mánadagur 3. januar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. januar 2011 · Nr. 1
8
Sosialurin
Randi Jacobsen
Klokkan 18.23 nýggjárskvøld
kom fyrsta barnið í Føroy um.
Barnið var ein 56 cm lang
ur drongur, sum vigaði 4050
gramm.
Mamman
er
Finngerð
Jensen úr Kvívík og pápin
Rúni Patursson úr Kirkjubø.
Finngerð Jensen var ikki
so bilsin av, at hon føddi
fyrsta barnið, sum kom i
verð ina í ár.
– Eg fekk tíð at koma á
Landssjúkrahúsið nýggj árs
dag fyri at verða sett í gongd,
sigur Finngerð Jensen.
Drongurin er hennara
fyrsta barn.
Mamman veit ikki, nær hon
kann fara heim av sjúkra hús in
um. Fyrr sluppu mamm ur við
nýføðingum at vera á føðideild
ini í fimm dagar. Nú eru regl
urnar so, at mamma og barn
kunnu vera á sjúkrahúsinum,
til tey eru klár at fara heim. Tað
vil siga, tá ið barnið dugir at
súgva og trívist.
Ein genta er aftrat komin
i verðina í ár.
Fyrsta barn og
fyrsti føroyingur
Nýggjárskvøld føddi Finngerð Jensen úr
Kvívík sítt fyrsta barn, og drongurin var
eisini fyrst fødda barn í nýggja árinum
Randi Jacobsen
Klokkan 17 gamlarskvøld
var gudstænasta í Kvívíkar
kirkju.
Á loftinum sat Ívar Iver
sen við urguna, sum hann
hevur gjørt óteljandi ferðir,
síðan hann var 1314 ára
gamal.
Tá ið Theodor E. D. Olsen
preestur hevði hildið sína
prædiku, kom Ívar Iversen
niður av loftinum, og Jógvan
Fríðriksson, bispur handaði
honum fortjenstmedaljuna úr
silvuri frá Margrethu drotn
ing. Bispur handaði medalj
una vegna drotningina.
Hetta var ein hátíðarlig
løta. Heilt fitt av fólki var í
kirkju, og skótar vóru eisini
við.
Ívar Iversen byrjaði so
smátt at hjálpa til, longu tá
ið hann var trettan ára gam
al, og síðan hevur hann spælt
í Kvívíkar Kirkju, Kaldbaks
kirkju, í Vestur kirkj uni, á
Lágargarði og á Hvíldar
heiminum.
Trúgvur og
drúgvur tænari
– Hann hevur verið trú fast
ur, ágrýtin og nærlagdur í
tænastuni, men hevur ongan
tíð gjørt nakað hóvasták
burtur úr sær sjálvum, sigur
Jógvan Fríðriksson.
Hann
nevnir
eisini,
hvussu
beinasamur
Ívar
Iver sen altíð hevur verið. Tá
ið presti hevur borist frá at
møtt til gudstænastu á onkr
um stovni, hevur Ívar Iver
sen sjálvur lisið lestur.
– Aftrat øllum hesum
hevur hann sungið fyri lívi
í yvir 40 ár, sigur Jógvan
Fríðriksson.
Tá ið Ívar Iversen varð
kallaður niður av loftinum
gamlaárskvøld at fáa medalj
una, spældi hann ikki meira
í kirkjuni tann dagin. Ein
annar tók yvir.
Men longu dagin eftir,
sat 80 ára gamli Ívar Iversen
aftur við urguna, og tá ið
Kaldbaks kirkju, veit Jógvan
Fríðriksson.
Trúgvur tænari heiðraður
Ívar Iversen varð gamlaárskvøld heiðraður við “fortjenstmedalju” úr silvuri
frá Margrethu drotning fyri sítt trúfesti sum urguspælari
Jógvan Fríðriksson handaði Ívari Iversen medaljuna, eftir at Theodor E. D. Olsen, prestur hevði prædikað
Mynd: Jens Kristian Vang
Finngerð Jensen við sínum fyrsta føddi barni, sum
eisini var ársins fyrsta fødda barn í landinum
Mynd: Jens Kristian Vang