Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177 14 Sosialurin Nøvn Sunnudagin 11. desember and aðist ein av undan gongu­ monnunum í føroyskari flog­ vinnu, vinnulívsmaðurin og sørvingurin Hugo Fjørðoy, 85 ára gamal. Hugo var á yngri árum eisini vælkendur handils­ mað ur og reiðari. Hugo var sonur Marionnu Haraldsen og Joen Paula Haraldsen, vanliga nevnd Marianna í Stórustovu og Birtu­Palli. Hugo var yngstur av fýra systkjum. Elsta syst­ urin Irena, sum býr í Sørvági, livir enn, systurin Torborg og bróðurin Kissa eru eisini farin. Pápin Birtu­Palli fór heilt ungur til skips og var skipari stóran part av ævi síni. Hann førdi millum annað sluppina Oscar, sum hann keypti í 1922. Birtu­Palli andaðist í Keyp mannahavn 50 ár gamal í 1939, tá var Hugo bert 13 ár. Marianna førdi virkið víðari eina tíð. Hon andaðist í 1976, 85 ára gomul. Hugo giftist í 1949 við Margret Thomsen, dóttir Jógv an Elias Thomsen, reið ara úr Sandavági, og Helenu Thomsen. Margret og Hugo fingu børnini Majly og Jógvan. Majly er gift til Mið vágs við Rasmus og Jógvan er giftur við Joan av Tvøroyri og býr í Kast­ rup. Hann er flogskipari hjá Atlantic. Jógvan hev ur við sínum drúgvu roynd um og dugnaskapi skapt stóra virðing millum starvs felagar og tey, sum vara av tjóð­ arflogfelagnum. Eg veit, at Hugo var glaður um og errin av, at Jógvan á henda hátt hevði tikið táttin upp eftir seg í føroyskari flogvinnu. Lívstarvið hjá Hugo hev­ ur verið fjølbroytt. Hann fekk sær handilsútbúgving í Danmark í árunum 1946­ 48. Tá hann kom heim aft­ ur, bygdi hann sær stór hús úti á Ísakstrøð niðri á Sílatanga í Sørvági. Í mið­ hæddini innrættaði hann keypmanshandil við flestu vørum – eisini klædnavørum. Kjallarin var gjørdur so høgur, at hann kundi brúkast til fiskakjallara. Sjálvi búðu Margret og Hugo øll árini búð í ovastu hædd av húsunum. Keypmanshandilin, sum hann hevði frá frá 1950­1984, var bert ein partur av virk­ sem in um hjá Hugo, tí hann fekst eisini við salt­ og klipp­ fiska fram leiðslu og hevði eisini eitt stórt pakk­ og turki­ hús úti á kaj uni í Sør vági van­ liga nevnt ”Hugosa Pakkhús”. Salt fiska trol ararnir Tind­ hólmur og Jógvan Elias Thom sen plagdu at landa fiskin í Sørvági. Hugo var sjálvur reiðari á Tindhólmi. Hugo hevur eisini verið uppi í nógvum øðrum vinnu­ ligum virksemi í Sørvági sum t.d. í nevndini í P/F Vesturvón, P/F Flogsamband og øðrum nevndum við. Hann hevur eisini verið við til at stovna Vága Vinnufelag. Hugo var eisini ein av teimum sum stovnaðu Lions Club í Vágum. Hugo bar stóran tokka til Vágoynna og brúkti ein stóran part av sínari tíð, eisini seinnu árini, til at stimbra eina og hvørja roynd at skapa og halda við líka vinnuvirksemi á oynni. Hann hugsaði ikki einans um sína heimbygd, men sá alla oynna sum eina heild ásannandi, at talan kundi einans vera um veruligan framburð og vælferð, um hetta merktist báðu megin vatn. Vit eru mangir vinir, sum við taksemi hava notið ágóðan av hansara stuðuli, ágrýtni og loyaliteti. Tað, sum Hugo er mest kendur fyri, er hansara lutur í føroyskari flogvinnu. Saman við Lars Larsen legði Hugo lunnar undir flogferðsluna í Føroyum fyrst í 60­unum. Teir samstarvaðust tey fyrstu árini við Flogfélag Is lands og stovnaðu sjálvir ferða­ manna fyritøkuna Flogfelag Føroya í 1963. Hugo stóð fyri virkseminum hjá felagnum á flogvøllinum, meðan Lars tók sær av at selja ferðaseðlar o.