mikudagur 29. desember 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 29. desember 2010 · Nr. 177
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2010
november
Gentuskúlin gevur ikki dreingjum ein
nøktandi skúladag og brynjar ikki gentur
nóg væl til mansdomineraða samfelagið.
Tóra við Keldu um føroyska fólkaskúlan
Børn, sum spyrja nógv, spæla ofta ov lítið,
og smá børn skulu spæla fyri at mennast.
Angela Petersen arbeiðir sum barnaráðgevi í Eysturoynni
Søgan um Rólant Reginsson Bi
skops tø úr Klaksvík er ein sól skins
søga. Hann liggur á Ríkis sjúkra
húsi num, hevur fingið nýtt hjarta,
og skurðviðgerðin gekk væl.
Alt byrjaði við, at hann fjør
summar fekk hann krím og slapp
ikki av aftur við hostan. Hann varð
so kannaður, og tað vísti seg, at
hann hevði ov stórt hjarta.
Hann fekk nógvan heilivág, men
lækn ar nir søgdu, at hann noyddist
at fáa nýtt hjarta.
30. oktober fóru Rólant og for
eldr ini Jórun Biskopstø og Regin
Simon sen til Danmarkar.
Tey gjørdu seg út til at skula
bíða eftir nýggjum hjarta til Ró lant
í nøkur ár, men longu fríggja dagin
seinnapartin ringdi Ríkis sjúkra
húsið og segði teimum, at eitt hjarta
var til Rólant.
Gekk væl
Fríggjakvøldið varð Rólant so lagd
u r undir skurð, og um náttina var
skurðviðgerðin liðug.
Alt gekk væl, og longu leygar
morgun in var Rólant, sum lá í
respira tori, vakin aftur, skrivar
Norð lýsið.
Sunnumorgunnin varð hann ti k
in úr respiratorinum, hann fær etið
og hevur onga pínu.
Upp undir skurðvigerðina fekk
hann nógvan heilivág, sum nú verð
ur trappaður niður.
Familjan má rokna við at búgva
í Danmark næsta hálva árið. Tað er
væl sloppið, tá hugsa verður um,
hvussu leingi onnur noyðast at
bíða.
Má verjast
Enn sleppa onnur enn foreldrini
ikki at vitja Rólant, sum má verjast
móti smittuvanda.
Norðlýsið
hevur
tosað
við
mamm una, sum greiðir frá, at
koman di tíðin kann gerast strævin,
tí roknast kann við afturstigum.
Hvønn dag biður ein
kvinna um hjálp
- Tað er næstan ikki dagur, at ikki onkur
kvinna ringir til okkum at biðja um hjálp
ella ráðgeving.
Tað sigur Elin Reinert Planck, dagligur
leiðari í Kvinnuhúsinum í Havn.
Hesi seinastu árini hava tey fingið ímillum
300 og 400 áheitanir frá kvinnum, sum
vilja hava hjálp ella vegleiðing. Í fjør var
talan tó um 257 áheitanir.
- Av teimum snýr ein heilur triðingur,
ella gott 100 áheitanir seg beinleiðis um
harðskap, sigur hon.
Burtursæð frá harðskapi, snúgva hinar
áheitanirnar seg um at fáa ráð og
vegleiðing í sambandi við hjúnarskilnað,
løgfrøðiliga hjálp og annað.
Stórfingin superstar
Ummælini vóru góð, tá ið heimskendi
sangleikurin Jesus Christ Superstar varð
settur upp í føroyskari týðing.
-
Hóast
talan
er
um
ungar
áhugaleikarar við avmarkaðum royndum
á palli, sviku tey ikki álitið. Talan var um
eina stórfingna framførslu við nógvum
góðum kreftum, skrivaði ummælarin hjá
Sosialinum.
Neyðugt var við fleiri eykasýningum
av sangleikinum, sum varð spældur í
Norðurlandahúsinum í Havn.
Saknar dulnevnd
Ólavur í Beiti, sum rekur Vágaportalin,
heldur, at góða, gamla kjakið hvarv,
tá ið bløðini steðgaðu dulnevndum
lesarabrøvum.
- Dulnevndu lesarabrøvini ávirka
almenna kjakið í størri mun. Fleiri koma
við sínum meiningum. Í Føroyum vilja vit
so fegin vita, hvør skrivar. Vit vilja síggja
nøvn, og innihaldið er ikki so umráðandi.
Vit gloyma, at tað, sum verður skrivað, er
tað týdningarmesta, sigur Ólavur í Beiti.
Lat hvalirnar svimja framvið
Paul Watson og Sea Shepherd ætla sær til Føroya í summar at
steðga føroyska grindadrápinum. Sosialurin spurdi nøkur fólk, hvat
nú er at gera. Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún, svaraði soleiðis:
- Vit skulu halda lágan profil næsta summar, um umhvørvisfelagsskapir
koma hendan vegin. Vit skulu lata allar hvalir svimja forbí
Føroyar og steðga við grindadrápinum, meðan Paul Watson
og hini eru her. Vit hava ongan kjans at taka stríðið upp við
umhvørvisfelagsskapirnar við upplýsing, segði hann.
14 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø hevur tað gott, eftir at hann fekk nýtt hjarta
Rólant fekk nýtt hjarta
Hjarta
Rólant hevur tað gott, eftir
at hann fekk nýtt hjarta