Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. januar 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1 Sosialurin Eydna Skaale – Eg veit ikki ordiliga hvørji kriter­ iini eru fyri at vera føroya besti bólkur, men mín favorittur var Páll Finnur Páll, tí mær dámar ordiliga væl tað, sum teir hava gjørt, segði Hans Edward í The Dreams beint eftir handanina. – Mær dámar væl hvussu provo­ kerandi og hvussu lærandi man kann vera samstundis. Og tað haldi eg, at teir hava havt allatíðina. Men jú, hetta er eitt mega stórt herða­ klapp, tað er ordiliga, ordiliga feitt. Fara til USA 2010 hevur verið eitt sera hendingar­ ríkt ár fyri The Dreams. – jú, tað er hent nógv tað seinasta árið, men eg haldi, at tað bara hevur verið byrjanin til tað stóra, sum fer at henda. Vit eru júst komnir aftur úr Týsklandi, og vit hava spælt ordiliga væl í Týsklandi, og tað løgdu tey eisini merki til. Hann sipar til, at Týskland, Póland, Ukraine og onnur lond har um leiðir vilja hava The Dreams at koma at spæla. Men teir hava aðrar ætlanir og ætla sær longri. Í mars fara teir nevniliga til USA, har teir satsa uppá tað heilt stóra gjøgnum­ brotið. – Vit hava tikið tað í smáum. Vit byrjaðu á føroyskum, og vildu hava fólk at merkja, at vit vóru til. So fóru vit yvir til danskt, og tað var tað sama, at fólk skuldu merkja, at vit vóru til. Tað riggaði væl, og danskarar tóku væl ímóti tí. Síðani fóru vit yvir til enskt, sum var tað, sum allatíðina droymdu um. So vit hava tikið smá stig allatíðina ímóti tí, vit hava droymt um. Hans Edward sigur, at tað eru nógvir tankar handan The Dreams, og teir lata ikki tilvildina ráða. – Tað er týdningarmikið fyri okkum, at the Dreams er ein lívsstílur. Alt skal vera ein samanhangandi eind. Bæði tónleikurin, tað vit eru, og tað vit gera skal hanga saman. Og tað hava vit megnað væl higartil. Vit hava allatíðina roynt at byggja uppá, so vit kunnu náa nøkrum heilt stórum, og nú trúgva vit veruliga uppá, at tað stóra fer at henda, sigur Hans Edward. The Dreams hava í ár millum annað hitað upp fyri heimskenda bólkin Tokyo Hotel. – Tá tú hitar upp fyri ein so stóran bólk, og tað ikki er nakað negativt við tí, tá fólk ikki kommenterað, at Tokyo Hotel høvdu ein mega vánaliga supportbólk, so haldi eg, at tað er fantastiska feitt, slær Hans Edward fast og ger greitt, at the Dreams eru ein reellur bólkur. – Vit byrjaðu við, at vit vandu í eini garagu á Argjaboða. Vit eru eitt reelt produkt, sum hvørki er produserað ella tempererað. Vit eru tað, vit eru, og sum vit hava verið allatíðina. eydna@sosialurin.fo Eydna Skaale – Stóra takk fyri. Ja, nú eri eg ikki so nógv fyrireikaður til hetta, má eg viðganga. Men tað er deiligt at fáa ein prís fyri tað arbeiðið, sum vit hava gjørt í eitt umleið eitt ár, og ein góð fløga er komin burturúr, halda vit sjálvi. So vit eru nøgd. 1000 takk fyri. So stuttur og greiður var tals­ maðurin fyri Hamferð, tá planetin varð latin teimum mikukvøldið. – Tað var næstan óbehagiligt at standa har uppi, tí eingin av okkum visti, hvat vit skuldu siga. Tað var bara rein improvisatión. Vit høvdu faktiskt væntað, at Grandmas Base­ ment fóru at vinna hetta, sigur Theodor. Uttanlands at spæla Stillføri er tó ikki júst tað, bólkurin er kendur fyri. Við teirra framførslum og innspælingum hava tey sligið eitt slag fyri doom­ metal tónleikinum her á landi. Tey hava gjørt vart við seg á føroyskum hittlistum, á G! (har tey fingu fan­ tastisk ummæli í útlendskum tón leikabløðum), á Summar festi­ val inum og á Ólavsøku kon sertini. Harumframt kom fyrtsa fløgan, nevnd: »Vilst er síðsta fet«, út í desember. Theodor heldur, at planetin kemur væl við. – Vit ætla at fara at leita okkum uttanlands at spæla nú, so hetta sær bara heilt pent út á cv'num, heldur hann. Við í bólkinum eru: Jón Hansen, John Egholm, Esmar Joensen, Theodor Kapnas, Tinna Tótudóttir og Remi Johannesen Vilja sláa ígjøgnum í USA Eingin fyrireikað takkartala Ársins bólkur: Besti nýggi bólkur: Teir gjørdust ársins bólkur her heima í 2010, og teir hava nógvar umbønir um at spæla í Evropa. Men teir droyma um meiri, og í 2011 satsa teir uppá eitt gjøgnumbrot í USA – Eg fekk eitt sús í búkin, tí hetta høvdu vit slett, slett ikki væntað, men vit klaga ikki, segði Theodor Kapnas í Hamferð smílandi, beint eftir, at tey vórðu kosin árins nýggi bólkur. Tey høvdu tí heldur ikki fyrireikað, hvat tey skuldu siga Ársins nýggi bólkur bleiv Hamferð Mynd: Álvur Haraldsen Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar Hans Edward Andreasen, sangara í the Dreams, planetina fyri ársins bólk Mynd: Álvur Haraldsen