mikudagur 29. desember 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
12
Sosialurin
Uni Arge
S
íggj ljóst upp á tilveruna, siga
tey, sum ikki tíma at hoyra um
tað, ið miseydnast. Líta vit aftur
á farna árið búskaparliga, skerst
ikki burtur, at onkuntíð hevur
staðið betur til í landinum. Fleiri
skelkir gjørdu um seg í 2010, sum
fyri bara fáum árum síðan vóru
óhugsandi. Tann størsti var, at Eik
Banki fór á heysin. Orsakað av
bankapakkunum hóraði dagliga
virksemið hjá bankanum undan,
men 8.000 partaeigarar mistu sínar
pengar í Eik, og hóast lítið hoyrist
frá fólki, sum missa pengar á tílíkan
hátt, munnu mistu upphæddirnar
svíða ikki sørt mangastaðni. Í
sambandi við húsagangin hjá Eik
varð samfelagið eisini flutt aftur
í eina støðu, sum minti um hana,
tá føroyskir myndugleikar vórðu
ómynduggjørdir í 1992. Fýra umboð
fyri danska statin í Fíggjarligum
Støðufesti sótu í november á tíð
inda fundi í Eik og søgdu, at funnu
før oyingar ikki útav at keypa før
oyska partin av Eik í stundini, ætl
aðu teir at broyta karakter og fara
í stálhandskarnar. Tey flestu fataðu
hetta sum eina freka hóttan, men
hóast freistin at avgreiða Eiksøl
una var úti fyri jól, hevur ongin stál
handski latið Eik eftur enn.
G
ongdin hjá Eik var ein áminning
um, at mangt kann á skræðuni
tykjast væl eydnað, men kagar tú
inn undir glitrandi fasaduna, kann
veruleikin vera meira eirindaleysur.
Nógvir føroyingar eru av natúr
skeptikarar, tí føroysk søga er full av
frásagnum um kargar umstøður og
ógvuslig búskaparsveiggj. Ótamda
náttúran er ivaleyst at vold in til hetta
lyndiseyðkennið. Viðhvørt var ov
lítið til av fiski og fugli, og havið og
fjøllini vóru mong um manni størri
fíggindi enn vinur. Tá illa vildi til,
fóru heilir bank ar eisini um koll, og
fólk fingu dyggar fíggjarligar smeitir.
Nú Eik Banki fór, kenna mong seg
nipin, men skeptikararnir siga
sigurssælir, at teir fingu rætt. Tann
æviga bú skaparliga sælan finst jú
ikki, og í dag gneggja fleiri so eisini,
at útrásarferðir eru av tí ónda. Fallið
hjá Eik hevur birt í mongum eina aft
ur haldssinnaða hugsan um, at best
er at putlast við sovorðið, tú hevur
skil fyri, heima hjá tær sjálvum. Tað
er so trygt.
E
in av stóru kundunum hjá Eik
Banka var Faroe Seafood. Hjá
teirri fyritøkuni stóð illa til leingi,
og tá roknskapurin skuldi latast
inn, gekk bara ikki meira. Tølini
hingu ikki saman, og samtakið
mátti ásanna, at tess dagar á lívi
vóru taldir. Faroe Seafood hevði
eina flákrandi tilveru, tá tað snúði
seg um bankasambond. Fyrst æt
bankasambandið Føroya Banki, men
Jørn Astrup Hansen, ið var for stjóri
har til 2005, segðist vera so kon
servativur at fáast við, at samtakið
fór at fríggja við Kaupthing í staðin.
Hetta var onki heppið hjúnarband,
tí Kaupthing fall at enda orsakað
av egnum váðafýsni, og tá Eik so
keypti Kaupthing í Føroyum, end
aði Faroe Seafood í bókunum hjá
júst tí bankanum, har Jørn Ast
rup Hansen reis uppaftur sum
uppruddandi bankastjóri. Lagn
unnar speisemi var hetta sanniliga,
men persónssamanfallið var ikki
høvuðsorsøkin til fallið hjá Faroe
Seafood. Skuldin var ov tung at
dragast við, freistirnar gingu bara
út, og 800 fólk gjørdust arbeiðsleys.
Við hjálp frá ALS og fakfeløgunum
fingu hesi fólk tó bæði kreppuhjálp
og arbeiðsloysisstuðul fyri jól.
S
einna hálvár í 2010 var tí als ikki
tespiligt, og tá ein fyrrverandi
landsstýriskvinna við mentamálum,
Annlis Bjarkhamar, setti sær fyri
at savna inn pening til teirra, sum
ikki áttu pengar at halda jól fyri,
kom undan kavi, at onnur enn tey
800 hjá Faroe Seafood høvdu tørv
á hjálp. Hundraðtals føroyskar
familjur liva á fátækramarkinum
og fáa ikki endarnar at røkka sam
an, greiddi Annlis Bjarkhamar frá í
útvarpinum fyri jól. Jólahjálpin fekk
umsóknir um hjálp frá 376 familjum
ella tilsamans 1241 fólk um, harav
700 vóru børn. Fleiri av familjunum
livdu eina trupla tilveru. Høvdu ikki
ráð til heitan mat meiri enn 12 ferðir
um vikuna og stríddust við stór
yvirtrekk í bankanum hvønn mánað.
