Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 2 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Var hatta tað? Álvaratos, var hatta alt? Spurningarnir eru teir somu seinastu dagarnar í hvørjum ári. Og svarið er eisini tað sama hvørt ár. Ja, hatta var tað. Hatta var alt, tíverri. Er nakað replay? Nei. Ber til at broyta nakað? Heldur ikki. Gjørt er gjørt er gjørt. So fer árið í søguna. Og bara nakrir illa laðaðir ófantaligir varð ar standa eftir og minna okkum á, at 2010 var eisini eitt lortaár, alt annað líka, tað kanst tú siga í og fyri seg. Nú verði eg ongantíð spurdur um slíkt. Men eg kann so sjálvur skriva, at tvær forsagnir hjá mær blivu so staðfestir í ár. Tá Eik fór at mogga burtur og fjasast við vinnuni, segði eg: hatta fríggjaríið endar ikki væl. Tað er deyðiligt. Og føroyingar duga ikki hatta við flakavinnu. Tað er enn ein ferð staðfest. Latið útlendingar fáa vinn una og hvønn stert í før­ oyskum sjógvi. Tjúgutíggju gjørdist heldur ikki árið, tá hatta forbrenda demo kratiið varð pakkað inn í eitt brand teppi og tveitt í innasta krók in í helviti. Meðan 800 fólk eru arbeiðsleys viðger tað høga ting, um úthurðin í Rúsuni skal ganga inn ella út. Realistur, sum eg eri, kundi eg reksað upp alt tað, sum bleiv dilitað í 2010, men so nógvar teigar havi eg ikki. Eg havi tó pláss til niður­ støðuna. Orsøkina til, at so nógv fór út av tromini, tí vit hava ráð til bakka verju. Hon er púra greið: dansk arar hava skyldina. Blame the Dane. Pláss er heldur ikki til at viðgera kritiskt her allar reformarnar, sum skuldu koma, men ikki komu. Teir vera heldur ikki komnir um eitt ár, so tað kann bíða til tá. Okkurt jaligt hendi tó í árinum. Eftir samráðingar, sum vardu 50 prosent av árinum kom eitt pro sent oman á lønina. Ein trillrund blonk tíggju króna afturat hvørjum inflasjóns tódn­ aðum túsund krónu seðli. Slíkt fløvar, nú veðrið er broytt, og tað er vorðið kaldari. Meira fløvar tó jólaheilsanin frá lands stýrismanninum í real­ lønar skerjing. Enn eina ferð vístu lønartrælirnir, sum tey ein astu, sam felagssinni. Samfelagssinni upp á breyð. Hvussu smakkar tað? Fakfeløgini settu samfelagið fremst, fram um limirnar. Og fleiri bilar eru keyptir. Tað er tað sama sum at lívsgrundarlagið hjá føroyingum er styrkt í 2010. Og hóast føroysk børn ikki læra føroyskt í yvirtikna føroyska skúlanum – tey hava føroyskt – so duga tey føroysku í níggjunda flokki betur føroyskt enn javnaldrarnir í Dubei og Rumenia. Tað sigur Pisa. Føroysk pisa, sum ikki dugur før­ oyskt. Hvør hevur skyldina? Lærararnir, foreldrini, pedagogarnir, høga rentan hjá bankunum, jólagávurnar hjá almennu starvsfólkunum (afturat tí eina prosentinum brutto)? Nei, sjálvandi ikki. Dansk­ arar nir, danskararnir hava skyld­ ina. Hetta var heldur ikki árið, tá vit fingu nýggjan tjóðsang í staðin fyri nátt úrunasjonalromantiska sálmin. Eg bíði framvegis eftir at drýpa høvur, meðan »Góða mamma, tað var ikki eg, danskararnir teir fírdu meg...« rungar. The land of Poor Explanations. Og í 2010 eru framvegis fólk, sum halda, at kundaráðgevarnir hjá bank unum hava aðrar kundar enn bankan. Nýggjárslyfti tími eg heldur ikki at hugsa um í ár. Men næsta ár um hesa tíðina verður nógv heit luft í kuldanum og sortanum. Tí tá vera bara tríggjar vikur til val. Valevni plagdu at duga hatta har við lyftum. Onkur fer at lova gull og grønar tuborg á bensinstøðunum, onkur annar vælferð, onkur hálvthundrað metrar at svimja skjótt í, onkur, at pensjónsreformurin kemur, áðrenn reformurin røkkur pensjóns aldr­ inum. Eg sigi ikki, at eg ikki eina stutta veika pseudooptimistiska løtu nýggjárs nátt í allari glæm uni og øll um buldrinum og rakett stjørn­ unum vænti mær okkurt gott av nýggja árinum. Líka til eg síggi neyðrakettirnar. Tá rakni eg við aftur. Nei, her er einki í væntu. Neyð ars rakett. Tíðin gongur skjótt, skjótari enn nakað annað í Føroyum. Tíðin fer ongan tíð aftur í nevnd. Tíðin er ikki ein tilgongd. Tíðin steðgar ikki í einum arbeiðsbólki, hon hvørv ur ikki í einari skuffu. Tíðin stirðnar ikki sum klakin í ánni, nú veður­ lagsbroytingar gera veðrið kaldari. Einki eldist so skjótt sum árið. Longu seinasta dagin í árinum eitur árið gamlaárið. Men harragud, 2010 var bara 31 milliónir og 536.000 sekund. Og tað var altso alt. Og einki ann að enn tað. Og tel hóvliga upp í 31.536.000 og hygga síggj, so er 2011 eisini farið uttan nakað. Vit njóta nú seinastu dagarnar av árinum 2010, og í morgin halda vit gamlaárskvøld og skjóta eitt ár aftur um bak. 2010 hevur verið eitt hendingarríkt ár. Fyri mong hevur tað verið strævið, tí alheims fíggjarkreppan, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani, hevur framvegis álvarsamar avleiðingar við sær fyri føroyska samfelagið. Hetta gjørdist árið, tá ið vit aftur upplivdu, at ein banki fór á heysin, eitt tað størsta arbeiðsplássið í landinum fór sama veg, og bæði familjur og fyritøkur hava havt tað tungt í hesum árinum. Øll vóna vit, at ein vend í búskapinum er fyri framman, og at føroyska samfelagið rættiliga fer at koma fyri seg aftur. Hjá fjølmiðlunum hava tað aftur í 2010 verið nógvar hendingar at fylgja við í. Summar søgur seta veruligan dám á flest allar fjølmiðlarnar í longri tíð, meðan aðrar søgur koma og fara við størri ferð. Internetið hevur gjørt, at tíðindi ferðast skjótari enn áður, og tað hevur givið prentaðu bløðunum ein annan leiklut, enn tey høvdu fyri bara 10 árum síðani. Sosialurin hevur í 2010 roynt at givið sínum lesarum eina fjølbroytta mynd av tí, sum fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin er partur av samtakinum, sum eisini umfatar tíðindapartin á Portalinum, Rás2 og Miðlahúsið. Hetta gevur møguleikar at framleiða ymiskt tilfar til ymiskar miðlar og brúka tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava. Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum – varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein fullfíggjað mynd av árinum, ið fór, men nakrar úrvaldar greinar, sum hava verið í Sosialinum farna árið. Neyðars rakett Farvæl 2010! Vit takka við hesum fyri 2010 og ynskja øllum eitt gott 2011! 2010 umaftur við Høgna Djurhuus