Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 8 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2010 juni Eg havi kanska eitt “orsaka eg eri til” syndrom, sum møguliga er hykleriskt. Man vil jú ikki trýsta seg framat. Jóanes Nielsen, skald Av teimum støðum, eg kenni, eru Føroyar numero uno! Hóast religión og sambandshugsjón fylla og nógv. Eyðun Nolsøe, tónleikari Tað er ikki longur cool at koyra við kenning! Tað staðfestir Jón Klein Olsen varapolitiinspektørur. Nýggjastu hagtølini hjá løg­ regluni vísa, at talið á bil før ar um, sum verða tiknir fyri at koyra við kenn ing er nú tað lægsta síðani í 1999, altso tað lægsta í heili 10 ár. Hetta eru tøl, sum Jón Klein Olsen, fegnast um. ­ Tølini eru farin tann vegin, eg vónaði, sigur hann. Hinvegin staðfestir hann, at tølini skulu takast við einum ávís­ um fyrivarni, tí hagtøl kunnu broyt­ ast rættiliga nógv ár undan ári. Kortini hevur hann eina kenslu av at hesi seinastu árini hevur gongdin verið, at færri og færri koyra ávirkað av rúsdrekka. Hevur tikið fleiri ár Hann heldur seg hava staðfest, at hesi síðstu árini er hend ein stór hugburðsbroyting, sum ber í sær, at tað er blivið ómodernað at koyra við kenning. Men hendan hugburðsbroyting er sanniliga ikki komin av sær sjálvum. ­ Tað eru nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi og sum tilsamans føra til, at rúsdrekakkoyring mink­ ar, men tað tekur langa tíð at broyta hug burðin hjá fólki. Hann vísir á, at nú í nógv ár hev ur Ráðið fyri ferðslutrygd ført eina miðvísa upplýsingarherferð í skúlunum, har eisini løgreglan og sjúkraflutningstænastan hava ver­ ið við. ­ Vit merkja, at hetta setir síni spor hjá teimum allarflestu, sigur Jón Klein Olsen. Hann ivast ikki í, at hendan upp­ lýs ingin í skúlunum er ein orsøk til, at tað er ikki longur at tað er ikki cool at koyra við kenning longur. Løgreglan vísir seg Ein kundi eisini freistast til at hild­ ið, at ein orsøk til, at færri verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, er tann, at løgreglan ger minni burtur úr at kanna bilførarar, enn hon hev­ ur gjørt. Ongi hagtøl finnast um hetta, tí hagtalsskipanin er løgd um, so at tað ber ikki til at finna samanberandi hagtøl enn, sigur Hall dis Poulsen, fyrisitingarligur leiðari hjá løgregluni. Men Jón Klein Olsen heldur ikki, at tað er orsøkin. Tvørturímóti sigur hann, at løgreglan er so nógv úti á vegunum, sum tilber. ­ Vit leggja dent á at vera sjónlig á vegunum. Serliga tá ið stór veitslukend tiltøk eru, har nógv fólk savnast, gera vit nógv burtur úr at vísa okkum, sigur hann. Hann heldur eisini, at tað hevur sína ávirkan, at fjølmiðlarnir gera burtur úr, tá ið vanlukkur henda. Posta yvirtók útbering Útberingin hjá Prentmiðstøðini, sum í nøkur ár hevur kappast við Posta, steðgar. Nevndarformaðurin í Prentmiðstøðini, Árni Ellefsen, sigur, at útberingin gevur hall, og vónir eru ikki um, at gongdin fer at venda. Tí yvirtekur Posta útberingina hjá Prentmiðstøðini. Umleið 300 fólk hava verið knýtt at útberingini hjá Prentmiðstøðini. Immi fekk atgongumerki Imme Dam kom í miðdepilin, tá ið hann talaði ímóti, at heimskendi bretski sangari Elton John kom til Føroya at spæla konsert. Hann var boðin í studio á Rás2, og har greiddi hann frá sínum sjónarmiðum. - Eg havi í hvussu er biðið Harran um, at hann forðar fyri, at konsertin verður til nakað, og Hann hoyrir bønir, segði Imme Dam. Hann fekk eisini eitt atgongumerki til konsertina frá Barbaru Holm, verti í sendingini, og hann tók ímóti tí. - So veit eg, at tað verður ein áhoyrari færri til konsertina, segði hann. Listasavnið fekk Bládýpið Tað stóðst rok av listarligu bingjuni hjá Tróndi Patursson, tá ið leiðarin fyri Listasavnið ikki vildi kennast við hana. Men eftir samrøður millum partarnar endaði tað við, at Listasavnið tók ímóti Bládýpinum, og nú skal verkið, sum hevur ferðast víðahvar, umvælast. Verkið skal gerast partur av føstu framsýningini á Listasavninum. Jollaði sær í Føroyum 76 ára gamli prinsgemalurin Heindrikkur jollar sær ordiliga í Føroyum, tá ið hann og Margretha drotning eru á vitjan. Danir finnast mangan at prinsgemalinum. Hann dugur ikki nóg væl danskt, hann er ov tjúkkur, drekkur ov illa, kennir ikki sítt pláss og er ofta ófantaligur í almennum høpi. Men øll hesi lýti verða við eitt snarað á, tá prinsgemalurin kemur til Føroya. Her taka fólk kanska ikki formalia so tungt, og franska lyndið hóskar væl til avslappaðu formarnar í Føroyum. Talið á bilførarum, sum verða tikin fyri at koyra við kenning, er nú tað lægsta í 10 ár. Jón Klein Olsen, løgreglumaður, heldur, at hetta er úrslitið av einum miðvísum arbeiði, sum higartil hevur vart í fleiri ár Færri koyra við kenning rúsur Alsamt færri føroyingar verða tiknir fyri at koyra við kenning