mikudagur 29. desember 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
12
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2010
oktober
Landsstýrisfólkini vita sum
oftast, hvat tey gera
Kaj Leo Johannesen, løgmaður um,
at landsstýrisfólkini ikki altíð kenna
avleiðingarnar av sínum sparingum
Altjóða skinkumarknaðurin er risastórur,
og tí eru spennandi møguleikar í
at útflyta føroyska skinku
Johan Mortensen, íverksetari av
projekti við føroyskari skinku
Tá løgtingsmaðurin Jenis av Rana
setti Aksel V. Johannesen, lands
stýrismanni í heilsumálum, fyri
spurning um lønina hjá læknum av
Landssjúkrahúsinum, sum høvdu
tilkallivaktir á Suðuroyar og Klaks
víkar sjúkrahúsum, váttaði lands
stýrismaðurin, at læknarnir eru
sera væl løntir.
– Tað er rætt, sum Jenis av Rana
førir fram, at hesir læknarnir fáa
56.000 krónur í løn um vikuna.
Men hartil er at siga, at teir hava
tilkalli vakt 24 tímar um samdøgrið
sjey dagar í vikuni, sigur Aksel V.
Johannesen.
Sáttmáli er gjørdur millum
ser læknafelagið
og
felagnum
fyri yngru læknar øðrumegin og
Fíggjar málaráðið hinumegin, og
tann sátt málin má fylgjast.
– Sjálvur haldi eg, at lønin er alt
ov høg, men talan er um ein gamlan
sáttmála, sum vit mugu fylgja, sigur
Aksel V. Johannesen.
Men tá talan er um eina 24 tíma
vakt í sjey dagar, kunnu fólk so
kenna seg trygg við tað.
– Talan er um ein forvakt á
Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tað er ikki
altíð, at tað er so nógv at gera, og teir
hava eitt kamar á sjúkrahúsinum,
so teir sova eisini inn ímillum, sigur
Aksel V. Johannesen.
Vil broyta sáttmálan
Læknarnir fáa hesa sera stóru løn,
samstundis sum tað kemur fram,
at Landssjúkrahúsið ikki hev ur
nóg stóra játtan at nøkta heili
vág til sjúklingarnar. Eisini koma
hesar høgu lønir fram um somu
tíð, sum fokus verður sett á ferða
endurgjaldið til tingfólk sammett
við tað, ið vanligi borgarin fær í
ferða endurgjaldi.
– Sum nevnt er talan um ein
gamlan sáttmála. At lønin er ov høg
eri eg samdur við Jenisi av Rana í,
men skal hendan lønin broytast,
má tað greast umvegis sáttmálan,
og hann er sum nevnt í gildi enn,
sigur Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin sigur, at
hann er ikki partur av hesum sátt
málanum, sum verður umsitin av
fíggjarmálaráðnum.
– Nú eri eg ikki greiður yvir, nær
sáttmálin gongur út, men so leingi
hann er galdandi, mugu vit halda
hann. Hinvegin haldi eg, at tá nýggj
ar samráðingar verða tiknar upp,
eiga vit at hyggja nærri eftir hesum,
sigur Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin heldur, at
lønirnar eru alt ov høgar, og hann
ætlar sær eisini at fáa gjørt okkurt
við hetta.
– Tá samráðingarnar verða aftur
ætli eg mær avgjørt at mæla til, at
teir læknarnir, sum eru á forvaktini,
fáa lægri løn enn teir fáa í dag, sigur
Aksel V. Johannesen.
Illgruni um óreglusemi
Tað ljóðaði alt væl, tá ið Jan Allan Muller
og onnur stovnaðu fyritøkuna Injektor
Trawl doors í Horsens, men felagið er nú
farið á heysin, og illgruni er um óreglusemi
í fyritøkuni.
Tryggingarfelagið Føroyar er ein av
íleggjarunum, og felagið hevur saman
við øðrum meldað málið til løgregluna í
Horsens, tí tey vilja hava, at alt kemur fram
um møguligt óreglusemi í felagnum.
– Vit vilja hava alt kannað, og er
nakað óreglusemi farið fram, má tað fáa
av leiðingar, sigur Gunnar í Liða, stjóri í
Tryggingarfelagnum.
Rýmdi úr
Fólkaflokkinum
Poul Michelsen vildi ikki spæla við meira,
og eftir fleiri ártíggjund sum profilur í
Fólka flokk inum, takkaði hann fyri seg.
Poul Michelsen var so misnøgdur við
sín egna flokk, at hann meldaði seg úr
honum.
– Spyrt tú meg, hvat Fólkaflokkurin
er samdur um, síggi eg onga semju um
nakað. Eg havi leingi verið ónøgdur við ar
beiðslagið, men nú bar bara ikki til meira,
sigur Poul Michelsen.
Varðveita koyripengar
Meðan ferðastuðulin hjá vanligum fólki
skal skerjast, varðveita tingfólk sín stóra
koyristuðul, og munur er á fólki. Ein sam
meting av, hvusu nógv ein vanligur løn
takari og ein tingmaður búsitandi í eitt nú
Klaksvík vísir, at løntakarin fær 15.603
krónurum árið fyri at ferðast millum
Klaksvík og Tórshavn. Tingfólkið fær
83.120 krónur. Ein løntakari í Sandoynni
við arbeiði í Havn, fær 4.704 krónur í
ferða stuðuli. Tingfólkið fær 37.320 krón
ur. Ein vágbingur, sum arbeiðir í Havn, fær
11.193 krónur um árið. Tingfólkið við bú
staði í Vági fær 61.280 krónur.
Tá læknar stilla til tilkallivakt á Suðuroyar- ella Klaksvíkar
sjúkrahúsi, fáa teir heilar 56.000 krónur í løn um vikuna
Læknar fáa 56.000
krónur um vikuna
læknar
– Sjálvur haldi eg, at lønin er
alt ov høg, men talan er um ein
gamlan sáttmála, sum vit mugu
fylgja, sigur Aksel V. Johannesen
Føroyar fingu javnleik
Føroyska fótbóltslandsliðið spældi ein góðan dyst, tá
ið Norðurírlandi vitjaði á Svangaskarði. Føroyar bæði
skoraðu og fingu stig. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Eftir dystin fegnaðist írski venjarin hjá føroyingum,
Brian Kerr, um úrslitið, meðan norðurírski starvsfelagin
Nigel Worthington helt lítið um avrikið hjá sínum liði.
- It’s fucking embarrassing, segði hann stutt og greitt.