mikudagur 29. desember 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2010
juli
Eydnan er fyri mær, at tú
hevur onkran, sum tú kanst
deila sorg og gleði við.
Anne Mette Greve Klemensen, prestur
At pendla millum fortíð og nútíð
er í veruleikanum at sabotera
lívið, sum bara er nú.
Jákup Magnussen, útvarpsmaður
Hvussu kann nakar fáa seg til at
gera seg inn á kríatúr?
Henda spurning setir Petur
Meinhard Danielsen í Porkeri sær.
Hann fekk sær frí frá arbeiði og
fór norður um fjørðin at ferðast í
fýra dagar saman við familju og
gestum.
Tey komu suður aftur sunnu
morgun, og tað fyrsta, hann sá,
var, at knarvarnir til eina hurð inn
í bilhúsið vóru koyrdir av. Inni sá
hann sigarettstubbar, og fleiri høft
lógu á gólvinum.
– Her hava óbodnir gestir verið,
hugsaði hann við sær.
Tá varnaðist hann ikki, at eitt
langt band, sum hann plagdi at
leiða seyðin við, var horvið.
Seinnapartin fór hann út at
hyggja til seyðin, sum gekk í tveim
um stikum oman fyri húsini. Tvey
lomb vóru ikki at síggja.
– Tá sá eg, at onkur hevði bundið
bandið hjá mær um hálsin á einum
lambi, og í hinum endanum var
ein gomul plógs, sum bara hevði
ligið har, sigur Petur Meinhard
Danielsen.
Hann fekk loyst lambið, men hitt
lambið var ongastaðni at síggja.
Geislarnir peikaðu
út í luftina
Dagin eftir fór hann aftur at leita,
og tá sá hann nakað svart liggja í
einum horni á øðrum stikinum.
Lambið mundi verið sjálvdett, sum
ofta hendir, men tá ið hann tók deya
lambið up, sá hann, at høvdið var
skorið av og hekk fast í eini slintru.
Høvdið var skorið, broti og skrætt
av. Tríggir geislar peikaðu beint út
í luftina.
– So ringdi eg til politiið, og ein
politistur kom, men hann segði, at
einki var at gera, um eg ikki kundi
nevna onkran. Men tað kundi eg
ikki, tí eg visti mær ongan óivin og
kundi ikki fara at gita.
Hann varnaðist eftir hetta, at
ein langur dálkur, sum hann átti,
var komin at liggja undir vaskinum.
Tá i hann tók knívin úr slíranum,
var blóð á blaðnum. Hansara egni
knívur varð also brúktur til at drepa
lamb hansara við. Eitt seyðband var
í slíranum, og hetta segði honum,
at tann, sum hevur framt ógerðina,
hevði bundið seyðbandið við knív
inum um miðjuna.
Petur Meinhard Danielsen er
bæði harmur og skelkaður av hesi
upplivingini, men hann ætlar sær
ikki at gera nakað við at leita eftir
gerningsmanninum.
Lívið
skal
ganga víðari, og hann vil ikki skapa
ófrið í bygdini.
– Slíkt er ongantíð áður hent her.
Sjálvandi doyggja vit ikki í hungri
av at missa eitt lamb, men taðå er
mátin og framferðarhátturin
móti lambinum, sum ger
meg illa við. Hvussu kann
nakar finna uppá at kappa
høvdið av einum livandi
lambi? Eg vóni, at eg við hesi
frá søgnini kann lata eyguni upp
hjá onkrum, sigur Petur Meinhard
Danielsen.
VB-venjari doyði
Alt steðgaði upp í Vági, tá ið deyðboðini
av hondbóltsvenjaranum Aivaras Daugis,
sum er ættaður úr Litava, komu. Hann var
bert 39 ára gamal, tá ið hann brádliga
doyði. Aivaras hevði vant VB-kvinnur í
fýra ár, og hann hevði vunnið bæði FM og
steypakapping við liðnum. Hann skuldi
halda í starvinum í VB, men tað skuldi ikki
verða.
– Hann hevur gjørt eitt kanónarbeiði
fyri VB, og nógvir av teimum ungu spæl-
arunum kunnu fyri stóran part kunnu
takka honum fyri tað, teir duga á vøllinum,
sigur Egill Steintórsson, formaður í hond-
bólts deildini hjá VB.
Beiskir bitar svølgjast
Tung tøk liggja fyri framman, og truplar
avgerðir mugu takast við samráðingar-
borðið. Men vit koma ikki á mál, um vit
bara eru før fyri at vísa á, hvar ikki kann
sparast, ella nýggjar inntøkur ikki kunnu
fáast, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður,
millum annað í ólavsøkurøðu sínari.
Strippar í
føroyskum klæðum
Føroyska Victoria Wild er strippari í Dan-
mark, men hon hevur altíð havt eina
ætl an um at koma til Føroya at strippa
í før oyska tjóðarbúnanum. Og tað gjørdi
hon so. Hon undirhelt í Deep í Havn, og har
kundu fólk uppliva hennara strippshow í
føroyska búnanum.
– Tað kann vera, at fólk taka hetta
illa upp, men eg síggi einki galið við tí.
Hvat er galið við einum flottum, naknum
kvinnu kroppi í føroyskum klæðum, sigur
Victoria Wild.
Kvamm var kongur
G! Festivalurin gekk ikki rættiliga eftir vild. Illveður
hóskvøldið hevði við sær, at stóri pallurin á Sandinum
ikki kundi takast í brúk á festivalinum í ár. Annar pallur
var settur upp, og stóru konsertirnar vórðu fluttar á
spæliplássið í Syðrugøtu. Har var serliga konsertin
við Nephew minnilig. Simon Kvamm og hansara mans
undirhildu stórari áhoyrarfjøld, og lagið var sera gott
Meðan Petur
Meinhard Danielsen
og familjan í Porkeri
vóru norðanfjørðs,
hevur onkur verið
inni á stykkinum hjá
honum og kappað
høvdið av einum
livandi smálambi
Høvdið kappað
av livandi lambi
djórapínsla
Tað var eingin tespilig sjón, sum møtti Petur Meinhard Danielsen. Høvdið var kvett av einum lambi hjá honum