Summi máttu finna seg í at hava
tanna pínu, tí tey áttu ikki pening at
fara til tannlækna fyri. Støðan hjá
mongum var rætt og slætt óvirði
lig, segði Annlis Bjarkhamar við
út varpið, sum tó visti at siga, at
jólasølan hjá handlunum var eins
góð í ár og í fjør. Hava vit fingið
eitt stættasamfelag við ríkum og
fátøkum, varð spurt, og onkur ser
frøðingur svaraði játtandi.
F
átækar barnafamiljur vóru ikki
tær einastu, sum stríddust við at
fáa eini lukkulig jól, tað gjørdi lands
húsar haldið eisini. Eitt elju stríð var
longu í apríl mán aði, tá sam gongu
flokk ar nir
skuldu
semj ast
um
fíggjar karmin. Fíggjar karm urin varð
borin í tingið, men Fólkaflokkurin
tók ikki undir við honum. Lagt var
tí upp til minst líka stóra ósemju
í heyst, tá fíggj arlógin skuldi
samtykkjast, og lands stýrið skuldi
samráðast við al mennu fakfeløgini
um nýggj ar sáttmálar. At enda gekk
telv ing in í Fíggjarmálaráðnum, á
sam gongu fundum og í løgtingsins
fíggjar nevnd upp á tann hátt, at
hallið gjørd ist ein hálv milliard.
Hvør í veru leikanum ger av, hvussu
enda liga fíggjarlógin verður, er ikki
lætt at síggja, men besta boðið upp
á spurningin er helst, at tað gera øll,
samgonguflokkarnir í sínum lag,
hóast teir mangan eru púra ósamdir,
og so haraftrat andstøðuumboðini í
fíggjarnevndini, ið meira enn so fáa
pengar til síni hjartamál, eitt nú
havrannsóknarskip og tjóðleikhús.
Men hálva milliardin í halli er undir
øllum umstøðum vís næsta ár, og
tí vóru landsins fíggjartíðindi í
2010 heldur ikki upplyftandi lesn
aður, tó at tað ivaleyst stimbrar
pengarenslið, at ikki meira varð
skarvað av fíggjarlógini.
A
lmenna orðaskiftið snýr seg
oftast um, hvat landsins politik
arar halda um stórar húsagangir og
fíggj arlógina. Á ein hátt er hetta
ógvuliga yvirskipaða orðaskiftið
ein máti at sleppa undan at tosa um
menniskju og veruleikan handan
bókhaldsligu hugtøkini. Veruleikin
kom kortini undan kavi ímóti árs
enda, fyrst við teimum mongu fá
tøku familjunum, ið bóðu um jóla
hjálp, og síðan við tíðindunum um,
at fleiri ringdu 112 um jólini og bóðu
løgregluna hjálpa sær, tí tey vóru so
tung í huga. Uppskrúvaðu material
istisku jólini, sum krevja, at øll upp
á kommando skulu vera eydnurík,
hava øvugta ávirkan á fleiri, tey
kenna seg ólukkulig og einsamøll.
Men hvussu ber hetta til? Eiga øll
í lítlu Føroyum ikki onkran góðan
at vera saman við og styðja seg
til? Eftir øllum at døma ikki. Tann
bráðvakra framsíðan sigur ikki
søguna um kaldar døg urð ar, einsemi,
hugtyngd, sakn og ráða loysi, ja,
kanska ógvusligan stætta mun. Men
nú jólini eru farin afturum, og 2011
skal skjótast upp á himmalhválvið,
nærkast dagurin, at vit øll skulu
skrivast í manntal. Tá kemur kanska
undan kavi tann sanna myndin av,
hvussu statt er í Føroyum. At 2011
verður betri enn 2010 búskaparliga,
mugu vit so eisini vóna.
Árið fór við
húsa gangum
og stórum halli
Farna árið fer neyvan í søguna sum eitt av teimum mest upplyftandi búskaparliga. Ein heilur banki fór á
húsagang, landsins størsta privata arbeiðspláss gav skarvin yvir, hundraðtals familjur fingu jólahjálp, løgtingið
samtykti eina fíggjarlóg við hálvari milliard í halli, og summi vóru so hugtung á jólum, at tey bóðu um hjálp.
Økist gjógvin millum rík og fátøk? Liva mong í einsemi í lítlu Føroyum? Vit taka saman um trupla árið, ið fer