mikudagur 29. desember 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
Sosialurin
Dittaði
mær
herfyri
at
átala, at eitt fakfelag á sera
ótespiligan hátt burturvísti
eitt starvsfólk, ið trúliga
hevði tænt sama fakfelag
meginpartin av sínum virkna
arbeiðslívi.
So skjótt, sum viðmerk
ingar mínar vóru á Vága
portalinum, varð eg uppringd
ur av formanni felagsins, sum
álegði mær at taka greinina
aftur, ella skuldi hann syrgja
fyri, at løgreglan kom upp í
leikin við tí eftirspæli, tað
kom at hava við sær. Millum
annað skuldi hann syrgja
fyri, at løgreglan kom oman
á Fiskimannafelagið at gera
kanningar í málinum.
Hevði ikki meira enn slókt
fyri hóttanunum frá Jan
Højgaard, so var starvsmaður
á
Fiskimannafelagnum
í
telefonini, har hann bað
meg taka greinina á Vága
portalinum aftur, eins og
hann segði seg stuðla for
mannin. Løtu aftaná var
nevndarlimur í meirilutanum
í telefonini, og var tað sama
søgan, eg fekk frá honum.
Tó so, áðrenn hóttanina
frá
formanninum
varð
undirritaði spurdur, um eg
hevði skrivað lesarabrævið,
og helt eg tað vera ein sera
løgnan spurning, tí mær
vitandi havi eg ongantíð
skrivað undir dulnevni. So
sjálvandi svaraði eg, at eg
sjálvur hevði skrivað lesara
brævið. Til tað segði for
maður Fiskimannafelagsins,
at eg hevði misteinkiliga
stóra vitan um málið, eg
umrøddi – hvør skal siga,
at greinin hjá mær var
skrivað við ”påholden pen”,
sjálvt um alt, ið eg umrøddi,
longu hevði verið frammi í
fjølmiðlunum.
Hetta sjónarmið Jan Høj
gaards vísur bara, at sjálvt
ein uttanveltaður, sum hevur
sína egnu meting um kanska
ta størstu skommina, ið hend
er í føroyskari fakfelagssøgu,
skal rokna við av honum at
verða lagdur undir at hava
eina fjalda ætlan. Kanska
fantaseraði hann um, at
fyrrverandi
formaður
felagsins
hevði
skrivað
greinina, tí í sama viðfangi so
skuldi hann siga mær nakað,
og tað var, at Óli Jacobsen
onga grein hevði latið úr
hondum, sum hann sjálvur
hevði skrivað.
Jamen hvat skal ein siga
um
ein
fakfelagsleiðara,
sum kemur við slíkum á so
lágum støði, og sum hvør
borgari í samfelagnum veit
er tann kolasvarta lygn? Tað
óhugnaliga er, at hann tykist
trúgva sær sjálvum.
Hvar er trúvirðið, og
hvussu kann tað bera til,
at øll tey, sum umboða
arbeiðarafjøldina, ikki lótu
við seg koma? Og hvat vita
tey, sum almenningurin onki
veit um, tá tey siga seg stuðla
formanninum
í
hansara
herferð móti sínum egnu
starvsfólkum?
Og tá ið nú Jan Højgaard
sigur seg hava tagnarskyldu
í hesum máli, útfrá hvørjum
kriterium hevur so Samtak
tikið støðu í hesum máli?
Og hvar er tann so hámetta
tagnarskyldan
hjá
sama
manni, tá hann beinleiðis yvir
fyri undirritaða niðurgerð og
ákærir fyrrverandi formann
felagsins við ákæru um, at
aðrir persónar hava skriva
alt tað rúgvusmikla tilfar,
sami maður hevur latið úr
hondum?
Vit skulu minnast til, at
maðurin er kanska ein av
okkara
ídnastu
skribent
um. Ikki minst tá hann var
blaðstjóri
á
fiskimanna
felagsblaðnum, eins og hann
hevur givið bøkur út, tikið lut
í almenna kjakinum, og hvat
veit eg. Hvar er keldan hjá Jan
Højgaard í hesi fullkomiligu
vitleysu
ákæru?
Kanska
brúkar hann ein part av síni
tíð til at finna bara eitt ella
annað at seta fingurin á hjá
fyrrverandi formanninum?
Ella kennir hann seg ikki væl
av dag og dagliga at síggja
alt tað arbeiði, ið fyrrverandi
formaður felagsin hevur lagt
eftir seg?
Tann
treytaleysa
um
beringin kom ikki. Hinvegin
so varð størri dentur lagdur
á, at øll skriving og kjak um
hetta mál fær ein enda.
Til tað er at siga, at
skaðin er hendur, eins og
hetta ótespiliga og menni
skjaniðrandi mál so ella so
kemur at standa sum ein
skammblettur hjá felagnum,
so leingi tað verður stjórnað
av sitandi formanni, og tað
hevur hvørki felagið ella
limir tess uppiborðið.
