mánadagur 3. januar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
4
Sosialurin
Snorri Brend
Sørvágur: - Hjá okkum er tað
sum so manga aðrastaðni: Tá
fiskarí ið gongur væl, ávirkar
tað skjótt virksemið á landi,
vís ir borgarstjórin á.
Í Sørvági er stórt og væl
út gjørt havnarlag, sum er
ført fyri at taka sær av øllum
tí víttfevnda virkseminum ið
finst innan fiskivinnuna.
Virksemið
innan
hesa
vinnu na sæst væl á bryggj-
u ni, har eftir spurn ingu r in
eftir vørum og tænastum av-
spegl ast í prísi og nøgd. Eitt
dømi um hetta er fiski skap-
u rin eftir upsa, sum hevur
ver ið stak vánaligur.
- Eitt úrslit av hesum er, at
bátar hava ligið við brygg ju,
tí tað snøgt sagt ikki loysti
seg at loysa frá landi. Og
støðan gjørdist ikki fræg ari,
tá Fiskavirking fór av knóra-
num í farna mánaði.
- Tað svitast ikki, at minni
eftir spurningur eftir eini
vøru plagar at geva minni
prís, vísir Sune Jacobsen á.
- Vit mugu vóna, at okkurt
skila gott reisist úr øskuni, og
at tað framvegis fer at bera
til at hava fiskivinnu á landi.
Borgarstjórin vísir í árs-
frá greiðing síni fyri 2010 á, at
annað alternativ til høvuðs-
vinnu na finst ikki í løtuni,
hó ast laksavinnan hevur
ging ið væl, har serliga tann
góði prísurin hevur havt eitt
gott avkast við sær.
9000 tons
Tað hevur, sum nevnt, gingið
afturá við fiskivinnuni kring
land ið hetta farna árið, men
so leið is er ikki í Sørvági.
Nøgdirnar
sum
Land-
ing ar miðstøðin hevur tikið
ímóti hava verið vaks andi ár
undan ári - frá 3800 tons um í
2007 til omanfyri 9000 tons
í fjør.
- Bara í november mánaði í
fjør tók Landingarmiðstøðin
ímóti 540 tonsum. Og er
hetta størsta nøgdin sum er
far in gjøgnum miðstøðina
ein einstakan mánað, vísir
Sune Jacobsen á.
Tað eru heldur ikki smá-
ar nøgdir sum farnar eru
nið an
gjøgnum
bygdina
- um Blindtarmin, tey siga
- í farna árinum. Umframt
tey
9000
tonsini
frá
Landingarmiðstøðini, hevur
kryvji virkið Luna eisini flutt
5000 tons úr bygdini.
Haraftrat
hevur
Luna
flutt 2100 oman í bygdina.
Her er talan um alifisk, ið
er komin av Gøtuvík og til
kryvj ing ar í Sørvági.
- So hevði Blindtarmurin
dugað at tala, so hevði hann
sæð 16000 tons farið framvið.
Hetta eru ikki smá tøl, tí
hetta svarar til 16 prosent
av miðal botnfiskaveiðuni
und ir Føroyum, staðfestir
borgar stjórin.
Inntøkur
Júst Luna er í mangar mátar
at meta sum ein sólskinssøga.
Í fjør vóru 5100 tons kruvd á
hes um virkinum - av teimum
komu tey 3000 tonsini av
Sør vágs firði, meðan restin
sum nevnt kom av Gøtuvík.
Í ár er ætlanin at kryvja
eini 8000 tons - tey fyrstu
tons ini av Gøtuvík, og tey
sein nu úr Miðvági.
Alt hetta virksemið á
sjógvi og landi hevur verið
til gagns fyri inntøkurnar
hjá
kommununi.
Hesar
vóru í roynd og veru heldur
størri enn mett varð eitt ár
framman undan.
Um teir fyrstu 11 mánað ir-
nir í 2009 og 2010 verða sam-
mett ir, so var inntøkan góð ar
26,8 mió krónur í 2009, með-
an hon í fjør vaks við nærum
1,2 mió krónum, til góðar 28
mió krónur.
- Hetta er ein vøkstur sum
svar ar til 4,43 prosent, vísir
Sune Jacobsen á.
Ikki afturgongd men
VINNULÍV - Tað eru ikki nógvar sólskinssøgur í hesum døgum. Men alivinnan her í økinum
hoyrir til undantakið, og hevði vind í seglunum í fjør. Og í ár eru vónirnar eisini góðar, sigur
Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. - Tað var ofta trongligt á bryggjuni í fjør
NÓGVUR FISKUR
Hvønn einasta dag fer nógvur fiskur um bryggjuna í Sørvági. Bæði bátar av bygdini og aðrastaðni frá
landa her. - Eini 16000 tons komu uppá land í fjør, vísir borgarstjórin, Sune Jacobsen (innfeldur) á
Mynd: Jens Kristian Vang
Hugskotið er
at leggja 5 km av
jørðslangu ein metur
niður í sandin, haðani ein
kann upptaka ta orkuna
sum skal nøkta tørvin
hjá bæði skúlanum og
svimjihøll hansara