mikudagur 29. desember 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
18
Sosialurin
Kjak
Orðaskiftið seinastu vikurnar
um SEV er íkomið, tí fleiri
kommunur – teirra millum
Tórshavnar Kommuna – hava
sagt nei til el-príshækkingina
hjá SEV, og sum borgarar og
vinnulív nú skulu gjalda.
Á seinna eykaðalfundi-
num beint fyri jól varð við
teprum meiriluta samtykt
at hækka prísin 19 oyru pr.
kilowatt-tíma í 2011.
Tað er tó greitt, at SEV
ætlar eisini at hækka prísin
við 19 oyrum aftrat bæði í 2012
og í 2013. Henda príshækking
á 57 oyru yvir 3 ár fara at kosta
føroyskum húskjum eina eyka
el-rokning uppá uml. 3.000
krónur umframt mvg.
Harumframt fær hetta
stórar fíggjarligar avleiðing-
ar fyri alt tað føroyska vinnu-
lívið, serliga útflutningsvinn-
una, sum frammanundan
hevur sera trongar fíggjar-
umstøður og vánaligt kapp-
ingarførið móti útlandinum.
Himmalrópandi
arrogansa
Eg og fleiri við mær hava víst
á, at hetta er ikki rætta stund-
in at leggja tyngri fíggjarligar
byrðar á vanliga føroyingin og
á vinnulívið. Hesum kunnu
vit ikki standa inni fyri.
Tí avgjørdi fyrri aðalfund-
urin hjá SEV at vraka fíggjar-
ætlanina hjá SEV. Leiðsla
og nevnd í SEV fingu greið
boð um at endurskoða sínar
fíggjarligu
dispositiónir
og leggja nýtt uppskot til
fíggjarætlan fram, so at prís-
hækkingin ikki varð so stór.
Men leiðslan og nevndin
valdu fult og heilt at ignorera
boðini frá evsta valdi felag-
sins, aðalfundinum, og løgdu
sama uppskot fram aftur. Eg
hevði fleiri spurningar til
SEV um fíggjarætlanina og
íløguætlanina komandi árini,
men fekk ikki svar.
Slíka
himmalrópandi
arrogansu
havi
eg
aldri
áður upplivað í mínum eftir-
hondini langa politiska lívi.
Eg havi sagt tað fyrr, at
var SEV ein vanlig fyritøka,
var bæði leiðsla og nevnd
send til hús á staðnum.
Viðgerðin
av
fíggjar-
ætlanini hjá SEV er dømi
um eina leiðslu og nevnd,
sum fullkomiliga hava mist
sambandi við samfelagsliga
veruleikan, ið SEV sum eina-
ráðandi elveitari hevur so
týðandi leiklut í.
Íløgur fyri milliardir
Tað áleikandi kjakið um el-
príshækkingina
komandi
trý árini er bert toppurin av
ísfjallinum, tí SEV-strategiin
fær víðfevndar fíggjarligar
avleiðingar fyri borgarar,
fyritøkur og samfelagið alt.
Strategiin er ikki bert at
útbyggja vatn- og vindorku
og at røkja føroysku streym-
veitingina, so veitingarskyld-
an kann haldast, og so føroy-
ingar fáa streym av góðari
góðsku.
Nei, SEV vil gera gigantisk-
ar íløgur fyri milliardir fyrst
og fremst til at leggja um frá
verandi orkukeldum til meira
varandi orkukeldur.
Ongin kann hava nakað
ímóti tí grøna orkutankanum.
Hann er bæði góður og
positivur.
Trupulleikin er, at tann
grøna strategiin við teimum
gigantisku íløgunum skal
fíggjast. Rokningin skal jú
gjaldast, og føroyski brúkarin
hevur í dag ikki møguleika at
velja annan elveitara, um tey
eru ónøgd við prísin.
Ein grundleggjandi for-
treyt má tí vera, at íløgan
rindar seg aftur og gevur tað
neyðuga íkastið til raksturin
av SEV. Og her greitt, at tað er
ikki líkamikið, hvørjar grønar
orkuverkætlanir eru mest
áhugaverdar at satsa uppá í
framtíðini.
Sambært
SEV
kostar
sum dømi íløgan í vindorku-
útbygging minni enn 1/10
av íløguni í vatnorku frá
Víkarvatni í Norðstreymoy
í mun til ta orku, sum fæst
burturúr.
Út frá einum reint fíggj-
arligum og samfelagsligum
sjónarmiði má spurningurin
tí reisast, um hetta yvirhøvur
er rættur vegur at fara?
Eg eri sannførdur um, at
tað er tað ikki, og tað havi
eg gjørt vart við. Ein av
spurningunum, sum eg setti
SEV leiðsluni – bæði áðrenn
og á sjálvum aðalfundinum
er, um íløgurnar loysa seg
fyri
føroyska
samfelagið,
um nøkur óheft kost-nyttu
greining er gjørt av íløguni í
vatnorku, og um útbyggingin
hevur við sær sama ella
bíligari el-prís fyri brúkaran.
Men sum sagt – einki svar.
Ein annar spurningur var,
hvussu SEV avskrivar sínar
ognir, og hvørja ávirkan hetta
hevur á rakstrarætlanina,
heldur ikki tí spurninginum
svaraði leiðslan hjá SEV.
