Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 Sosialurin Nýggjársaftan kunnu hjún ­ ini Palma og Bjarni Dal­ Christ iansen halda diamant­ brúdleyp. Bjarni er føddur 4. oktober 1924 í Havn. Foreldrini vóru Sophus Christiansen og Anna Paulina Dal­Christ­ ian sen, sum bæði vóru úr Havn. Bjarna minnast tey flestu sum tann hóv liga og samvitskufulla hýru vogns­ føraran í mong Harrans ár. Palma er fødd 4. juni 1927 á Skála. Foreldur hennara vóru Petur Rasmussen av Skála og Johanna Rasmussen, fødd Gregersen, úr Gøtu. Palma man vera best kend sum handilskona, har hon blídliga hevur hjálpt mongum at velja júst rætta klæðið til gardinur og mangt annað. Børnini eru tvey, Anne lin og Kári, og tey, eins og svigar­ børn, ommu­ og abbabørnini, Katrin, Bárður, Bjarni, Jákup, Magnus og Leiki, og nú ikki minst langommu­ og lang­ abbabørnini Markus, Aimelia og Tóki eru alt hjá tykkum, og stór er frøin, at tit nú hava tey øll um tykkum henda tykk ara stóra dag. Ymisk eru tit bæði, men er tað kanska júst tað, sum ger, at tit supplera hvørt annað so væl. Hjá Palmu er altíð “fulldrøn á kassan”, meðan Bjarni heldur seg meira hand an kulissurnar, men væl dámar honum tó at vera saman við fólki, og manga góða veit hann at fortelja. Nú, tit kunnu halda tykk­ ara 60 ára brúdleypsdag, renn ur mær í huga ein hend ing, tá eini hjún fóru á mat stovu at eta ein góðan bita í sambandi við 30 ára brúdleypsdag teirra. Tæn­ arin, ein ungur maður, spurdi, hvat tey feiraðu. Jú, “30 ára brúdleypsdag,” søgdu tey. Tá glapp úr hesum unga manninum: “30 ár, kann man tað?” Hesum hava vit mang­ an flent at, so um tit fóru á somu matstovu í dag, so hevði hesin unglingi helst verðið dupult so kløkkur! Nú, tit hava livað saman í 60 ár, kunnu vit bara ásanna, at tað ber til. Hjúnalag tykk ara er fyrimyndarligt, tit stuðla hvørjum øðrum og eru altíð til reiðar við eini hjálpandi hond, tá á stendur, ikki bara til tykkara nærmastu, men hjálpsemi tykkara røkkur langt út um eingjargarð. Hetta hava eg og míni mangan notið gott av, tøkk fyri tað. Merkisdagar hava tit altíð hátíðarhildið saman við familju og vinfólki, og dia mantbrúdleypsdagurin verður onki undantak. Henda dagin hava tit valt at halda í Starvsmannafelagshúsunum millum kl. 11 – 15, og mong munnu tey verða, ið fara at leggja leiðina framvið at heilsa upp á tykkum. Góðu Palma og Bjarni! Hjartaliga til lukku við deg num og Guds signing í komandi tíð. Blíðar heilsanir frá mær og mínum. Ella Til Palmu og Bjarna á diamantbrúdleypsdegnum Birgir Waag Høgnesen Í seinstu viku lat nýggj klinikk fyri fótterapi upp í Dr. Jakobsensgøtu 18 í Havn. Tað er Ingun Poulsen í Vest­ manna, sum júst er liðug við útbúgvingina á Randers tekniska skúla, sum stendur fyri klinikkini. Ingun, sum til fyri fá um árum síðan arbeiddi sum arbeiðsformaður á fiska­ virk inum í Vestmanna, hevði leingi gingið við ætlanum um at fáa sær eina útbúgving, har hon kundi vera sjálv­ støð ug vinnurekandi. Í 2008 tók hon stóra stigið og fór við tveimum børnum á skúla­ bonk í Danmark. Tað var strævnari, enn eg hevði roknað við, tí tað er so langt síðan eg gekk í skúla, sigur Ingun, sum í 1995 tók fiskivinnuútbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vest­ manna. Í mai í ár lat Ingun upp eina klinikk fyri fótterapi í Vestmanna, har hon er væl móttikin. Tað hevur týdning fyri Ingun, at fólk ikki bara koma til klinikkirnar, men at hon eisini fer út til fólk, sum ikki kunnu koma til klinikkina av einihvørjari orsøk, sigur hon. Ingun sigur, at ein fóttera­ peut ur typiskt viðger harða húð, líktorn, niðurgrógvnar negl ella eisini diabetis, gigt og psoriasispatientar. Eg viðgeri bæði børn og vaksin, sigur Ingun, sum í seinastu viku lat upp klinikk fyri fótterpi í ovaru hæddini í bygninginum, har sum handlin hjá SIRI heldur til. birgir@sos.fo Ingun ger fótarbeiði til lítar