Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Vit hava spurt nøkur fólk, hvat tey hildu verða tað besta í 2010 Tað besTa í 2010 Uni L. Hansen: Hanus G. Johansen Hørpuspælarin 2010 fer í søguna sum eitt sterkt ár hvat viðvíkur føroyskum tón­ leika útgávum. Yvir 30 fløgur eru útkomnar í ár, og støðið hevur ongantíð verið hægri. Fleiri fløgur eru verdar at framhevja, eitt nú »Let The Dog Drive Home« Hjá Teiti og ikki minst »Fighters They Bleed« hjá SIC, ið báðar eru meistar­ liga hvør í sínum lagi. Men ein útgáva kagar upp um allar hinar í ár. »Hørpuspælarin« hjá Hanus G. Johansen er ikki bara ársins besta føroyska fløga, men skal teljast mill um bestu føroyskum tónleika­ út gávur gjøgnum tíðirnar. Hanus er ein livandi legenda, men hann hevur ongantíð verið betri enn nú, hann aftur syngur Poul F. Orð eru fátøk, og tár siga ofta meira, og tey havi eg felt nógv, meðan eg havi lurtað eftir vøkru sang um Hanusar, ið hann hevur skrivað til flottu og sorgblíðu yrk­ ingarnar hjá Poul F. Joensen. »Hørpuspælarin« er tónlist, tá hon er allarsterkast. Besta dømi er sangurin »Góða ongantíð fer tú úr huga«. Útgávan javnviga eisini so ómeta liga væl bæði tað fólksliga og há mentaða, ið annars altíð eru sum olja og vatn á føroyska mentanar­ pallinum. Annað vil ikki vita av hinum og øvugt. Men tá Hanus G. syngur Poul F., so er tað viðkomandi fyri bæði flakakvinnuna í Klaksvík og lærda bókmentafrøðingin í Tórshavn. Keypið hesa fløgu. Føroysk Fløga úTlendsk Fløga Før. íTróTTur Filmur Føroysk sangur Malan Eyðunsdóttir: Eivør Pálsdóttir Vøka Besta føroyska lagið í 2010 er Vøka hjá Eivør Pálsdóttir, ið er á fløguni Larva, og sum somuleiðis er einasta lagið á fløguni við føroyskum teksti. Tað eru fleiri ymiskar orsøk­ ir, hví eg haldi, at júst hetta lagið er tað besta. Hetta er eitt lag, ið Eivør sjálv hevur skrivað tekstin til, og lagið hevur hon gjørt saman við Benjamin Petersen. Tað hevur ein dapran dám við nøkrum ele­ ktroniskum elementum, ið liggja sum grundarlag undir lagnum, og geva eitt ófrættakent og orkumikið huglag. Ljósa og inniliga røddin hjá Eivør gevur lagnum nakað heilt serstakt saman við tekstinum, ið hevur eksistentiellar og seksuellar undirtónar. Kórarrangementið hjá Tróndi Bogasyni, sum útisetakórið Mpiri syngur, er heilt fantastiskt, og fær lagið nærum at eksplodera. Hæddarpunktið í lagnum er vokal­ soloin hjá Eivør. Hon dugir sum eingin annar at spæla við røddini og geva henni frítt flog, og alt gongur upp eina hægri eind, tá Eivør nær­ um skríggjar hægstu tónarnar út. Eitt heilt ótrúliga gott lag, sum fer inn undir húðina, og sum eg ongan­ tíð verði troytt av at hoyra. Fróði Løkságarð: Robert Plant Band Of Joy Um eg hugsi um tað, sum er komið av útlendskum tónleiki hetta árið, eru fleiri minniligar útgávur, ið renna mær til hugs. Ein er kortini, sum stendur klárari fyri mær enn hinar. Band Of Joy er heitið á seinastu soloútgávuni hjá fyrrverandi Led Zeppelin sangaranum, Robert Plant. Sjálvur haldi eg hesa verða bestu soloútgávuna hja Robert Plant eftir tíðina í Led Zeppelin. Eftir væleydnaða samstarvið við Allison Krauss á T Bone­Burnett framleiddu útgávuni, Raising Sand, sum kom á marknaðin í 2007, var eg ikki sørt spentur eftir at vita, hvørjar kaninir Robert Plant hevði eftir í hattinum. Á Band Of Joy samstarvar Robert Plant við frálíka guitarleikaran og fram leiðaran Buddy Miller. Tal­ an er í stóran mun um útgávu við tøku løgum, har løg hjá millum annað Los Lobos, Low og Richard Thompson eru at hoyra í nýggjari tulk ing. Sum tulkari er Robert Plant frálíkur. Hann megnar á ein hátt at geva lurtaranum kensluna av, at hetta er hansara egnu løg. 62 ára gamli sangarin megnar, hóast ýlini frá Led Zeppelin døgunum eru tagnað, framvegis at hugtaka lurtaran. Avgjørt ein av ársins bestu útlendsku útgávum. Birgir Kruse: The Ghost Writer Hulduhøvundurin At síggja film í almenna rúminum er blivið so avmarkað, at millum teir filmar, sum eg havi sæð til almenna sýning í ár, kann talan bara verða um tríggjar: tveir við Leonardo Di Caprio, ‘Inception’ og ‘Shutter Island’, ella ársins filmur hjá Polanski, ‘The Ghost Writer’. Eg velji hin seinasta. Orsøkin er, at hetta var ein klassisk og elegant nøtrisøga, ið snýr seg um at skriva fyri onnur, og knappliga verða vundin inn í eina aðra søgu, sum ein heilt annar hevur pallsett og skrivað. Praktfull søga, sum eg taki til mín og fái nógv burturúr. Og so er henda filmaða søgan ikki so kompleks, sum hinar báðar. Her verður orðafellið ‘Hoyr um ein annan, hygg um teg sjálvan’ vent á høvdið. Boðskapurin í filmaðu søguni er heldur at læra seg at lesa millum reglurnar. Í hvussu er, um ein vil vera hulduhøvundur. Uni Holm Johannesen: Pál Joensen Svimjing Nú ítróttarárið 2010 skjótt er farið afturum er spurningurin ikki, hvat var ársins ítróttarbragd. Spurn­ ingurin er hinvegin, hvat er størsta føroyska ítróttarbragd nakrantíð. Allan Nielsen, ítróttarskrivari á Politiken, reisti spurningin, tá Pál Joensen svam silvur til Føroya undir evropameistaraheitinum í 1500 metra frí. Pál Joensen hevur verið føroyska ítróttarbrandið sein­ astu árini. Ongantíð áður hevur nakar føroyingur bjóðað heimsins bestu av, sum vágbingurin hevur. At hansara avrik ikki stendur langt framman fyri sigurin hjá før­ oyska landsliðnum á Eysturríki í Lands krona er, at fótbóltur er eitt lið spæl, og svimjing er einstaklinga­ ítróttur. Eitt annað flott føroyskt ítr óttar­ avrik í 2010 var túrurin um Atlans­ havið hjá Livari Nysted og Artemis Investments.