Landið eigur orku- og
vegurlagspolitikkin
SEV
hevur
einaráðandi
støðu í elframleiðslu og
elveiting í Føroyum. SEV
hevur gingið á odda at verja
hesa støðu. Tíverri, tí SEV
er framvegis ein afturlatin
statur
í
statinum,
sum
heldur seg vita og megna alt
best sjálvur. Allir spírar til
grønar orkuverkætlanirnar
uttanfyri SEV verða effektivt
kvaldir í føðingini, og í staðin
setir SEV út í korti sína egnu
strategi, sum hvørki einstaki
brúkarin ella samfelagið sum
heild megnar at gjalda.
Sjálvandi skal SEV vera við
til at røkka teimum málum,
sum landsstýrið hevur sett
á orku- og vegurlagsøkinum.
Men SEV skal ikki gera og
fíggja alt.
Í øðrum londum leggur
staturin nevniliga fíggjar-
ligan rygg til stórar útbygg-
ingarverkætlanir, sum hava
støði eitt nú í orku- og veður-
lagspolitikkinum.
Her eru okkara lands-
myndugleikar tíverri eftir-
bátur, og tað við lít.
SEV og strategi
endurskoðast
Eg havi á aðalfundinum kravt,
at øll útbyggingarstrategiin
verður endurskoðað bæði í
mun til val av orkukeldum,
kostnað og fígging. Hetta
er mál av størsta álvara, tí
strategiin á borðinum er ikki
fíggjarliga haldbær hvørki
fyri SEV, brúkararnar ella
samfelagið.
Tí hava kommunurnar
sum eigarar av SEV serliga
ábyrgd at tryggja, at skil
er í langtíðaríløguætlanini
og serliga tí kostnaði, sum
borgarar og vinnulív skulu
rinda, skal tað frameftir
verða møguligt at liva og
virka í Føroyum.
Og í hesum sambandi er
púra greitt, at landið skal inn
at fíggja sín part av íløgunum
eisini.
Sum
eigarar
av
SEV
skulu kommunurnar eisini
hyggja nærri eftir SEV, so at
felagsskapurin bæði í mun
til bygnað og virksemi er
tíðarhóskandi. Hesum slepst
ikki undan.
Í fjølmiðlunum beint fyri
jól varð sagt, at Heðin tapti
stríðið í SEV. Nei, góðu fólk.
Tað var alneyðugt at vakja
leiðslu og nevnd í SEV, og
lat tí ongan iva verða um, at
stríðið fyri skilabetri ætlan-
um og rímiligum streymprísi
í Føroyum er júst byrjað!
Við ynskjum um gott
nýggjár
Heðin Mortensen
borgarstjóri
SEV-strategi fyri milliardir má endurskoðast
Príshækkingin hjá SEV fyri 2011 er bert toppurin av einum stórum ísfjalli, ið føroyska samfelagið skjótt
rennur á. Kommunurnar, sum eiga SEV, mugu sum skjótast inn í strategisku ætlanirnar hjá SEV, áðrenn
fleiri skilaleysar rokningar fyri milliardir verða útskrivaðar og sendar borgarum og vinnulívinum
Tummas Eli Joensen
Stýrisformaður
Eysturoyar Ellis – og Røktarheimi
– hóast teir royndu at goyma seg í
Eysturoynni
Rósa skrivar í svari til Kára P. Højgaard,
at samgongufelagar hennara taka fult
undir við hesum, ið eg nú skal reksa
upp fyri lesaranum.
Altso, Sambands-, Fólka –, og Javn-
aðar flokkurin taka fult undir við, at:
• 6 sambýlispláss verða stongd í
Eysturkommunu.
• 6 røktar-sjúklingar skulu koyrast
út frá ERE.
• neyðugar starvsfólkauppsagnir
verða framdar.
• tann bíðilistin upp á umleið 100
eldri fólk og tey 15, ið mugu metast,
at hava akkuttan tørv á røktarplássi
á stovninum ERE og sambýlispláss í
Gøtubrá, ongan týdning hava. (Í øllum
førum ikki fyrrenn 3 máðaðir undan
næsta løgtingsvali).
Eg má siga, at hetta skelkar meg
almikið. Kann hetta veruliga vera
so? Eg kann ikki trúgva hesum; men
hetta sigur Rósa, og vónandi sigur
hon ósatt, tá sipað verður til svarið til
Kára P. Højgaard.
Kundi tó hugsað mær, at onkur
hevði eina viðmerking til hetta, tí
til seinasta val vóru lyftini til hesar
borgarar rættiliga nógv, kanska so
nógv, at tann ungi veljarin til tíðir
føldi seg gloymdan.
Kanska ein freistast til at halda, at
um Rósa hevði ætlan um at steingja
eitt
posthús,
ella
at
niðurlaga
onkran blokk ella kanska skifta eina
úthurð, ja, so hevði ikki skorta upp á
viðmerkingar, tað vita vit øll, tí hetta
sigur søgan okkum í øllum førum,
sambært bløðunum.
P.S. Annars so haldi eg tað verða
upp á tíðina, at Rósa sigur okkum alt
um málið, eisini tað, at stongt verður
í Gøtubrá, tí annars halda fólk okkum
ikki tosa um sama mál.
Sannleikin kom fram
um ABC liminar