Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2010 september Tað er stórt at síggja húkin. Tað minnir meg um, tá eg var í New York og sá verðins størstu tøjklemmu og verðins størsta tummil. Listamaðurin Amariel Norðoy um húkin í rundkoyringini í Klaksvík Eg haldi, at vit heldur skuldu givið løgtingslimum hægri løn, men aftur fyri kravt, at teir ikki høvdu nakað annað arbeiði við síðuna av. Magni Laksáfoss,løgtingslimur, um uppskotið at lækka lønirnar hjá tingfólki Nú allir borgarar í landinum fara at verða merktir av álvarsligum sparitiltøkum, eiga politikarar fyrst at lækka sínar egnu lønir fyri at ganga undan sum góðar fyrimyndir. Tað førdi Kári P. Høj gaard, løgtingsmaður fyri Sjálv stýris­ flokkin fram í Sosialinum herfyri. Hann vil sostatt sostatt fegin ganga í fótasporunum á politikarum í Onglandi og ráð­ harr um í Danmark, sum hava lækkað sínar egnu lønir fyri at vísa samhuga við fólkinum, nú álvarslig inntriv skulu gerast fyri at fáa bú­ skap in aftur á beint. ­ Eg eri fullgreiðir yvir, at hetta eru bara piparnøtur, men tað hevur eitt signalvirði sum vísir, at politikar ar eru sinnaðir at ganga á odda í teimum inntrivum, sum skulu gerast, segði Kári P. Højgaard. Tinglimir siga nei Men eitt spurnarumfar, sum Sosialurin hevur gjørt í Løg tingi­ num, vísir, at Kári P. Højgaard hevur ongan møguleika at fáa undirtøku fyri sínum sjónarmiði. Tað eru bara 12 tinglimir, sum taka undir við at lækka lønirnar hjá politikar um eini 5% ­ 10%. Hinvegin siga 16 tinglimir nei, til at lækka lønirnar hjá politikar­ u num, samstundis sum onkur ein­ stak ir ikki vilja svara. Trimum tinglimum fingu vit ikki fatur. Sum tað sæst í greinini yvir av, hava tinglimir ymsar grund gev ing­ ar fyri at vera fyri ella ímóti einum slíkum uppskoti. Summir halda, at hetta er bara upp á kvamsvís, men aðrir siga, at verða allar almennar lønir lækk að­ ar skulu tingmannalønirnar sjálv­ andi fylgja við. Skapar álit Kári P. Højgaard umhugsaði annars at leggja uppskot fyri Løgtingið um at lækka tingmannalønirnar Hann heldur, at tað hevur stóran týd ning at skapa álit ímillum politikar ar og borgarar og at skapa for stáilsi ímillum fólk fyri at tað er neyð ugt við inntrivum. ­ Men sum støðan er nú, hevur van liga fólkið onki forstáilsi fyri teim um inntrivum, sum verða gjørd. Fólkið hevur heldur ikki álit á politisku skipanina, og tað verður okkara fremsta uppgáva at byggja tað uppaftur, heldur hann. Hann vísir á, at ein týðandi part­ ur av røðuni, sum Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag helt á altjóða arbeiðaradegnum, snúði seg júst um hvussu óvilligir politik ar ar eru at ganga undan at vísa ein góðan vilja til sparing, sam stundis sum teir leggja stórar byrð ar á onnur, eisini tey, sum hava minst frammanundan. Hann sigur, at hetta er eitt gott dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur, at politikararnir ganga á odda, hóast talan er um piparnøtir. Mist 6 milliardir Síðan oktober mánað í 2007 eru partabrøvini, sum føroyingar eiga, fallin 79 prosent í virði ella tilsamans 6 milliardir krónur. Hóast privatfólk eiga ein minni part av partabrøvunum, kann hugsast, at ógvusliga fallið hevur loypt ótta á húsarhaldini og ávirkað teirra nýtsluhug, heldur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Pissa í buks Sambært føroyska apoteksverkinum hava 3000 kvinnur og 4000 menn í øllum aldursbólkum trupult við at halda sær. Tí telist inkontinens millum mongu sonevndu fólkasjúkurnar, sum ofta eru spegilsmyndir av nútímans livihátti. At talið er vaksandi sæst eitt nú á søluni av heilivági og aðrari útgerð til inkontinens. Sambært danska heilsustýrinum er sølan vaksin við rúkandi ferð seinastu árini. - Nógv halda tað vera trupult at tosa um - sjálvt við læknan. Tey halda, at hetta mugu tey bara læra at liva við. Men hjálp er at fáa, bæði til orsøkir og sjúkueyðkenni, siga tey á Apotekinum. Traðka á samkynd Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðfrúa í Íslandi, vildi á føroyaferðini ikki gera viðmerkingar til serligu heilsanina frá Jenisi av Rana - um at vitjan hennara og konu hennara í Føroyum var ein provokatión. Jenis av Rana vildi ikki fara til almennan døgurða við teimum. Men tá Jóhanna Sigurðardóttir kom aftur til Íslands segði hon við íslendska kringvarpið, at í Føroyum verður traðkað á viðurskiftini hjá teimum samkyndu. - Um vitjan mín kann varpa ljós á hetta, so er kortini okkurt gott komið burturúr, segði hon. Eik fór á heysin Tað kom sum ein skelkur fyri føroyska samfelagið, tá ið danska Fíggjareftirlitið setti so stór krøv til Eik Banka um nýggjan kapital, at bankin ikki megnaði at yvirliva. Krøvini til avsetingar vóru nógv størri, enn bankin hevði gjørt upp, og tað kostaði Eik Banka lívið, tá ið Fíggjareftirlitið hugdi nærri eftir bankanum. Fíggjarligt Støðufesti yvirtók Eik Banka fyri at selja hann víðari til áhugaðar keyparar. Løgtingslimir eru ikki sinnaðir at lækka sínar egnu lønir fyri at ganga undan sum góðar fyrimyndir, nú tað er greitt, at hvør tann einasti borgari í landinum hevur merkt sviðan og fer at merkja enn meiri sviða av sparitiltøkum, sum verða sett í verk Tingfólk vilja ikki niður í løn løn Meirilutin av løgtingsfólkunum heldur ikki, at tey skulu niður í løn