ø. í Havn. Tað hendi seg meira enn so, at tað var stórur tørvur á at fáa innivist til flúgvarafólk, sum ikki sluppu avstað vegna veður. Tað eydnaðist at fáa sørvingar at leggja hús til, so øll fingu innivist. Hesin tørvur hevur eisini gjørt tað, at Hugo og Lars bygdu Hotel Vágar beint við flogvøllin. Eisini bygdu teir ein hangar á flogvøllinum. Í dag er flog­ vøllurin og Hotel Vágar stór arbeiðsplass í Vágum, so her hevur verið hugsað langt. Ferðavinnan tykist eisini at fáa alt størri týdning í Føroyum. Hugo starvaðist á Flogfelag Føroya líka til hann fór frá fyri aldur. Hugo hevur eisini verið virkin í kommunalpolitikki. Hann var limur í sóknarstýr­ inum í Sørvági í 12 ár frá um­ leið 1958­1970 og var eisini for maður mong ár. Tað er hes ari tíðini, at sørvingar fingu nýggjan skúla og eisini skúla tannlækna, sum var sera sjáldsamt í Føroyum. Hugo var ikki ein maður, sum gjørdi nógv burturúr sær sjálvum, men honum hevur altíð dámað væl at práta við fólk, og hann kom at kenna nógv fólk, tá hann arbeiddi á flogvøllinum. Hann var ein góður maður, faðir, abbi og langabbi. Sein­ asta ári var heilsan farin at bila og sunnudagin 11. desember andaðist hann á Lands sjúkrahúsinum. Eg minnist teg við takk­ semi. Vinur tín Eyðfinnur Til minnis um Hugo Fjørðoy føddur 5. juli 1925 – deyður 11. desember 2010 Føðingar 15. desember fingu Rógvi Absalonsen og Barbara Jacobsen ein son. Hann varð føddur á Hvidovre Hospitali, vigaði 3810 gr og var 55 cm langur. 22. oktober fingu Emmy Haraldsen, Sørvági, og Sune Grønnebæk, Keypmannahavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3825 gr. 20. desember fingu Ninna og Tórhallur Justinussen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4430 gr. 21. desember fingu Mirjam og Pól Frits Høj, Strondum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3890 gr. 25. desember fingu Tina Vilhelmsdóttir og Fríðálvur Jespersen, Tórshavn, ein son. Hann var 40 cm langur og vigaði 1390 gr. Fyrr í kirkju nýggjársaftan Gudstænastan í Havnar kirkju nýggjársaftan er flutt fram til klokkan 16 Randi Jacobsen Tað hevur verið vanligt at havt gudstænastu í Havnar kirkju nýggjársaftan kl.23.30, men seinastu árini hava fá fólk verið í kirkju hetta kvøld ið. Haraftrat er so nógv ur gangur, tá ið nýggja árið verður skotið inn. – Í ár gera vit eina roynd at hava gudstænastuna klokk an 16, so fólk kunnu fara í kirkju, áðrenn tey skulu onkra staðni um kvøldið, sigur Ann Dahl Hansen, prest ur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Hósdagin 30. desember Forlorin hara / Kókað kálvakjøt Fríggjadagin 31. desember Gott nýttár Leygardagin 1. januar Gott nýttár Mánadagin 3. januar Fiskafrikadellur / Kókað neytakjøt Týsdagin 4. januar Nakkafillét / Grýturættur Mikudagin 5. januar Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur Vinnubygningur/høli ynskist Til leigu ella keyps í Tórshavn Umleið 130 m2, góð parkeringsviðurskifti, og annars væl egnað til alment virksemi. Skal kunna innrættast eftir egnum ynski. Bill. mrk. 281210