Annars er tað sjón fyri
søgn, at ístaðin fyri at liva
upp til nevndu umbering
og
veruliga
angra
hesa
skemdargerð,
so
verður
almenningurin úti á alneti
num fóðraður við søgum,
sum veruliga vísa, at hug
burðurin er tann sami, og
at umberingin bert var eitt
skálkaskjól.
Eitt
skálka
skjól, ið hevði eittans enda
mál, og tað var, at tá ið
hóttanir um millum annað
at beita løgregluna eftir
teimun, sum talaðu at, ikki
hjálptu, so var ein lunkað
umbering
sett
á
prent
ístaðin fyri eina treytaleysa
umbering. Nevnda umbering
rættvísgjørdi
ikki
uppá
nakran máta tað skammiliga
álop, ið her fór fram, og sum
var og frameftir verður
heilt óhoyrt í føroyskari
fagfelagssøgu.
Og var bert ein lítil
neisti
av
samvitsku
og
framtíðarvisiónum hjá for
manninum í felagnum, so
átti hann at lagt formanns
sessin frá sær sama dag,
hann alment var noyddur
at ásanna, at hann sum
formaður
í
Fiskimanna
felagnum av órøttum hevð
burturvíst ein av starvs
fólkum felagsins, ið sam
vitskufult hevði starvast sum
ein álitismaður meginpartin
av sínum arbeiðsføra lívið.
ES. Persónliga helt eg, at
tað var eitt framstig, tá
fjølmiðlarnir fyri nógvum
árum
síðani
ikki
vildu
prenta dulnevnd lesarabrøv.
Men í dag eri eg sannførdur
um, at rættast hevði verið,
at
bløðini
aftur
loyvdu
dulnevnd lesarabrøv, sjálv
sagt um tey vóru borðbar.
Omanfyristandandi
mál
er eitt gott dømi í so máta,
tí sjálvt um tað var eitt tað
mest skakandi persónsmál
í føroyskari fakfelagssøgu,
so vóru so gott sum ongar
viðmerkingar
frá
fak
felagslimun, sjálvt um teir
innast inni hava verið for
fardir hesum viðvíkjandi.
Tær greinar, ið hava verið í
bløðunum seinastu nógvu
árini,
eru
skrivaðar
av
løgtings og býráðslimum,
meðan so gott sum onki er
komið á prent frá vanliga
borgarnum, og tað er sera
spell fyri ikki at siga ódemo
kratiskt. Tí er tað so sára
nemt hjá teimun, sum sita
á hægstu rókum, til egnan
fyrimun
at
kippa
song
fuglarnar, so tøgnin valdar.
Frank Davidsen
Sørvágur
Lesarabræv førdi til hóttanir
Deyðans blokkstuðul
Hanus Vang
Út er komin bók á føroyskum,
sum eitur »DEYÐANS STUÐUL«.
Skrivað hevur alheimsviðurkenda
fíggjarfrøðingurin
DAMBISA
MOYO úr Sambia. Zakarias Wang
hevur hegnisliga týtt, við hollari
rættlestrarhjálp frá Sveini Ísheim.
Eitt bragd at henda bók fyrst
kemur á føroyskum av teimum
norðurlendsku málunum. Bókin er
annars, sjálvt um hon ikki kom út fyrr
enn ár 2009, umsett til eini 15 mál.
Her er nakað at læra hjá okkara
ikki heilt lágløntu polittikarum. Fyri
ikki at talað um eftirløn teirra!
Tú kanst nærum ikki blaða
í
bløðunum
uttan
at
síggja
sambandsfólk,
kropp
av
kroppi,
mjarra um at minkandi blokkurin
hevur gjørt tað óliviligt í Føroyum.
Fleiri av hesum eru skyldfólk okkara,
men langt úti.
Sambart áðurnevndu bók, og
dagligu prógvunum í Føroyum og
Grønlandi, so hava sambandsfólkini
totalt misskilt tilverustøði sítt.
• Hægsta skattatrýst á láglønt!
• Bestu treytir hjá polittakarum!
• Inntøkur hægri enn 600.000 krónur
gjalda ikki inn í ALS!
• Pengarnir røkka ikki til hjá vanliga
fólkinum!
• Stættarsamfelag!
• Onki fólkaræði!
• Danmark er okkara stongda hurð út
í heim.
• Øll kunnu leingja listan munandi!
Hetta er alt sjúkraeyðkenni fyri
deyðans stuðul.
Hevur nakað annað land í Europa
havt oyðandi bankakrakk tíggjunda
hvørt ár síðani 1950?
Høvuðsagentar í Danmark vinna
kanska miljardir árliga tí einans ein
agentur kann vera í hvørjum ríki”.
So siga sambandsfólk at vit sleppa
at keypa allaðstaðni. Tað passar
kanska, men prosentir falla á vegnum
tí vit ikki enn hava sett 14. september
í 1946 í gildi.
Eini góð ráð til sambandsfólk úr
ymiskum flokkum: Lesið bókina og
lat nasjonaløkonom tykkara á løgtingi
hava ein lesiring fyri tykkum um
grundleggjandi nasjonaløkonomi.
Betri Nýggjár!