Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 Sosialurin Randi Jacobsen Í fleiri ár hevur verið tosa um at fáa eina granskingarpark. Álit eftir álit er skrivað, men einki er hent. Eftir at Rúsdrekkasøla Landsins varð flutt út úr húsi­ num hjá Vinnuframagrunni­ num við Hoyvíksvegin, og húsið varð umvælt fyri blámu­ sopp, kom Vinnumálagrunn­ urin við tilboðnum um at brúka tað mesta av húsinum til granskingarpark. Strongt varð á, og grunn­ urin segði, at tók tað almenna ikki av, varð húsið selt til bilberkstað ella annað. Og endin varð, at landið tók av. Nú ella ongantíð – Hetta er ein sera praktisk loysn, og nú slepst undan at brúka nógvan pening til at byggja nýtt hús, sigur Regin W. Olsen. Hann er sannførdur um, at kom henda ætlanin ikki ígjøgnum, hevði einki hent á økinum tey næstu nógvu árini. Í húsinum er bæði mat­ stova, skrivstovuhøli og fundarhøli. Eitt stórt rúm er, har rannsoknarstovan kann vera, og stóra hølið við síðuna av eg væl egnað til at goyma tól í. Haraftrat er eitt kuldarúm. Í túninum eru fleiri parkeringspláss. Tilsamans eru komandi granskingarhølini 1400 fermtrar. Bílig loysn – Upprunaliga ætlanin var at brúka sjey mió. krónur til forkanningar og at byggja eitt hús fyri einar 85 mió. krónur. Nú slepst undan at byggja, og hesi hølini kunnu gerast klár fyri 7­10 mió. krónur. Forkanningar eru ikki neyðugar, sigur Regin W. Dalsgaard. Granskingin verður innan fyri biotøkni, og tað kann vera fólkaheilsa, matvøruvinnan, fiskivinnan og annað. Granskingartól finnast ymsa staðni í landinum, og hugskotið er at savna øll hesi tól í húsinum, og gransk­ ararnir skulu so kunna brúka tólini hjá hvør øðrum. Regin W. Dalsgaard ivast ikki í, at henda ætlanin verð­ ur til veruleika, tí allir part­ ar hava verið samdir um loysnina. Nú er bara at finna eina leiðslu og seta nevnd, tí ætlanin skal rekast sum eitt alment partafelag heldur enn ein nýggjur stovnur. Fíggingarhátturin skal eisini finnast. Øll við Tey, sum hava verið uppi í, eru Fiskaaaling, Fróð­ sksparsetur Føroya, Fiski­ vinnuroyndir, Deldin fyri fólkaheilsu og privata vinn­ an. Landsstýrið er kunnað væl og virðiliga, sigur Regin W. Dalsgaard. Hann tosar um gransking­ arparkina sum eitt hotellið. Hotellið er her, og so er bara at fáa gestirnar. Hann veit um fleiri føroy­ skar granskingarverkætlanir sum eru uttanlands. Hetta skuldi verið eitt gott stað til teir granskararnar, sum hava hug at arbeiðs í Føroyum. Regin W. Dalsgaard er ikki sjálvur granskari. Hann er formaður í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, hvørs uppgáva er at stuðla íverksetan og nýmenning. Næstan klárt til gransking Pengarnir eru tøkir. Nú er bara at seta nevnd og leiðslu og finna fíggingarmátan, og so kann granskingin innan fyri biotøkni flyta inn. Tað sigur Regin W. Dalsgaard, formaður í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin Gamla Rúsan verður nú granskingarpark Randi Jacobsen Klokkan 13 í gjár læt felags­ skapurin Barnabati eina øðrvísi skógvakafé upp í Stephanssonshúsi á Konga­ brúnni í Havn. Barnabati fekk umleið 250 pør av skóm frá ymsum skóhandlum at lata til vælger­ andi endamál, og tey valdu at bjóða skógvarnar fram og samskundis hava kafé. – Vit vildu ikki selja skógv­ arnar, tí vit fingu teir ókeypis og vilja ikki hava fíggjarligan vinning av teimum, sigur Elly Andersen í Barnabata. Tey hava eisini havt í huga, at fleiri familjur nú eru í trongum skóm og at nýggir skógvar tí koma væl við. Barnabati hugsar sær skógvakafeína sum eitt afturvendandi tiltak. Kaféein er eisini ein máti at varpa ljós á tað sjálvbodna arbeiðið, sum limirnir í Barnabata gera. Á kaféini liggja girokort frammi, so fólk kunnu stuðla, og har ber eisini til at tekna seg sum lim. Kaféein læt upp í dag kl. 13 og letur aftur klokkan 18. Fingu skógvar fyri einki Mest mammur við smábørnum hava higartil vitjað skógvakaféina í Havn hjá Barnabata 20 mánaðar gamla Tórhild var upptikin av nógvum skónum Mynd: Álvur Haraldsen