Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 14 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2010 desember Tað finst eingin króna, sum ikki kemur onkustaðni frá. At samráðast um ein sáttmála við lønarhækkan, merkir at onkur skal rinda. Landsstýrismaðurin Jørgen Niclasen um sáttmálasamráðingarnar Føroyskar kvinnur eru nógvar ferðir fríari enn mannfólkini, og eg fái nógvar fyrispurningar frá kvinnum, sum vilja hava ráð og vegleðing. Elin í Stórustovu, sexologur Ein svár tíð hjá sóknarprestinum Hans Eiler Hammer og familju hansara er av. Hans Eiler Hammer upp livdi sum sóknarprestur í Berle­ vaag í Noregi at vera skuld sett ur fyri at hava sent ónærisligt sms til dóttrina. Nú eru næstan allar skuld setingar tiknar aftur. Løg­ reglan er komin til, at har er ikki grund arlag fyri at reisa ákæru og vil geva Hans Eiler Hammer eina bót. Eina bót, sum hann undir ong um umstøðum fer at góðtaka, tí ákæruvaldið hevur ikki nakað prógv í málinum. Tí endar málið í rætti num. ­ Hetta hevur verið ein ræðulig tíð, og Gud viti, um børnini sleppa uttan mein burtur úr hesum, sig­ ur prestur in. Hann mælir sam stund­ is fjøl miðl unum í Før oyum til at geva teim ­ um frið, so leið is at tey kunnu byrja av nýggj um. Børnini hava brúk fyri stuðli og umsorgan og ikki almennari umtalu, sum skaðar meir enn hon gagnar. Ein ræðulig tíð Hans Eiler Hammer sigur, at tað var ein ræðulig tíð, tá ið børnini vóru frá tikin teimum. Tey kundu fara til bygd ina, har børnini vóru og vera saman við teimum ein dag av og á. ­ Vit livdu tá næstan sum flótta­ fólk, feraðust aftur og fram og hildu nógv til í eini smáttu, sum vit eiga uppi í fjøllunum. Rættarskipanin í Noregi er ikki tann sama sum okkara. Málið kom fyrst fyri í eini fylkis­ nevnd, sum í fyrsta umfari gav barna verndini viðhald. Nevndin segði, at foreldrini vóru so illa fyri, at tey ikki vóru før fyri at taka sær av børnunum. Aðru ferð kom fylkisnevndin til heilt aðra niðurstøðu. Barna vernd­ in fekk av at vita, tí hon hevði ikki heim ild til at taka børn ini, segði fylkis nevndin. Annars setti barnaverndin ein ser ­ kønan sálarfrøðing at tosa við familju na, og hesin sálarfrøðingur helt ikki grundarlag vera fyri at taka børnini frá foreldrunum. ­ Hon skrivaði eisini, at hon sjáld an hevði sæð so stóran kær leika millum børn og foreldur, og at elsta gentan als ikki mátti fara burt ur frá foreldrunum, sigur Hans Eiler Hammer. Framtíðin óviss Kirkjuráðið í Berlevaag hevur sam­ an við tí kirkjuligu leiðlsuni biðið hann um at halda fram sum prestur í Nord Hålogaland bispadømi, men nú hevur hann tikið endaliga støðu um at flyta heim og hevur tí sagt seg úr starvi og hevur enntá fing ið bes ta skoðsmál frá sínum nú ver­ andi arbeiðsgevara. Familjan vil helst vera í Føroyum. Hans Eiler Hamm er hevur ikki hug í løtuni at søkja nakað presta­ em bæti aftur í Før oyum. ­ Nú eg komi heim aft ur, fari eg fyrst og fremst at ha va ein lan ga feriu og halda jól sam an við familjuni fyri fyrstu ferð í 13 ár uttan at skula til arbeiðis. Annars fari eg væntandi at gera okkurt heilt annað, sigur hann. Eg vóni í øll um førum ikki, at hetta málið skal forða mær í at fáa eitt starv í Før oyum, nú eg komi heim aftur, tí bæði útbúgving, royndir og skoðs mál eru góðar sigur Hans Eiler Hamm er. 700 mistu arbeiðið Desember mánaði var ikki meira enn byrjaður, tá ið Føroya Fiskavirking fór á heysin. Tað hevði við sær, at nógv hundrað fólk mistu arbeiðið. 500 og 700 fólk vóru knýtt at flakavirkjunum hjá Faroe Seafood. 100-120 mans vóru knýttir at skipunum, umleið 25 fólk at landingarmiðstøðini Kongshavn – og eini 12 fólk vóru knýtt at virksemi hjá samtakinum uttanlands. Feløg, sum áttu meiri enn 5% í Faroe Seafood samtakinum, vóru: P/F Notio Framtaksfelag (48,5%) , Vátryggingarfélag Íslands hf (19%) , Framtak (17,5%) og Sp/f 29.03.2006 (7,5%). Úthurð fyri eina millión Tað ljóðar sum rættiligt oyðsl, ikki minst í tíðum sum hesum. Men ein nýggj úthurð fyri 900.000 krónur til bygningin hjá Fíggjarmálaráðnum á Argjum er akkurát tað, sum Jóannes Eidesgaard vil hava. Hann hevur biðið Løgtingið um at samtykkja, at hann fær pengarnar. Og á tingfundi samtykti samgongan í Løgtinginum so at ganga umbønini á møti. Orsøkin til, at tað er neyðugt við nýggjari úthurð í Fíggjarmálaráðnum, er, at á ávísum ættum er so nógvur gjóstur ígjøgnum alt ráðið, at tey siga, at tað er ikki inniverandi. Eiga nógv børn Ongastaðni í Europa eiga kvinnurnar so nógv børn, sum føroysku kvinnurnar gera. Í fjør vóru 618 børn fødd í føroyum, og hóast talið er nakað lægri, enn tað hevur verið, er tað framvegis høgt í europeiskum samanhangi. Í føðidugnaliga aldrinum eiga føroyskar kvinnur 2,3 børn í miðal, og hetta er hægsta talið í øllum Europa. Vilja hava fría rúsdrekkasølu Stendur tað til vanliga føroyingin, skal Rúsan avtakast, og ístaðin skulu vit hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt fyri Sosialin. Kanningin vísir, at 59,9% av føroyingum vilja hava fría rúsdrekkasølu. Harafturat eru 11,6% av fólkinum, sum onga avgjørda meining hava um tað, tí tey siga, at tey eru hvørki samd ella ósamd. Sostatt eru tað bara 28,5% av fólkinum, sum beinleiðis siga, at tey eru ímóti eini fríari rúsdrekkasølu. - Hetta hevur verið ein ræðulig tíð, og Gud viti, um børnini sleppa uttan mein burtur úr hesum, sigur Hans Eiler Hammer Livdu sum flóttafólk aftur - Eg vóni í øllum førum ikki, at hetta málið skal forða mær í at fáa eitt starv í Føroyum, nú eg komi heim aftur, tí bæði útbúgving, royndir og skoðsmál eru góðar sigur Hans Eiler Hammer