkan hjá møgu- ligum øðrum kringvørpum júst er handilslýsingar. Myndin verður enn meira skeiv, tá hugsað verður um, at ÚF og SvF hava einkar- rætt til lurtara- og hyggj- aragjaldið, skrivað teir báðir í uppskotinum . Tí verður við hesum skotið upp, at tað verður bannað ÚF og SvF at fíggja virksemi sítt við hand- ilslýsingum. ÚF og SvF eiga leiklutin sum alment stuðlaðir public service stovnar, sum ymsu aldurs- og áhugabólkarnir í sam- felagnum skulu hava sítt gagn av, skrivað teir báðir í uppskotinum Ikki gjøgnum hugsa Mikkjal Helmsdal, stjóri í Sjónvarpi Føroya, kallar uppskotið hjá Finni og Jógvani fyri fragmentariskt og ógjøgnumhugsað. – Teir vísa á fleiri ting, ið taka inntøkur frá okkum, men einki er nevnt um, hvussu vit hendur aftur á inntøkunu, sigur Mikkjal Helmsdal, sum eisini skal taka sær av spurninginum viðvíkjandi, at DR í næst- um væntandi verður at síggja í tí mesta landinum. Sjónvarp Føroya vinnur í dag einar 4 mió kr. um árið upp á handilslýsingar, og hetta eru góð 20% av inn- tøkuni hjá stovninum. Jógvan Jespersen, út- varpsstjóri, sigur seg vita av royndum, at tað verður óalmetaliga torført hjá løgtinginum at semjast um hækkanir til almennar stovnar, men tað er hetta, ið skal til, um útvarpið skal halda fram sum er, uttan handilslýsingar. Útvarp Føroya hevur eina fíggjarætlan upp á góðar 26 mió, og tvær av hesum koma frá handilssligum lýsingum. TÍÐINDASKRIV Leygardagin 23. februar skipa politisku ung- mannafeløgini fyri ráð- stevnu á Føroya Fólka- háskúla undir heitinum “Nýtt Hugfar”. Enda- málið við ráðstevnuni er at kunna um ungdóms- politiskt arbeiði í Før- oyum, eins og at vekja áhugan hjá føroyskum ungdómi fyri politiskum arbeiði. Luttakandi fe- løgini á ráðstevnuni verða: Fólkafloksung- dómur, Sosialistiskt Ungmannafelag, Unga Sjálvstýrið, Unga Tjóð- veldið & Ung fyri Mið- flokkin. Ráðstevnan verður sett leygarmorgunin kl. 10:00, og eftir hetta fara feløgini at kunna um sínar hugsjónir,sítt virk- semi o.a. Eftir døgurða verður ein fyrilestur um “áhugafeløg & smátjóð- ir” hildin av Birgir Kruse. Hesin verður, eins og framløgurnar um morgunin, at vera grundarlagið undir ein- um politiskum kjaki seinnapartin og um kvøldið. Ráðstevnan endar við cafékvøldið við livandi tónleiki, har Terji Ras- mussen, Búi Dam & Unn Patursson fara at spæla tónleik. Tiltakið er ókeypis, og øll eru væl- komin. Skráin fyri tiltakið er henda: 10.00 Boðið verður væl- komin 10.10 Framløgur um ungmannafeløgini 12.00 Døgurðasteðgur: Farið verður á Sjómans- heimið at eta 13.30 Fyrilestur. Birgir Kruse: Smátjóðir og áhugafeløg 15.00 Kjak. Orðstýrarar: Høgni Mohr og John Brian Hvidtfeldt 19.00 Steðgur 21.00 Café: Terji Ras- mussen, Unn Patursson & Búi Dam spæla tón- leik 01.00 Liðugt Nýtt hugfar á Háskúlanum Stríð um orðini Vilja sleppa undan handilslýsingum Karsten Hansen og Høgni Hoydal hava latið málið um rentuna og kreppulánini til landsstýrismálanevndina Lisbeth L. Petersen hevur eina heilt øðrvísi fatan av, hvussu málið um kreppulánini er háttað Ùtvarp og sjónvarp skulu eftir broyta grundarlagið munandi í framtíðini C M Y K 9 8